Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29. desember 2009 · Sosialurin 5 hendingarík ár av vera fullfíggjaður. Í boxini “Eg vil elska, eg vil liva” eru tó ikki allir sangirnir hjá Frændum. Hesi árini hevur bólkurin havt stakar sangir við á nøkrum savnsfløgum. “Far so væl” var á plátuni “Ung 85”, ið LFÚ tók stig til, og “Balladan um Jésus Escuan” og “Tey dansa eins og skuggar” vóru á fløguni “Amnesty tónar”. Nýggju sangirnir og nýinnspælingarnar á “Svart gull” eru heldur ikki við í boxini. Bæði Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe hava givið út fløgur í egnum navni. Fløgurnar “Millum Frændur” og “Kærleikans vallaraheim” hjá Steintóri Rasmussen kunnu við einum góðum vilja næstan teljast upp í Frændur pláturnar, tí Nolsøe brøðurnir eru báðir við, og sangir av hesum fløgum eru mangan við á skránni, tá ið Frændur spæla. Tað sama er galdandi við minnisfløguni Bjørn Afzelius – “Sangur til frælsi”. Eyðun Nolsøe hevur eisini útgivið egið tilfar. Í 2007 kom útgávan “So Nógvar Røddir”, og eru fleiri vælumtókt løg á hesari fløgu, sum eisini hava verið framførd til Frændur konsertir. SilvurbrúDleypSbrakið Í ár hava Frændur havt silvurbrúdleyp, nú 25 ár eru ligin, síðani bólkurin gav sína fyrstu plátu út. Teir hava verið á rundferð kring landið, og hava enn einaferð prógvað, at teir eru fólkakærasti bólkurin í Føroyum, og at ung sum gomul hava stóran tokka til løg teirra. Í ár er eisini árið, har Frændur hava útgivið enn eina fløgu, nevniliga “Frændur V”. Hon hevur verið á gøtuni í nakrar vikur, og hevur longu selt í fleiri túsund eintøkum. Nb: brot úr tekStiNum eru tikiN frá wikipeDia.org