týsdagur 29. desember 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 29. desember 2009
Chelsea økti um
leiðsluna
Tætt er millum dystirnar í ensku Premier League í hesum
døgum. Chelsea spældi leygardagin javnleik móti
Birmingham, og longu í gjár var oddaliðið aftur í eldinum.
Her hótti eitt tap móti Fulham, sum eftir bara fýra
minuttir legði seg á odda. Og tann støðan helt sær, til gott
korter var eftir at spæla.
Tá javnaði Drogba, og bara tveir minuttir seinni gjørdi
Fulham sjálvmál, soleiðis at Chelsea aftur fekk økt um
munin í oddinum. Har er Chelsea nú fimm stig framman fyri
Manchester United, sum mikudagin spælir á heimavølli
móti Wigan.
Úrslitini í gjár
Tottenham-West Ham 2-0
Blackburn-Sunderland 2-2
Chelsea-Fulham 2-1
Everton-Burnley 2-0
Stoke-Birmingham 0-1
Wolves-Manchester City 0-3
Portalurin sendur apríl
Talan var eftir øllum at døma um apríl-søgu í desember, tá
portalurin í gjár endurgav útlendskar miðlar fyri at skriva, at
ríki Manchester City-eigarin vil keypa Real Madrid.
Í Spania er 28. desember nevnliga dagurin, tá tey senda
fólk ”apríl”, ella inocentadas, sum tað verður rópt har.
Tí var skrivingin um, at Sheikh Mansour Bin Zayed Al
Nahyan nú ætlaði sær at keypa sjálvasta Real Madrid, bert
ein apríl-søga hjá einum av stóru sponsku bløðunum.
-mørk
Beckham er í
HM-myndini
Er David Beckham nóg væl fyri, so er hann sjálvskrivaður í
enska HM-hópinum, sigur Fabio Capello.
Italski landsliðsvenjarin hjá Onglandi hevur áður sagt, at
hann hevur mest sum gjørt av, hvørjir spælarar mann
HM-hópin hjá Onglandi.
Og nú sigur hann, at David Beckham avgjørt telist millum
teir, sum hann ætlar sær at hava við til Suðuarafrika.
- Sjálvandi er hann tað. Spælir hann væl og er hann væl
fyri kropsliga, so skal er hann við í hópinum. Eg hugsi ikki
um aldurin, tá eg taki hópin út. Eg hugsi um kvalitetir, og
hesum hevur Beckham ovmikið av, sigur Fabio Capello við
blaðið Gazzetta dello Sport.
Eins og hann var tað í vár, so er David Beckham í løtuni
leigaður frá LA Galaxy til AC Milan. Fyrst og fremst, tí
spælarin sjálvur ynskir at hava bestu fortreytirnar at
fyrireika seg, so hann er aktuellur til HM-hópin.
Eivind Jacobsen sigur seg
hava fingið boð um, at
hann er óynsktur í Tjaldri.
Avleiðingin er, at hann
tekur seg úr nevndini, tá
felagið hevur aðalfund í
januar mánaði
Á vøllinum er eingin ivi um, at Adina
Petrea og rumensku lands felagar
hennara vóru heilt stóra orsøkin til,
at Tjaldur í vár kundi rópa seg
føroyameistara í kvinnu hondbólti.
Meistaraheitið var tað fyrsta hjá
felagnum, og hetta var úrslit av
teirri ætlan, sum varð sett í verk, tá
Eivind Jacobsen fyri góðum trimum
árum síðani gjørdist formaður í
fe lagnum. Málið var tá fyrst og
fremst at vinna felagið upp aftur
millum tey fremstu, og síðani at
føra Tjaldur upp á ovastu rók. Nak-
að, sum eydnaðist við meistara-
heitinum.
Um finaludystir og steyp eru
søga í Tjaldri, er ikki greitt. Men tað
tykist greitt, at Eivind Jacobsen er
um at vera søga.
Við Kringvarpið segði formaðurin
beint undan jólum, at hann hevði
fingið at vita, at hann ikki longur er
ynsktur í felagnum.
– Eg havi fingið at vita, at eg eri
óynsktur í felagnum, og fríggja dag-
in tók eg avgerðina. Eg eri liðugur
við Tjaldur. Eg ynski teimum alt tað
besta. Men eg vóni sanniliga, at tað
er onkur við nógvum peng um, ið er
komin inn ístaðin. Annars steðgar
felagið upp rættiliga skjótt, sigur
skjótt fyrrverandi formaðurin við
Kringvarpið.
Skal av beinkinum
Ein annar av høvuðsmonnunum í
Tjaldri er Niels Peter Bech, sum eitt
skifti eisini var formaður í felagnum.
Hann segði við Kringvarpið, at tey
hava sagt við Eivind, at spælararnir
ikki vilja hava hann á beinkinum.
Tær vóru allar samdar um, at tær
vildu ikki hava formannin, Eivind
Jacobsen, sitandi á bonkinum undir
dysti. Tað fekk hann at vita eftir
fundin síðsta mánakvøld, og tað var
eisini einasta kravið frá teimum.
Men Eivind er ikki koyrdur úr
felagnum, sigur Niels Peter Bech.
Tjaldur missir pengamannin
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Frøin var stór, tá Tjaldur
í vár vann FM-heitið í
kvinnuhondbólti. Nú er
tó vátt komið í reiðrið
millum formannin,
Eivind Jacobsen, og
restina av felagnum