Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · 29. desember 2009 4 Barbara Holm barbara@sosialurin.fo - Uppá nógvar mátar kendist tað væl, at fáa Ársins Herðaklapp. Tað var hugaligt, og kanska ikki minst, tí Frændur ikki vóru tilnevndir til nakra virðisløn. Men tað er rætt, at tað eru teir nýggju bólkarnir, sum verða tilnevndir, og sum man setur fokus á, sigur Steintór Rasmussen Frændur er eitt hugtak Jan Muller, ábyrgdarblaðstjóri hjá Sosialinum, handaði virðislønina til Frændur - Í kvøld fer Planet herðaklappið til – ja, eg havi næstan hug at kalla tað eitt føroyskt tónleikahugtak. Hetta er meira enn bert ein tónleikaútgáva, nakrir sangir, ein konsertrøð, eitt einstakt avrik ella ein tónleikabólkur. Hetta er nakað av tí týdningarmesta og fólkakærasta, føroyskur tónleikur nakrantíð hevur átt – og vit eiga í grundini øll okkara lut í hesum. Hetta er tónleikur við meiningum, yrkingar við broddi, eymar náttar- og kærleiksvísur, fosturlandskærleiki, samfelagsviðmerkingar og veitslusangir alt á føroyskum máli, segði Jan Muller millum annað, tá ið hann handaði virðislønina til Frændur. - Har var nógv gjørt burturúr okkum, frá Jan Muller og Miðlahúsinum, og tí gjørdist vit takksamir og eyðmjúkir at fáa herðaklappi, sigur Steintór Rasmussen. Frændur hava í 25 ára verið fólkakærasti bólkurin í landinum, og hava ferð eftir ferð givið út løg, sum bæði ung sum gomul hava tikið til sín. - Øll tey mongu, sum hava lurtað eftir okkum og dámt okkara sangir í øll hesi árini, eiga heiðurin av, at vit nú fáa Ársins Herðaklapp, sigur Rani Nolsøe. 25 hendingarrík ár Frændur eru upprunaliga sprotnir burturúr virkna ungdómsfelagnum í Klaksvík fyrst í 1980'unum. Manningin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men tó hevur kjarnin alla tíðina verið Steintór Rasmussen og brøðurnir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe. Teir hava síðan fyrstu LP-plátuna ”Saman við tær” verið millum kendastu og best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum. Á fyrstu plátuni hevði Steintór Rasmussen skrivað øll orðini og mestsum øll løgini, men seinni mentu Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe seg eisini sum sangskrivarar. Á plátuni sungu beiggi teirra Niels Chr. Nolsøe og Hanus G. Johansen eisini á nøkrum av sangunum. Í 1986 kom næsta plátan hjá Frændum. Hon bar einfalda heitið “Frændur II”, og hon gjørdist so mikið væl umtókt, at hon skjótt var útseld. Tað sama gjørdi seg galdandi, tá ið plátan seinni varð endurútgivin á fløgu. Plátan var eftir tátíðar máti í Føroyum óvanliga væl produserað, og við klassikarum sum “Føroyar”, ið mestsum hevur fingið status sum eitt alternativ til “Tú alfagra land mítt”, og “Eros”, sum Terji Rasmussen skrivaði og sang, er tað ikki so løgið. “80'ini” var triðja útgávan hjá Frændum, og samstundis gjørdist hetta fyrsta føroyska fløguútgávan, ella ljómfløga, sum tað æt tá. Á plátuni endurnýttu Frændur væleydnaða formularin frá “Frændur II”. Plátan verður tí ikki mett at vera eins orginal og tann fyrra, men kortini gjørdist hon rættiliga vælumtókt. “Mítt land” varð skorin eftir sama leisti, sum tær báðar undanfarnu, og kanska var tað virkandi til, at hendan plátan tykist eitt sindur anonym í mun til hinar báðar. Fleiri góð løg eru tó á plátuni, og mangan vóru “Mítt land” (sangurin) og “Uttanumtos” at hoyra. Svart gull Frá Frændum Frændur valdu í 1997 bæði at ganga teimum á møti, ið ynsktu at fáa nýtt tilfar frá bólkinum, og teimum, sum vildu hava teir bestu sangirnar á somu útgávu. Úrslitið var sera vælumtókta savnsfløgan “Svart gull”. At frændurnir í somu útbering fingu bøtt nøkur arrangement, ið teir vóru vorðnir ónøgdir við, kundi tú sum lurtari frøðast um sum eitt kuriosum, ella ilskast inn á, alt eftir hvussu lagið var. “Svart gull” man vera fyrsta føroyska dupultfløgan, men hetta var tó ikki fyrstu ferð, at gamlar landaplágur blivu samlaðar á einari útgávu. Longu í 1970'unum skipaði Hansemann Tórgarð fyri útgávunum Vit minnast 1 og Vit minnast 2, har gomlu singulpláturnar við Simme & Co, Tey av Kamarinum, Faroe Boys og mongum øðrum kundi fáast á somu plátu. eg vil elSka, eg vil liva Fyri at markera, at nú vóru 20 ár liðin, síðan Frændur fyrstu ferð spældu alment, góvu teir í 2003 út eina fløgubox við teimum upprunaligu plátunum í. Boxin, ið hevði positiva heitið “Eg vil elska, eg vil liva”, var snøgg at líta á og man hava ligið undir mongum jólatræ, tí hon kostaði lítið meir enn ein støk fløga kostar. Anker Eli Petersen hevði prýtt húsan, so nú tóktist cirkulin eftir tjúgu ÁrSinS Herðaklapp: Frændur Á Hvørjum Ári letur miðlaHúSið ÁrSinS Herðaklapp til onkran, Sum Hevur Havt SerStakan týdning Fyri FøroySka tónleikaHeimin. Í Ár gjørdiSt tað Frændur, Sum Í Ár markerað SÍni 25 Ár Á pallinum við einari nýggjari útgÁvu. og við bert FÁum vikum Á baki, eru løg Sum “røddir” og “goyma tað beSta til tÍn”, longu vorin landaplÁgur