Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29. desember 2009 · Sosialurin 3 Barbara Holm Barbara@sosialurin.fo Fløgan hevur verið ógvuliga væl móttikin, og er heldur øðrvísi enn hennara fyrra fløga “Love is Dead” frá 2007. Við sera jaligum tekstum og tónum, hevur Guðrið veruliga gjørt um seg við nýggju fløguni, og hevur framført á festivalum og øðrum konsertum í ár. Guðrið Hansdóttir telist millum mest virdu tónleikanøvnini innan singer/songwriter stílin í Føroyum. Higartil hevur hon útgivið tvær fløgur , „Love is Dead“ frá 2007 og „The Sky Is Opening“ frá 2009, og báðar eru og hava verið nógv spældar í føroysku loftmiðlunum. Guðrið hevur við egnum sangtilfari vunnið sær viðurkenning frá eitt nú danska tíðarritinum Gaffa og afturat føroyingum hava eisini íslendingar, danir, norðmenn og týskarar havt vitjan av evnaríku songkvinnuni. Guðrið er kend fyri at hava sínar framførslur í vøkrum, litríkum kjólum, og síðani sangirnir komu út á fløguna “The Sky is Opening”, hava teir fingið nógva viðurkenning, sum teir hava uppiborið Hon hevur fyri stuttum verið í Amerika, og hevur fingið bjóðað at framføra, til ein tann størsta festivalin í Amerika. ÁrSinS ÚtgÁva: the Sky iS Opening guðrið hanSdóttir vann heiðurSløn við fløgu Sínari “the Sky iS Opening”, Og fløgan vann virðiSlønina fyri BeStu ÚtgÁvu 2009