Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 249 - 30. desember 2009 Smyril Line bjóðar áhugavert og avbjóðandi lærupláss sum gastronomiskur kokkur í ein- um al tjóða um hvørvi. Læru tíð- in er 3 ár og 9 mán aðar. 47 vikur av lærutíðini er á skúla í Aalborg, harav 20 vikur eru grundskeið. Vit vænta, at tú: · ert kreativur, lagaligur og hevur ábyrgdarkenslu · hevur hug og evni at arbeiða saman við øðrum · kanst arbeiða sjálvstøðugt · ert fl eksibul og hevur gott sinnalag Vit bjóða: · eitt spennandi og krevj andi starv á einum stór um og fjølbroyttum arbeiðs plássi · góðar umstøður og gott arbeiðsumhvørvið · góðar møguleikar fyri per són ligari og fakligari menn ing · arbeið og frítíð í lut fall inum 1 til 1 Setanarviðurskifti Starvið verður lønt sambært galdandi sátt mála. Størvini verða sett skjót ast gjørligt, men vit bíða fegin eftir tí rætta. Umsøkjarar, ið hava lokið grund skeið innan kokkafakið, hava fyrimun. Lærutíðin verður í hesum sambandi stytt við 20 vikum. Umsóknir og CV skulu send ast við telduposti til hesa tilskrift innan mánadag 1. februar: chef.manager@norrona.fo Tel. 344850 / 344835 Søkt verður eftir gastronomiskum kokka næmingi til galluna umborð á Norrönu at byrja skjótast gjørligt. GASTRONOMISKUR KOKKANÆMINGUR TIL NORRÖNU Smyril Line varð stovnað í 1982, og er í dag ein altjóða fyritøka við skriv - stovum í Føroyum, Íslandi, Týsklandi og Danmark. Um framt egnar skriv- stov ur, hev ur felagið eisini aðal sølu- umboð í Bretlandi, Beligu, Frak landi, Hollandi, Italiu, Pó landi og Svøríki. Smyril Line hevur eisini tætt samstarv við samstarvs felagar í megin part - inum av evrop eiska megin land inum og rest ini av út heiminum. SMYRIL LINE · YVIRI VIÐ STROND 1 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE.FO Børn og ung eru stórbrúkarar av teldu­ spølum, interneti og sjónvarpi vísa nýggj tøl frá barna­ og ung­ dómsindeksinum hjá Gallup­stovninum. Tølini órógva kortini ikki granskarar! UngdómUr Snorri Brend Danmark: Fimm ára gomul børn brúka í miðal hálvan fimta tíma til miðlar hvønn einasta dag. Og tey 14-16 ára gomlu brúka 10 tímar til hetta um dagin, skrivar søndagsavisen.dk. Tað sum órógvar mong er, at tímatalið er hækkandi: Eftir bert tveimum árum er miðlanýtslan hjá teimum ungu hækkað við 1,5 tíma um vikuna. Orsøk er kortini ikki til at óttast, heldur ein serfrøðingur í nýtsluni hjá børnum og ungum av talgildum miðlum. - Vit hava fingið miðlar, sum nøkta nakrar av mátunum sum børn spæla, samskifta og eru saman við øðrum uppá, sigur Birgitte Holm Sørensen. Hon er professari á Dan- marks Pædagogiske Universi- tetsskole á Lærda Háskúl- anum í Århus, og er haraftrat forkvinna fyri Medierådet for Børn og Unge. Telduspøl Tað eru serliga telduspølini sum virka dragandi uppá børn og ung við síni av- bjóðing, kappingarevni og søgu. - Mong “univers” í teldu- spølunum hava bókina í sær, vísir Birgitte Holm Sørensen á. Telduspøl, internet, út- varp og sjónvarp nøkta í dag sama tørv sum spøl og bøkur gjørdu áður. Sam- stundis skapa tey ein heilt nýggjan máta hjá børnum og ungum til samveru. - Telduspøl og sjónvarp kunnu saktans vera partur í samveruni við onnur børn, og tí nýtist hetta ikki bein- leiðis at vera ein trupulleiki, sigur miðlagranskarin, Anne Mette Thorhauge. Miðlagranskarin, sum starvast við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn kemur eisini við góðum ráðum til foreldrini um, hvussu tey kunnu síggja um nýtslan av miðlunum er ov stór: - Tey spæla ov nógv, tá tað hevur negativar av- leiðingar í gerandisdegnum, - altso um tað gongur út yvir vinarlagið ella skúlan, sigur altso Anne Mette Thorhauge. 10 tímar við skíggjan um dagin ” Tey spæla ov nógv, tá tað hevur negativar avleiðingar í gerandisdegnum, - altso um tað gongur út yvir vinarlagið ella skúlan Ung brúka meiri og meiri tíð frammanfyri skíggjan, vísir donsk kanning savnsmynd Vestmanna: Eftir eitt ávíst samskifti millum Fíggjarmálaráðið og Vestmanna Kommuna eru tey vorðin samd um ein leist, soleiðis at vestmenningar eisini fáa sítt røktarheim (sí tekning). At byrja við vóru Fíggjarmálaráðið og kommunan ikki samd um, at fíggjarætlanin hjá kommununi leyk allar tær treytirnar, sum settar vóru kommununi í sambandi við lántøkuna til røktarheimsbyggingina. Seinni samtykti bygdarráðið at broyta fíggjarætlanina, so ongin ivi skuldi vera um, at allar treytir vóru loknar. - Nakrar sparingar eru nú gjørdar, soleiðis at hallið fyri 2010 lækkar úr góðum 3,5 niður í 2,8 mió krónur, verður sagt úr Vestmanna kommunu. Váttan er nú komin frá Fíggjarmálaráðnum um, at broytta fíggjarætlanin lýkur teirra treytir, og at Fíggjarmálaráðið tí hevur givið Almannamálaráðnum boð um at senda kommununi eina váttan um stuðul. Um onki óvæntað hendir, so verður byrjað upp á røktarheimið í februar ella mars 2010.  sb. Byrja uppá røktarheimið í mars