týsdagur 29. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · 29. desember 2009
2
Sunnukvøldið var Planet Awards 2009, og við fleiri
ymiskum framførslum, gjørdist hetta eitt stuttligt og
undirhaldandi kvøld. Framførslur vóru frá Analog
Norð, Brandi Enni, Marius og Jógvani Hansen.
Jákup Veyhe legði leiðina framvið, og prógvaði
enn einaferð, at hann er ein tann besti skemtarin
í landinum, og aftrat sær hevði hann Kim Hansen,
sum eisini telist millum bestu klaverspælarar í
Føroyum.
Dansigenturnar Hóps framførdu eitt dansishow,
sum var ógvuliga hugtakandi og mest sum poppkent.
Og kvøldið endaði við einum braki, tá ið Besti Bólkur
2009, Páll Finnur Páll, trinu á pall, og framførdu øll
síni fúlu, skemtingasomu og fólksligu løg.
Skal takast saman um má sigast, at kvøldið
sum heild riggaði væl. Fólk vóru í góðum lag, og
stemningurin var avbera góður. Tó vóru onkrir
smávegis trupulleikar við tí tøkninliga partinum,
men hetta bleiv eftir øllum at døma fyrigivið, tá ið
allir teir fantastisku undirhaldararnir trinu á pallin.
Nógvar smálutir skulu hóska saman til eitt slíkt
tiltak, tá ið live framførslur eru á pallinum, og
tiltakið skal sendast beinleiðis í Rás2. Til tíðir vóru
nakrir smáir trupulleikar at hóma við ljóðinum, men
sum heild ávirkaði hetta ikki kvøldið stórvegis –
heldur ikki fyri tey, sum hava lurtað kring landið.
Undir øllum umstøðum vil Miðlahhúsið takka
øllum teimum, sum gjørdi hetta kvøldið til enn eina
succés, og soleiðis hjálpti okkum, at heiðra teimum
bestu innan føroyskan tónleik.
Samanumtikið...