Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29. desember 2009 · Sosialurin 13 - Vit hava leingi havt eina kenslu av, at fólk dáma okkum væl. Eg haldi, at tað koyrir betri enn nakrantíð, og hendan virðislønin er ein staðfesting av, at vit hava fatur í onkrum, sum riggar, sigur Finnur Jensen. Nýggja fløgan, “Du ved, at gjørt er gjørt” hevur selt væl, og útlit eru fyri, at Páll Finnur Páll fáa yvirskot av fløgusøluni. Ætlanin er, at ein nýggj fløga skal útgevast fyri hendan pening. Páll Finnur Páll hava, tey seinastu mongu árini, tikið evnið upp í teirra sangum, sum eru heldur tabu í Føroyum. Eitt nú kann nevnast misbrúk av børnum og støðan hjá teimum samkyndu í Føroyum. Men nú halda teir, at hesin dystur er vunnin, og nú skulu teir víðari í hernað móti tabu. - Eg og Páll Oddur hava tosað nógv um at endurnýggja okkum, og taka nýggj evni upp. Tíðirnar eru broyttar síðani vit byrjaðu at skriva tekstir, og nú er tíðin búgvin til, at vit endurnýggja okkum, og gerast betri tekstskrivarar, sigur Finnur Jensen . Hvørt tíðin er farin frá fúlum tekstum er ilt at siga, men kortini má staðfestast, at tað, sum ger Páll Finnur Páll øðrvísi enn aðrar bólkar er, at teirra tekstir eru fúlir, fólksligir og lættir at skilja. - Tað, sum í síðsta enda ger, at okkara konsept heldur, eru góð løg, og sangir, sum ikki eru alt ov háfløktir, ikki alt ov hámentaðir, men meira dagligdags, sum fólk kunnu relatera til. Tað ger okkum fólksligar. Eg veit ikki, hvussu nógv tað fúla fyllir. Vit trýsta kanska á okkurt innara perverst svín hjá fólki, sum ger, at tey ríva seg leysan frá dagligdegnum, sigur Finnur Jensen.