mikudagur 30. desember 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 249 - 30. desember 2009
Grunnur ella trygging
Aksel V. Johannesen vil hava at ognin hjá sjúkrakassanum, sum er einar 40 milliónir, skulu
fylgja við yvir í nýggju Heilsutrygdina. Men peningurin skal ikki brúkast til rakstur, men
markast til heilt ávís endamál, sum koma øllum til góðar. Tí vil habb brúka peningin til at
stovna ein heilsugrunn, sum kann útbúgva kommunulæknar og serlæknar og sum kann
styrkja og framtíðartryggja kommunulæknaskipanina. Grunnurin kann eisini stuðla heilsu
gransking og annað, sum kemur øllum til góðar og ikki bara einum fátali. Hansara sjónar
mið er, at varðveitir sjúkrakassin peningin til eina privata trygging, verða tað nøkur fá, sum
fara við øllum ognunum hjá øllum føroyingum, tí hann er sannførdur um, at tað verða bara
tey vælbjargaðu, sum fara at tekna eina sjálvbodna trygging afturat almennu heilsutrygdini.
Sjúkrakassin kallar hetta ognartøku, sum tey fara at seta seg ímóti og tey vilja seta eina
privata trygging á stovn, sum skal hjálpa fólki, har almenna heilsutrygdin ikki røkkur
Aksel V. Johannesen
vildi ikki finna seg
í revolvarapolitikki
frá sjúkrakassanum
og tí hevur hann
slept ætlanini at lata
sjúkrakassan umsita
nýggju heilsutrygdina
í eini skiftistíð
Heilsutrygdin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað hevur verið kaldligt
ímillum Aksel V. Johanne
sen,
landsstýrismann
í
heilsumálum, og føroysku
sjúkrakassarnir
seinastu
mánaðirnar.
Men hesar seinastu dagar
nar er tað blivið rættiliga
ísakalt.
Tað eru 40 milliónir krón
ur, sum eru orsøkin til kulda
brúnna ímillum sjúkrakass
arnar og landsstýrismannin.
Á midnátt í annaðkvøld
halda gomlu sjúkrakassarnir
uppat, tí tá verða allir lim
irnir í sjúkrakassanum flutt
ur yvir í almennu heilsu
trygdina, sum fer at virka
nýggjársdag.
Men sjúkrakassarnir eiga
einar 40 milliónir krónur á
bók og tað er hesa upphædd
ina, sum stríðið stendur um.
Landsstýrismaðurin
í
heilsumálum vil hava, at pen
ingurin verður settur í ein
almennan heilsugrunn, sum
skal fíggja gransking og onn
ur almannagagnlig heilsu
mál.
Sjúkrakassarnir hinvegin
vilja halda fram sum ein
privat sjúkratrygging og
vilja varðveita tær 40 milli
ónirnar sum stovnsfæ í eini
slíkari trygging. Hetta skal
vera ein sjálvboðin trygging
við fyrimynd í Sygesikring
en Danmark, sum skal vera
sjálvboðin og sum føroying
ar kunnu tekna seg í sum
eitt ískoyti til almennu
heilsutrygdina.
Samráðingarnar
steðgaðar
Seinastu mánaðirnar hava
samráðingar verið ímillum
landsstýrismannin og sjúkra
kassarnar um ognirnar hjá
sjúkrakassanum.
Men nú noyðist Aksel V.
Johannesen at staðfesta, at
samráðingarnar bóru ikki
frukt og at steðgur er komin
í.
Hann leggur afturat, at nú
eru ongar samráðingar longur.
Tí ætlar hann at leggja upp
skot fyri Løgtingið í vár um
at stovna áðurnevnda heilsu
grunn við teimum 40 millión
unum, sum sjúkrakassarnir
eiga.
Hann leggur kortini aftur
at, at tað skal sjálvandi við
gerast í politisku skipanini
fyrst.
Men so er vandi fyri, at
landsstýrismaðurin
verður
drigin í rættin, tí sjúkrakassar
nir hava fyrr boðað frá, at fer
landskassin við pengunum í
ein heilsugrunn, er talan um
ognartøku og at tey eru til reið
ar at fara í rættin við málin
um.
Fann seg ikki í
revolvarapolitikki
Aksel V. Johannesen sigur,
at ætlanin hevur verið, at í
eini skiftistíð skuldi tað
vera sjúkrakassarnir, sum
skuldu umsita nýggju heilsu
trygdina til nýggi stovnurin
hevði funnið fótafestið.
Tað hevur verið semja
ímillum báðar partar um tað,
sigur landsstýrismaðurin.
Men beint fyri jól boðaðu
sjúkrakassarnir mær frá, at
teir vildu ikki átaka sær at
umsita nýggju heilsutrygdina
frá 1. januar, uttan so, at ein
loysn fyrst verður funnin á
ognunum upp á tær 40
milliónirnar.
Og tað skuldi vera ein
loysn, har sjúkrakassin fekk
helvtina av ognunum til
eina privata sjúkratrygging.
Men
hetta
uppfataði
landsstýrismaðurin
sum
revolvarapolitikk, sum hann
ikki vildi finna seg í.
Eg finni meg ikki í hótt
anum at hesum slagi og tí
boðaði eg sjúkrakassanum
frá, at tað kemur ikki upp á
tal og at teir sostatt heldur
ikki skulu umsita heilsu
trygdina frá 1. januar.
Tískil landsstýrismaðurin
nú fyri at finna eina aðra
loysn.
Seinastu dagarnar hava
samráðingar verið við aðrar
partar um at umsita heilsu
trygdina, sigur Aksel V.
Johannesen.
Hann vil ikki siga, hvønn
samráðst verður við, men
hann vissar um, at ein for
svarlig loysn verður funnin
fyri 1. januar, so at heilsu
trygdin er í góðum hondum
frá fyrsta degi.
Landsstýrismaðurin
setti hart ímóti hørðum
- At stevna lands-
stýrinum verður
avgjørt seinasti
útvegur og tað fara
vit at taka støðu til í
næstum, sigur Jórun
Gaardbo, forkvinna í
meginfelag føroyska
sjúkrakassa
Heilsutrygdin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Báðir partar hava hildið
upp á sítt og tí eru vit ongan
veg komin.
Jórun Gaardbo er for
kvinna í meginfelag føroyska
sjúkrakassa og hon ásannar,
at samráðingarnar við lands
stýrismannin í heilsumálum
um ognirnar hjá sjúkrakass
anum standa í stað.
Talan er um 40 milliónir
og landsstýrismaðurin vil
framvegis seta pengarnar í
ein almennan heilsugrunn.
Hinvegin vil sjúkrakassin
varðveita peningin til eina
privata sjúkratrygging.
Men hóast samráðingar
nar standa í stað, vil for
kvinnan í meginfelagnum
ikki staðfesta, at tær eru
slitnaðar, tí hon sigur, at tey
fara framvegis at royna at
finna eina semju.
Seinasta
útspælið
frá
sjúkrakassanum er, at sjúkra
kassin fær 50% av ognunum,
ella einar 20 milliónir krónur,
til eina privata sjúkratrygg
ing.
Tó ásannar hon, at so at
siga ongi útlit eru fyri, at
ein loysn verður funnin fyri
nýggjár, tá ið almenna
heilsutrygdin fer at virka.
Kortini vil hon ikki viður
kenna, at tað var í síðstu
løtu,
at
sjúkrakassarnir
gjørdu vart við, at tey vildu
hava eina loysn á málinum
um ognirnar hjá sjúkrakass
anum fyri 1. januar.
Tað hava vit alla tíðina
ført fram, sigur Jórun Gaard
bo.
Sjúkrakassarnir hava fyrr
ført fram, at eydnast ikki at
finna semju við tí úrsliti, at
landskassin fer við pengun
um, er talan um ognartøku
og so verður Aksel V.
Johannesen drigin í rættin.
Men í morgun var hon
ikki heilt so avgjørd.
Eitt sakarmál er avgjørt
ikki tað, vit vilja og tað
verður tann allarsíðsti útveg
urin.
Hon sigur, at í næstum
fer sjúkrakassin at taka
støðu til, hvussu farast skal
víðari fram í málinum.
Óvist við
starvsfólkunum
Sum tað sæst á hinari
greinini her á síðuni, hevur
Aksel V. Johannesen gjørt
av at sleppa upprunaligu
ætlanini um at lata sjúkra
kassarnir umsita heilsu
trygdina í eini skiftistíð.
Tí er tað ein spurningur,
hvat verður av starvsfólkun
um hjá sjúkrakassanum.
Eini 15 fólk arbeiða hjá
sjúkrakassanum kring land
ið, men tey allarflestu eru
tímalønt og hava bara nakr
ar fáar tímar.
Men í Havn, í Runavík
og í Klaksvík eru fulltíðar
starvsfólk.
Jórun Gaardbo veit ikki,
hvusssu verður við hesum
fólkum, men tey verða í
øllum førum ikki søgd upp
beint nú, tí tey hava til 1.
apríl at rudda borðini.
Sakarmál er síðsti útvegur
Sjúkrakassin ásannar, at samráðingarnar við landsstýrið hava verið úrslitaleysar, men tey vilja
ikki siga, at tær eru slitnaðar
Tað eydnaðist ikki at finna semju um tær 40 milliónir
krónurnar, sum sjúkrakassin eigur, tí báðir partar halda upp á
sítt. Avleiðingin er, at landsstýrismaðurin hevur slept ætlanini
um at sjúkrakassin skal umsita nýggju heilsutrygdina í eini
skiftistíð
Sjúkrakassaflytingar steðga
av sær sjálvum
1. januar verður sjúkrakassarnir burtur, og tí skulu ikki fleiri flytingar gerast har.
Bankarnir steðga sjálvir føstu flytingarnar. Í sambandi við, at sjúkrakassagjaldið
1. januar 2010 verður umlagt til sjúkratrygging umvegis skattin, verður gjørt vart
við, at neyðugt er ikki hjá viðskiftafólki at biðja bankan steðga flyting við
sjúkrakassagjaldi. Hetta hendir av sær sjálvum. Hetta skrivar Føroya Banki á
heimasíðu síni, og hinir bankarnar siga somuleiðis, at flytingarnar steðga av sær
sjálvum. Síðan tað í gjár komu frá heilsumálaráðnum, sum mælti fólki til at strika
sjálvvirkandi flytingar til sjúkrakassarnar, hevur telefonstormur verið í bankunum,
og nú boða teir altso frá, at flytingarnar verða steðgaðar av sær sjálvum.