týsdagur 29. desember 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · 29. desember 2009
12
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
- Vit prátaðu um hesa heiðurslønina aftaná vit høvdu
móttikið hana, og vit eru ótrúliga glaðir fyri at hava
vunnið hetta. Vit hava ongantíð vunnið nakað áðrenn,
tí er tað ein stórur heiður, at vinna eina so stóra
virðisløn sum ársins bólk, sigur Finnur Jensen, ein
av oddamonnunum í bólkinum.
Hetta er fyrstu ferð at Páll Finnur Páll hava verið
tilnevndir til Planet Awards. Teir hava einaferð áður
vunnið eina heiðursløn, og tað var til AME 2005,
har teir vunnið heiðursløn, fyri mest spælda lag í
útvarpinum.
- Tað , sum ger hetta heilt serligt er, at fólk hava
brúk pengar uppá at atkvøða fyri okkum. Tað taka vit
sum eitt herðaklapp, sigur Finnur Jensen.
Páll Finnur Páll framførdu eisini í REX
sunnukvøldið, og eins og altíð vóru tað tey
skemtingarsomu, fúlu tabuløgini hjá teimum, sum
domineraðu.
- Vit hildu allir, at tað var eitt ordiliga gott tiltak.
Tað var væl fyriskipað, góður stemningur og gott
fólk. Eg má siga, at eg kanska ikki væntaði, at tað
fór at rigga so væl við gallatemaðinum, men tað var
professionelt og stuttligt alt kvøldið, og fólk vóru við
uppá tað, sigur Finnur Jensen.
Páll Finnur Páll hava verið ein aktørur á
tónleikapallinum í nøkur ár, og bólkurin byrjaði
upprunaliga við teimum trimum Páll Oddur
Rubeksen, Finnur Jensen og Páll Hammer. Síðani
hava teir fingið aðrar tónleikarar aftrat sær, og eru
nú seks tónleikarar í bólkinum.
- Eg føli onkursvegna, at hetta seinasta árið hevur
verið ótrúliga gott hjá okkum. Vit eru umsíðir ein
bólkur við seks limum, og vit eru ikki longur eitt
lítið prosjekt. Eg føli, at fólk taka væl ímóti okkum.
Tey keypa okkara fløgu, koma til okkara konsertir,
og tað er tað sum ger, at vit tíma at blíva við, sigur
Finnur Jensen.
Finnur heldur eisini, at heiðurslønin sum ársins
bólk er ein staðfesting av teirra succses í 2009.
Ársins Bólkur 2009:
Páll
Finnur
Páll
SkemtingarSami, FólkSligi og Fúli
bólkurin Páll Finnur Páll vann
heiðurSlønina Sum árSinS bólkur. teir
hava SeinaSta árið FramFørt til Fleiri
FeStivalar og hava Ferð eFtir Ferð havt
Stórar konSertir, har Fólkið nærmaSt
er á goSið, og tey FleStu Syngja
við til nærum allar Sangir teirra.
teir hava í ár givið út FløguSavnið
“Du veD, at gjørt er gjørt”, Sum
eru tríggjar Fløgur, Sum teir hava
givið út áður, og ein live Fløgu,
Sum var uPPtikin á Futt í býin 2009