týsdagur 29. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · 29. desember 2009
6
Barbara Holm
Barbara@sosialurin.fo
Teir byrjaði í Føroyum vit at spæla gomul føroysk
løg, og í 2006 góvu teir fyrstu fløguna út við heitinum
“Tazy”, har fleiri gomul føroysk løg vóru at finna.
Eitt av fyrstu løgum teirra, sum gjørdist eitt hitt í
Føroyum, var lagið “Sasasasa”, sum var innspælt við
eitt sindur av rokki.
Síðani hava teir millum annað verið í Danmark, og
teirra succses har er ikki smávegis. Teir teljast í dag
ímillum best umtóktu bólkar í Danmark, og hava fleiri
ferðir ligið ovast á Boogie listanum hjá DR.
Í 2008 vóru teir í Danska Melodi Grand Prixinum,
har teir gjørdist nummar fýra.
Í Danmark hava teir upplivað mangt og hvat.
Nevnast kann, at teir hava luttikið í MTV Acut, ið er
ein altjóða kapping. 24 bólkar luttóku, og The Dreams
endaðu á einum triðja plássi. Seinni hava teir luttikið
í Global Battle of the Bands, har teir enn einaferð
endaðu á triðja plássi. Tað var eisini undir hesari
kappingini, at teir hittu Chief 1, sum nú er teirra
umboðsmaður.
Fyrsta danska fløgan, ið The Dreams hava útgivið
ber heitið “Den Nye By”, sum hevur verið ógvuliga
væl móttikin í Danmark. Fyrsta sjónbandalagið hjá
The Dreams “La’ Mig Være” fór beinleiðis inn á fyrsta
plássi á Boogielistanum hjá DR. Enn einaferð endaðu
teir á fyrsta plássinum við sjónbandalagnum “Himlen
Falder/Helvede Kalder”, har teir vóru í top 3 listanum
í 10 vikur. Eisini lagið “Backstabber” fór beinleiðis inn
á fyrsta plássi hjá Boogie, og lá ovast í 10 vikur. The
Dreams lógu nummar eitt á árslistanum hjá Boogie
í 2008 við lagnum “Backstabber”, og á øðrum plássi
við lagnum “Himlen Falder/Helvede Kalder”. Eisini
lagið “Ingen kan erstatte dig” er vorðið eitt hitt.
Næsta stigið á leiðini hjá The Dreams, er at
flyta seg víðari út á altjóða marknaðin, og vit
umboðsmanninum Chief1 á odda, eru teir væl ávegis,
at gerast heimskendir.
Teir vóru tíverri ikki til staðar, men sum sæst á
myndini, vóru familjur teirra í REX, og tóku ímóti
virðislønini.
ÁrSinS Lag:
Under The SUn
nýggjaSTa Lagið hjÁ The dreamS “Under The SUn”
vann heiðUrSLøn fyri ÁrSinS Lag 2009.
Teir hava ÁðUr verið TiLnevndir og vUnnið
heiðUrSLønir Á PLaneT awardS, og í Ár fórU Teir
avSTað við heiðUrSLønini fyri ÁrSinS Lag