týsdagur 29. desember 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · 29. desember 2009
14
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Hóast bert eitt ár baki, so hevur Oniontree spælt til
nógv tiltøk, eitt nú í Vega við The Dreams, og Náttin
er ung í Høllini á Hálsi.
Bólkurin hevur leingi arbeitt við EP’ini, og
sjálvt um tað hevur verið strævið við tí fíggjarliga
partinum, so hevur bólkurin kortini megnað, at
fingið EP’ina útgivna. EP’in berir heitið, “Solitude”,
sum eisini er eitt av løgunum á fløguni. Lagið “The
Machine” hevur seinastu vikurnar ligið nummar eitt
á 15 teimum bestu hjá Kringvarpinum.
Fløgan er upptikin í Kris-stuff studio hjá Kristoffer
Mørkøre, og ljóðblandað av kenda danska metal-
miksaranum, Jacob Hansen, og hann segði soleiðis um
Oniontree á heimasíðuna hjá sær, www.jacobhansen.
com: ”Oniontree – Føroyingar megna altíð at taka
meg av bóli. Hesin bólkurin er púra ókendur, men
megnaði kortini at bergtaka meg. Tónleikurin er ikki
heavy metal, men meira rokk/popp kendur. Eg havi
ljóðblandað fýra løg, sum eg vil viðmæla øllum at
lurta eftir.”
Oniontree finnur í stóran mun íblástur úr punk og
alternativum tónleiki. Harafturat úr øðrum hørðum
og bleytum tónleiki. Bólkar, ið teir hava fingið íblástur
frá eru til dømis Rise Against, Angels & Airwaves og
heimskenda og vælumtókta Linkin Park.
Bólkurin eisini í fer við at tilrættisleggja ein
‘Føroyar Release Tour’.
Sangurin “Solitude” er við í einari kapping, sum
eitur, “The best new song in the world”, og liggur
til at koma víðari í kappingini. Til ber at atkvøða fyri
sanginum á www.thebestnewsong.com.
Manningin í Oniontree er Sigmund Jørgensen,
gittar og sang. Fríði Tanggaard Bjørgvin, gittar og
kór. Jan Mýrá, bass. Magnus Ovason, trummir.
BeSti Nýggi Bólkur:
ONiONtree
SpildurNýggi rOkk- puNk BólkuriN ONiONtree vaNN í
ár virðiSløN fyri árSiNS Nýggja Bólk. teir eru fýra í
BólkiNum, Og hava fyri Stuttum útgivið eiNa fløgu.
tað er eiN SOkallað ep, Sum iNNiheldur 4 løg
- tað hevur giNgið ótrúliga Skjótt fyri
Seg hjá Okkum. vit hava ligið Nummar eitt
á 15 teimum BeStu, Og Nú hava vit vuNNið
heiðurSløN Sum BeSta Nýggja Bólk. tað er
faNtaStiSkt, Og má merkja, at vit hava fatur
á tí rætta, Sigur fríði taNggard BjørgviN,
eiN av OddamONNuNum í ONiONtree