týsdagur 29. desember 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 29. desember 2009
27
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýndu samkenslu,
tá elskaða kona mín
Marna Petersen
Saltangará
fór heim til Harran. Gud signi tykkum øll.
Somuleiðis ynski eg ætt, vinum og kenningum eitt av
Harranum signað nýggjár.
Frants Petersen
Tøkk
Eg takki hjartaliga tykkum øllum av
bygd og í bý og uttanlands, sum vóru við
til at gera mín áttatiára føðingardag so
hugnaligan.
Takk fyri røður og fyri sangin og takk øll
tit, sum hjálptu til við at gera alt so væl
til reiðar.
Eg ynski tykkum øllum eitt gott og
eydnuríkt nýggjár.
Blíðar heilsanir
Poula Apol
Andlát og jarðarferðir
Hjørleif Waag Høgnesen, organistur, Klaksvík, andaðist
3. jólamorgun á Landssjúkrahúsinum, 84 ára gamal.
Óli á Grømma, ættaður av Viðareiði, fer til gravar úr
Hammel kirke, Vestergade 9 í Hammel, mikudagin kl. 13.
Anna Maria Mellemgaard, fødd Olsen, fyrrverandi
sjúkrasystir, ættað úr Árnafirði búsitandi í Klaksvík,
andaðist á Norðoya Røktar- og Ellisheimi sunnudagin, 91
ára gomul. Farið verður úr Kapellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi týskvøldið kl. 18 heim í Christianskirkjuna.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni mikudagin kl. 13.
Petrina Kristensen, fødd Hauritz, ættað av Tvøroyri,
andaðist 1. jóladag, 86 ára gomul, í Stensved í Danmark.
Sunnudagin andaðist Salmon Johannesen, Hellur, í Vestur-
stovu í Fuglafirði, 95 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Bøn-
húsinum á Hellum hósdagin kl. 12. Tey, ið vilja minnast
Salmon, kunnu lata Vesturstovu eina gávu, konto í Føroya
Banka.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
29. desember. Nóa. Dagur til minnis um mannin, sum
gjørdi ørkina (1. Mós. 6-9).
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Sunnumorgunin 27. desem-
ber andaðist Hjørleif Waag
Høgnesen á Landssjúkra-
húsinum, 84 ára gamal.
Hjørleif var klaksvík-
ingur, føddur 13. januar í
1925. Foreldrini vóru Turid
og Jóan Magnus Høgnesen,
hon úr Vági í Klaksvík og
hann úr Leirvík. Hjørleif
var elstur av fýra brøðrum,
hinir eru Róland, sáli, Sím-
un og Hjalmar.
Tá Skonnartin Ernestine
fórst undir Selvíksbjørgun-
um í Íslandi tann 26. mars
1930, var pápin, Jóan
Magnus, ein av teimum
sum fórust. Tá sat mamman
eftir við fýra dreingjum,
sum vóru undir fimm ára
gamlir, har Hjørleif var
elsur.
Á ungum árum arbeiddi
Hjørleif hjá mammubeiggj-
anum, Einari Waag, har
hann var bilførari. Seinni
fór hann undir egið virk-
semi, og eitt langt skifti
mundi hann teljast millum
teirra í Klaksvík, sum
høvdu flest fólk í arbeiði.
Hann rak bilstøðina Auto
og átti sjálvur nógvar hýru-
vognar, eins og buss, sum
koyrdi runt vágna. Seinni
hevði hann eisini bilverk-
stað, har bæði bilar hjá
honum og øðrum vórðu
umvældir.
Umframt bilstøð hevði
Hjørleif egnan kolonial-
handil og koyrdi skúlabørn
á Norðoyri, Strond og
Ánunum og eitt stutt skifti
eisini Norður um Fjall til
Klaksvíkar í skúla. Hann
var urguleikari í Christians-
kirkjuni í 40 ár, eins og
hann eisini var urguleikari
í Emmaus.
Hjørleif hevði stóran
alsk til bygdina Hattarvík,
og átti hann summarhús
har til fyri stuttum. Hattar-
vík var hansara frístaður,
tá farast skuldi frá dagliga
arbeiðinum. Tað mundu
verða fá summør at Hjør-
leif ikki samlaði alla sína
familju í hugnaliga summ-
arhúsinum
í
Hattarvík,
sum eisini eru barndóms-
heimið hjá konuni.
Í 1954 giftist Hjørleif
við Tórgerð, f. Thomassen,
ættað úr Hattarvík. Tey
fingu fýra børn: Turið,
Eyð, Lív og Leif sum øll
búgva í Klaksvík.
-red
Hjørleif Waag Høgnesen farin
Sunnudagin 20. desember
andaðist Petur Jacobsen,
vanliga nevndur Petur hjá
Sjeddik, í Havn, 69 ára
gamal.
Petur var helst best
kendur sum brandmaður
hjá Tórshavnar Sløkkiliði,
har hann arbeiddi í meira
enn 30 ár. Hann var annars
útlærdur elektrikari - lærdi
hjá
Leif
Mohr.
Hann
koyrdi við egnum hýru-
vogni á bilstøðini Taxa í
Havn fyrst í 60-unum.
Eisini arbeiddi í Thule í
eitt ár og sigldi úti við skip-
um hjá DFDS. Áðrenn Pet-
ur fekk starv á Brandstøð-
ini, arbeiddi hann í sjey ár
hjá elfelagnum SEV.
-red
Til minnis um Petur Jacobsen
Myndin er tikin fyri fimm árum síðan, tann 15. desember 2004, tá Petur hevði 30 ára
starvsdag á Brandstøðini. Her er hann saman við Kartna Jacobsen, brandmeistara, og Jan
Christiansen, táverandi borgarstjóra