týsdagur 29. desember 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 248 - 29. desember 2009
Gullbrúdleyp
12. jan. hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í
Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í
Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. hava Guðny Krossteig Mortensen og
Eyðfinnur Mortensen, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin
fyri innbornum á Hotel Føroyum.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda vit silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í
Skálanum í Klaksvík frá kl. 16. Julianna og Olivur Thomsen.
70 ára føðingardagur
Erhard Mortensen 70 ár. Vælkomin í føðingardag! Hósdagin
31. desember fylli eg 70 ár. Føðingardagurin verður hildin í
Posthúskjallaranum í Tórsgøtu millum klokkan 11-17, og eru
øll hjartaliga vælkomin. Eg gleði meg at síggja tykkum.
80 ára føðingardagur
30. des. verður Asta Larsen Tvøroyri 80 ár. Dagurin verður
hildin saman við familjuni.
85 ára føðingardagur
Sunnudagin 3. jan. verður Steingrim Joensen, Argjaboðagøta
32, Argir, 85 ár. Dagurin verður hildin í AB-húsinum við
fótbóltsvøllin á Argjum sunnudagin 3. jan frá kl. 13-17. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
merkisdagar
Í dag 29. desember eru 145
ár síðan handilsvirkið Nicla-
sen í Sørvági byrjaði sum
ein úthandil hjá Jóhan Mort-
ensen á Tvøroyri.
Í 1856 var einahandilin
avtikin í Føroyum, tá sluppu
føroyingar sjálvir at hava
handil. Sama ár byrjaði
Jóhan Mortensen handil sín
á Tvøroyri. Jóhan var virkin
maður, og í árunum eftir
komu fleiri úthandlar kring
landið. Ein av hesum úthandl-
um kom at vera í bóndahús-
unum hjá Niclas Samuelsen í
Sørvági, nevnd Norðstova.
Hesin úthandil varð stovn-
aður í 1864, og handlaði
mest við matvørum, byggi-
tilfari og ymiskum neyð-
synjarvørum at byrja við.
Niclas fekk fyrsta handils-
loyvi í familjuni tann 29.
desember hetta árið.
Niclas Samuelsen var um
tað mundið komin væl til
árs, og longu í 1872 tók son-
ur hansara, Dánjal Niclasen
(Ríki-Dánjal), ið tá var 31
ára gamal, við. Niclas doyði
í 1896. Dánjal helt á til ár
1900, tá hansara dagar vóru
taldir og árarnar lagdar inn.
Tá tók sonurin Niclas Nicla-
sen við.
Eftir aldarskiftið gjørdist
virksemið hjá fyritøkuni
størri, og í 1916 kom post-
hús eisini í Norðstovu. Post-
flutningurin til Bø, Gásadals
og Mykinesar var eisini
røkt av felagnum.
Frá 1905 og fram til 1925
keypti fyritøkan sjey smærri
6-10 tons dekksbátar, og
fiskurin varð virkaður í Sør-
vági. Hildið var fram við
hesum fiskiskapi til fyrst í
30-árunum,
tá
felagið
byrjaði at keypa sluppir.
Samstarvið við Morten-
sen helt fram til eftir fyrsta
veraldarbardaga, tá Handils-
virkið Niclasen byrjaði at
innflyta sjálvir.
Í 1939 varð Dánjal Nicla-
sen settur sum stjóri í fyri-
tøkuni. Meðan seinni heims-
bardagi herjaði, varð einki
nýtt skip keypt, men beint
eftir kríggið komu teir trígg-
ir snurruvoddarnir: Vestur-
leið, Vestursøki og Vestur-
leiki, og í 1947 kom Vestur-
skin, ið var trolari. Best
kendur av hesum bátum er
ivaleyst
Vesturleið,
sum
felagið setti inn í ferðafólka-
og farmasigling millum Mið-
vág og Havnina. Handils-
virkið Niclasen hevði eisini
siglingina til Mykinesar.
Eftir kríggið komu fleiri
30-tons bátar til bygdina, og
onkrar av hesum átti Nicla-
sen upprunaliga, meðan teir
uppkeyptu aðrar. Hetta var
so mikið trygt rávørugrund-
arlag, at Niclasen í 1954
settu á stovn eitt flakavirki.
Hetta var fyrsta flakavirkið í
landinum. Dánjal Niclasen
var stjóri, meðan virkisleið-
arin fyrstu fýra árini var
Brynjálvur Mortensen, lang-
abbasonur
gamla
Jóhan
Mortensen, sum stovnaði
Mortensenshandilin á Tvør-
oyri. So á ein hátt rann sam-
an aftur millum fyritøkur-
nar.
Tá Dánjal Niclasen and-
aðist í 1971, tók Niclas
Niclasen
við
starvinum
sum stjóri í fyritøkuni og í
1992 tók Jørgen Niclasen
við sum stjóri.
Eins og í byrjanini fyri
145 árum síðan, er tað
handil, sum fyrtøkan fæst
við í dag við eini timbur-
deild við m.a. timburi, mál-
ing og stoypitilfari og eina
byggibúð við amboðum,
búnýti, prýðislutum, báta-
og navationsútgerð eins og
ymiskum til urtagarðin.
Í dag er Edward Niclasen
stjóri og Birgir av Vollanum
dagligur leiðari í Handils-
virkinum Niclasen.
-red
Handilsvirkið Niclasen 145 ár
Handilsvirkið Niclasen í Sørvági er ein av elstu fyritøkum í landinum
Norðstovuhandilin sum hann upprunaliga sá út
Lesið
-so eru tit við!
nøvn