Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29. desember 2009 · Sosialurin 11 Barbara Holm barbara@sosialurin.fo - Eg hevði als ikki væntað, at vunnið hesa heiðurslønina, og eg eri so kedd av, at eg ikki kundi verða í REX, at taka ímóti heiðurslønini, sigur Eivør Pálsdóttir. Eivør var fyrstu ferð at síggja á pallinum, saman við bólkinum Clickhaze. Clickhaze var fyrsta stigið á leiðini hjá Eivør, og tey megnaðu eisini at vinna Prix Føroyar við bólkinum í 2001. Síðani tá hevur hon ment seg nógv, og hevur givið fleiri fløgur út, umframt, at hava framført kring heimin. Eisini hevur hon veruliga gjørt seg merkta í eitt nú Íslandi og í Danmark. Hon hevur vunnið eina ørgrynnu av heiðurslønum. Nevnast kann, at hon í 2003 vann heiðursløn fyri ársins songkvinnu og ársins tónleikara í Íslandi. Í 2004 bleiv Eivør Ársins Føroyingur. Í 2005 bleiv hon tilnevnd til seks ymsar heiðurslønir av Danish Music Awards Folk, og vann heiðurin sum ”Ársins songkvinna” og fløga hennara ”eivør” vann”Ársins fløga” í Danmark. Í 2006 framførdu hon millum annað á Tønder Festivalinum og í Tivoli í Keypmannahavn, Eivør hevur í ár útgivið eina LIVE fløgu, har løgini eru upptikin ymsa staðni runt í heiminum. Eitt nú er eitt lag upptikið í Íslandi, har Eivør syngur saman við Teiti Lassen. ÁrSinS Songkvinna: Eivør PÁlSdóttir Eingin annar Enn vakra Songkvinna Eivør PÁlSdóttir fór avStað við hEiðurSlønin Sum ÁrSinS Songkvinna 2009. Eivør hEvur Áður vErið tilnEvnd og vunnið PlanEt hEiðurSlønir, og í Ár EydnaðiSt tað hEnni at gEraSt ÁrSinS Songkvinna