Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29. desember 2009 · Sosialurin 7 Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Brandur Enni er føddur á Tvøroyri 15. apríl 1989. Hann gjørdist av fyrstan tíð kendur sum partur av væl umtóktu barnafløgunum við Kulum Rótum. 12 ára gamal útgáv hann í 2002 sína debutfløgu, "Waiting in the Moonlight", ið seldi fleiri enn 5.000 eintøk. Síðan 2005 hevur Brandur javnan vitjað í Svøríki, har hann hevur arbeitt saman við lagsmiðunum hjá tónlistaforlagið Air Chrysalis Scandinavia. Samstarvið við Air Chrysalis endaði við, at Brandur varð upptikin á tónleikaskúlan Musikmakarna í Örnsköldsvik í Svøríki. Seinnu árini hevur Brandur lagt seg alt meira eftir at skriva egnar sangir og framføra teir á konsertum og festivalum. Nógv eru tey, ið hava kallað Brand tann mest lovandi unga popptónasmiðjin í føroyskum tónleiki, og soleiðis skuldi tað eisini vísa seg til Planet Awards 2009, tá Brandur gjørdist ársins sangari. - Eg veit, tað er ein klisje at siga so, men eg hevði als ikki væntað, at vunnið hesa heiðursløn, segði Brandur Enni, tá ið hann fekk heiðurslønina sum Ársins Sangari til Planet Awards. Tað var eingin annar enn danski poppsangarin René Dif, sum handaði virðislønina. - Eg havi lurtað nakað eftir føroyskum tónleiki, og eg eri glaður fyri, at Brandur Enni gjørdist vinnarin av hesari virðislønini. Hann hevur uppiborðið tað, segði René Dif frá pallinum. Brandur Enni hevur fyri stuttum givið út fløguna “Sometimes Truth Needs a Lie”, og hevur í hesum sambandi nakrar útgávukonsertir runt landið. ÁrSinS Sangari: Brandur Enni ÁrSinS Sangari 2009 gjørdiSt 20 Ára gamli Brandur Enni, Sum SEinnu Árini hEvur mEnt SEg frÁ at vEra Ein BarnaStjørna til at tEljaSt millum BEStu tónlEikararnar í føroyum. nýggja fløga hanSara “SomEtimES truth nEEdS a liE” Er nýggjaSta dømiÐ um SangSkrivaraEginlEikarnar hjÁ Brandi