týsdagur 11. desember 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 239 - 11. desember 2001
Nr. 239 - 11. desember 2001
25
– Men prinsipielt
haldi eg, at
arbeiðsfólk á sama
arbeiðsplássi eiga at
vera saman um
avgerðirnar
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í Sosialinum herfyri skriv-
aðu vit, at ein ávís togan
hevur tikið seg upp um
døgurðatíman á flakavirk-
inum, Kósini. Undir eini at-
kvøðugreiðslu á virkinum,
vildu 89 heldur hava ein
matarsteðg millum 12 og
13 enn at fara heim til døg-
urða. Ein slík broyting
hevði merkt, at vanligi ar-
beiðsdagurin var liðugur kl.
16 ístaðin fyri kl. 17. 31
fólk vóru ímóti at broyta
døgurðatíman og 7 atkvøð-
ur vóru blankar.
Skipanin við matarsteðgi
uppá ein hálvan tíma mill-
um 12 og 13 merkir, at ar-
beiðsfólkið
ikki
missir
hendan tíman á lønarseðl-
inum, tí døgurðatímin gev-
ur dupulta løn. Ístaðin end-
ar arbeiðsdagurin kl. 16, og
verður arbeitt longri enn
tað, fáa tey yvirtíðarløn
eftir kl. 16.
Í Klaksvík eru tvey ar-
beiðarafeløg, sum umboða
ávikavist kvinnur og menn.
Feløgini skulu góðtaka eina
slíka avgerð, um hon skal
setast í verk. Hetta var
eingin trupulleiki hjá ar-
beiðskvinnufelagnum, men
arbeiðsmannafelagið segði
seg ikki kunna taka støðu.
Eitt slíkt svar kundi leiðsl-
an á Kósini ikki brúka til
nakað, og tískil er einki
hent við døgurðatímanum á
Kósini enn; fólk fara heim
til døgurða sum vanligt, og
eingin veit, nær ella um
skipanin, ein stórur meiri-
luti av arbeiðsfólkinum vil
hava, verður sett í verk.
Atkvøða hvør sær
Av teimum 5 nevndarlim-
unum í arbeiðsmannafel-
agnum, arbeiða teir fýra á
Kósini, og sum skilst, er
nevndin í felagnum ónøgd
við, at arbeiðsfólkið undir
umrøddu atkvøðugreiðsl-
uni ikki atkvøddi hvør sær,
t.v.s. konufólkini fyri seg
og mannfólkini fyri seg. Á
hendan hátt hevði felagið
havt eina greiðari mynd av,
hvat menninir vilja.
– Trupulleikin er, at her
eru tvey feløg og eitt ar-
beiðspláss, sigur Hergerð
Joensen, næstformaður í
Klaksvíkar Arbeiðskvinnu-
felag.
Hon dugur tó ikki at
síggja, hví arbeiðsfólkið
júst í hesum førinum skal
atkvøða hvør sær, tí talan er
um eitt og sama arbeiðs-
pláss.
– Vit tóku úrslitið til
eftirtektar, tí meirilutin var
so stórur, sigur hon.
Hon vísir á, at arbeiðs-
fólkið á Kósini annars at-
kvøður saman um onnur
viðurskifti.
– Skulu kvinnu og menn
atkvøða hvør sær um døg-
urðatíman, haldi eg, at hetta
eisini eigur at vera gald-
andi, tá ið atkvøðast skal
um eitt nú álitisfólk, starvs-
fólkaumboð og trygdar-
umboð.
Hergerð heldur annars
prinsipielt, at arbeiðsfólk á
sama arbeiðsplássi eiga at
vera saman um avgerðirnar.
Tíðir broytast
– Tá ið ein so stórur meiri-
luti ynskir at stytta dagin
við einum tíma, og tey nú
hava møguleika til tess,
dugi eg ikki at síggja, hví
feløgini skulu seta seg upp
ímóti hesum.
Hergerð vísir á, at fyrr
vildu fólk altíð sleppa heim
til døgurða, tí skúlabørnini
komu heim til døgurða. Í
dag hava børnini matpakka
við og koma ikki heim, fyrr
enn skúlin er liðugur.
– Tey, sum hava børn, ið
koma heim úr skúlanum út
á seinnapartin, hava ampa
av, at børnini eru so leingi
einsamøll; tí hevði tað
passa nógvum foreldrum
betri, um arbeiðsdagurin
var liðugur kl. 16 heldur
enn kl. 17.
Á Kósini er stór kantina,
sum tekur eini 170-200
fólk. Har gera tey døgurða,
og tey eru ikki so fá, sum
ikki fara heim til døgurða,
men eta máltíðina á virkin-
um. Nøkur keypa sær eisini
døgurða heim við.
– So, karmarnir um at
hava matarsteðg millum 12
og 13, eru teir bestu, sigur
nevndarlimurin.
Hvat hendir nú, spurdu
vit Hergerð, sum eisini eru
í nevndini í P/F Kósini?
– Málið er steðgað fyri-
bils, tí leiðslan vil eingi stig
taka, so leingi arbeiðs-
mannafelagið ikki hevur
tikið støðu, sigur hon.
Døgurðatímin avtikin
á Roykivirkinum
Hergerð Joensen vísir á, at
fyrr í ár ynsktu tey, sum ar-
beiða á Roykivirkinum,
Pure Water, at hava ein
matarsteðg í døgurðatíman-
um og so sleppa ein tíma
fyrr til hús.
– Virkið sendi okkum ein
lista, har fólk, sum ynsktu
matarsteðg, høvdu skrivað
undir. Eingin var ímóti.
Størsti parturin av arbeiðs-
fólkinum á Pure Water eru
kvinnur.
Nevndarlimurin sigur, at
tað var eingin trupulleiki
hjá felagnum at taka undir
við hesum.
– Skipanin á Roykivirk-
inum byrjaði fyri summar-
frítíðina, og sum skilst, eru
tey fegin um broytingina,
sigur Hergerð Joensen.
Hergerð Joensen, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag:
Skulu vit atkvøða hvør sær um døgurðatíman,
skulu vit atkvøða hvør sær um alt
Besta og í longdini
bíligasta loysnin á
kreppuni á B6 er at
seta fleiri sjúkra-
systrar í fast starv
TÍÐINDASKRIV
Hjálparlæknaráð Føroya
Støðan á deild B6 á Lands-
sjúkrahúsinum er vorðin
sera spent, og lítið røkist
fyri einari loysn, nú 18
sjúkrasystrar hava sagt upp
pr. 1.januar. Deildin er ser-
deild fyri ymsar medisinsk-
ar sjúkur, og sjúkrasystr-
arnar sum arbeiða har hava
serkunnleika
um
hesar
sjúkur. Fyri stuttum var
eisini settur ein yvirlækni
fyri serliga at vara av hesi
deild, eftir at deildin ikki
hevur havt ein yvirlækna
við hesari funktiónini í
fleiri ár.
Vónandi fer hesin ser-
kunnleiki ikki í upploysn,
nú útlit eru fyri, at deildin
ikki kann virka sum higartil
eftir 1. Januar 2001. Hóast
umstruktureringar
sum
kunnu bøta um verstu av-
leiðingarnar fer hetta uttan
iva at føra við sær verri við-
urskifti á fleiri økjum. Fyrst
og fremst fyri diagnostiser-
ing, viðgerð og røkt av
sjúklingunum við áður-
nevndu sjúkum, men eisini
onnur viðurskifti sum t.d.
útbúgvingarviðurskiftini
fyri eitt nú yngri læknar.
Hjálparlæknaráð Føroya
skilir væl, at sjúkrasystr-
arnar sum nú hava sagt upp
hava ætlanir um at arbeiða
via eitt vikarbureau fyri
eina hægri tímaløn enn
tímaløntar eru vanar við í
løtuni. Sum er fáa tímalønt-
ar
sjúkrasystrar
ikki
kompensatión fyri, at tær
ikki eru umfataðar av sátt-
málarættindum sum t.d.
pensjón, løn tá tær eru sjúk-
ar og 1. sjúkradag hjá barni.
Hinvegin heldur Hjálpar-
læknaráð Føroya ikki, at
tað er gott fyri kontinuitetin
at grunda arbeiðið hjá
sjúkrasystrunum
á
eitt
vikarbureau, sum eisini
kann koma at kosta dýrt.
Við hesum í huga vil
Hjálparlæknaráð
Føroya
heita á leiðsluna á Lands-
sjúkrahúsinum at ganga
krøvunum hjá sjúkrasystr-
unum á møti við at seta
fleiri sjúkrasystrar í fast
starv á B6. Hetta hevði
forðað fyri, at deildin dettur
niður fyri 1. januar, hevði
tryggjað sjúkrasystrunum
sáttmálaviðurkend arbeiðs-
kor og í longdini verið ein
bíligari loysn fyri Lands-
sjúkrahúsið enn útlit eru
fyri í løtuni.
Vónandi hevur leiðslan
eisini vilja til at bøta um
støðuna við t.d. brotnum og
vantandi tólum á deildini,
sum sjúkrasystrarnar hava
víst tørvur er á.
Fleiri sjúkrasystrar í starv
– Leiðslan á Kósini tekur
eingi stig, so leingi
Klaksvíkar Arbeiðsmanna-
felag ikki hevur tikið støðu,
sigur Hergerð Joensen, sum
bæði er í nevndini í
arbeiðskvinnufelagnum og í
P/F Kósini
Jens Andreasen, formaður
fyri Hjálparlæknaráð Føroya
Tað er til miklan
ampa fyri ferðsluna,
at bilførarar ikki
duga at sløkkja nær-
ljósini, tá steðgað
verður á vegjaðar-
anum. Ferðslutrygd
kennir trupulleikan,
men hann er trupul at
loysa
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
– Tað sær út sum, at nógv
av teimum, sum koyra bil,
ikki geva sær far um,
hvussu ljósini skulu brúk-
ast. Hetta sigur ein maður
av bygd, sum nú um dag-
arnar ringdi til Sosialin at
kæra sína neyð. Hann held-
ur, at tað hevur so ómetal-
iga stjóran týdning, serliga
í myrku tíðini, at ljósini
verða brúkt rætt.
– Alt ov lítið verður hugs-
að um vandan, ið kann
standast av, at ljósini ikki
verða sløkt, tá tey ikki eiga
at lýsa. Hann heldur, at
annaðhvørt er lógin ov illa
lýst, ella er hetta ein ófyri-
gevilig líkasala, sum vald-
ar.
Og vit kunnu bara geva
manninum rætt, tá hann
vísir á, at fólk javnan lata
bilin standa og lýsa beint
ímóti ferðsluni, meðan tey
fara í ein handil at keypa.
Hetta setir bæði fótgangar-
ar og bilaferðsluna annars í
stóran vanda.
Í Havn er hesin trupul-
leikin eisini eyðsýndur, ikki
minst uttan fyri skúlarnar í
býnum. Fólk sleppa børn-
um av, men tveita tey sam-
stundis út í eina deyðsfellu,
tí tey blenda mótkoyrandi
ferðsluna.
– Ein óskikkur afturat at
nevna er brúkið av toku-
lyktum, sigur maðurin.
Fleiri av nýggju bilunum
hava góðar og sterkar toku-
lyktir, men tað eru einanas
roknaðar til at brúka, tá tað
er myrkt í mjørka. – Men
tíverri lýsa tær hjá mongum
alla tíðina og eru til miklan
ampa fyri hini í ferðsluni,
vísur maðurin á. Hann
heldur, at í hesum máli
vantar upplýsing í stóran
mun.
– Tað vísir seg at vera
sera trupult at fáa fólk at
nýta ljósini á bilinum rætt,
staðfestir Jón Kragesteen,
leiðari
á
Ferðslutrygd.
Hann sigur, at tað er sera
tungt hjá Ferðslutrygd at
skipa fyri stórum lýsingar-
átøkum, sum kanska bara
høvdu bøtt um støðuna eina
tíð.
– Hetta er ein løgin trup-
ulleiki. Fólk síggja ikki síni
egnu ljós, og tey hugsa
mest
um
seg
sjálvan.
Gjørdu vit eina stóra her-
ferð, so høvdu vit kanska
broytt hugburð hjá 10% av
bilførarunum, men tað vísir
seg, at tá ein tíð er fráliðin,
so er galið aftur, sigur Jón
Kragesteen.
Ferðslutrygd hevur ikki
neyðugu fíggjarligu orkuna
til at fara undir slíkar her-
ferðir, og tí eru heldur ong-
ar ætlanir um slíkt júst nú.
Men Jón Kragesteen vísir
á, at um ferðin varð sett
niður á teimum støðum, har
hesin trupulleikin er, so
minkaði vandin nógv.
Fyrr í ár skipaði Ferðslu-
trygd fyri eini ferð til Troll-
hättan í Svøríki, har tey
hava gjørt sera nógva
gransking innan ferðslu-
trygd. Við í ferðalagnum
vóru politikarar, fólk, ið
fáast við ferðslu og fjøl-
miðlarnir. Har sóu føroy-
ingar í verki, hvussu sviiar
halda, at ferðslutrygdin
verður best vard. Niður-
støðan frá hesum túri kann
lýsast stutt við, at har bilar
kunnu koyra skjótt, skal
eingin mótkoyrandi ferðsla
verða. Har vegir krossa
koyribreytina, skal ferðin
setast niður, og har fólk
ferðast á koyrbreytini skal
ferðin heilt niður á 30 km/t.
Jón Kragesteen heldur, at t.
d. við skúlarnar í Havn átti
ferðin at verið sett niður á
30 km/t, og har átti koyr-
breytin at verði gjørd so-
leiðis, at ikki bar til at
koyra framvið bilunum,
sum seta børnini av.
Hetta
hevði
darvað
ferðsluna nakað, men vit
høvdu vunnið tað aftur við
trygdini, sigur Jón Krage-
steen.
Duga ikki at brúka ljósini
Vit minka nógv um ferðsluvandan t. d. við skúlar, um ferðin verður sett niður, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, sum heldur, at fysisku umstøðurnar
eiga at verða broyttar soleiðis, at bilførarar verða noyddir at minka um ferðina
Mynd: Jens Kristian Vang
– Tað vísir seg at vera sera trupult at fáa fólk at nýta ljósini á
bilinum rætt, staðfestir Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd.
C
M
Y
K
25
24