mikudagur 30. desember 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 249 - 30. desember 2009
Eingin CO2-skattur
Í Fraklandi hevur grundlógardómstólurin steðgað einum
lógaruppskoti hjá stjórnini um CO2-skatt, tí tað eru ov
mong undantøk í uppskotinum. Fronsku fjølmiðlarnir
siga, at avgerðin hjá dómstólinum kemur stjórnini og
Nicolas Sarkozy, forseta sera illa við. Endamálið við
CO2-skattinum var at fáa fólk og fyritøkur at spara orku
og at brúka minni olju og bensin, men aftan á fleiri
mótmæli valdi stjórnin at seta ymisk undantøk í
uppskotið. Men undantøkini eru ov mong, og tí er
uppskotið ikki rættvíst, sigur grundlógardómstólurin.
Sjómenn krevja frádrátt
Í Íslandi eru sjómenninir sera misnøgdir við eitt
lógaruppskot hjá stjórnini, sum fer at bera í sær, at tann
serligi sjómannafrádátturin verður avtikin. Á einum fundi
í sjómannadeildini hjá fakliga landsfelagsskapinum
fyrrakvøldið varð samtykt at mótmæla uppskotinum og at
heita á stjórnina um at taka uppskotið aftur. Vil stjórnin
ikki taka uppskotið aftur, eiga sjómenn at fáa dagpengar
eins og onnur, sum arbeiða aðrastaðani enn har, sum tey
búgva. Sjómannadeildin heitti eisini á reiðarafelagið um
stuðul til at varðveita frádráttin.
Tá ið mamman hevur foreldramyndugleikan og
ikki vil lata pápan síggja felags barn teirra, er
pápin prísgivin. Skrivlig avtala hjálpir einki, ti
tað fær ongar avleiðingar, um mamman brýtur
avtaluna