Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 249 - 30. desember 2009 Størsti taparin er barn ið. Tað sigur ein av fleiri pápum, sum skrivliga hava rætt til at síggja børn síni, men verða forðað í tí av mammunum. Eing in lóg verjir pápans rættindi PáPar og børn Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Dømini eru nógv um for­ eld ur, sum ikki eru saman, berj ast um rættin at hava barn ið. Kunnu tey ikki semj ast, og mamman hevur foreldra myndugleikan, hev ur pápin einki at skulla sagt. Og sjálvt um hann gjøgn um myndugleikarnir hev ur skrivliga avtalu um, nær hann kann hava barnið, kann mamman bróta hesa av talu, sum henni lystir. Slíkar ósemjur koma ikki minst til sjóndar um jólini, sum eru ein so kensluborin tíð. Politiið sigur frá fleiri páp um, sum hava biðið politi ið um hjálp um jólini fyri at sleppa at síggja børn síni, men politiið fekk ikki hjálpt. Eingin kundi hjálpa. Sosialurin hevur hitt ein djúpt ólukkuligan pápa, sum býr uttanlands og kom heim fyri at hitta son sín. Hann og mamman at felags soninum gjørdu avtalu, sum tey undirskrivaðu hjá Ríkis um boðnum, um, at hann skuldi sleppa at hava son in í Føroyum frá 25. til 29. desember, og í tvær saman hang andi vikur kom­ an di summar. Bleiv galið Mamman og pápin at dreingi num hava ongantíð búð saman, men líka til fyri tveimum árum síðan bar til at gera sínamillum avtalu um, nær hann kundi sleppa at hava drongin, sum nú er 10 ára gamal. Tað var um hetta mundið, at hann fór uttanlands í út búgv ing. Hann plagdi javnan at ring ja til sonin, men so fekk mamman, gjøgnum ríkis um boðið, ásett, at hann bara kundi ringja sunnudag fyri ikki at órógva dreingin. Hann fann seg í hesum. Roynt hevur verið hesi seinastu tvey árðini at gera av talur við mammuna bæði við og uttan hjálp frá ríkis­ um boðnum. Men mamman hevur ferð eftir fer brotið avtalur. Um summarið og á jólum Í sambandi við at pápin hev ur biðið um hjálp frá ríkis um boðnum, verður sonur in sendur til samtalu hjá ”børnekyndig person” hjá ríkisumboðnum. Tey stafesta at sonurin utt an trupuleikar kann hava sam verðu við pápan og tísk il áleggur ríkisumboðið eina ”samværsresolution”, sum bæði foreldur skulu yvur halda. Í hesari avtaluni stendur, at pápin skal hava sonin fimm dagar samanhangandi í jólaferiuni frá 25.­29. des­ em ber og tvær vikur saman hang andi í summar­ feriu ni. Nú skuldi verið laga man ni hjá pápanum at kom ið heim til jólar. Alskyns forðingar Nevnast skal her, at áðrenn pápin kom heim, hevði mamm an sett seg í samband við barnaverndina fyri at fáa broytt avtaluna um, nær páp in kundi síggja sonin. Hon hevði reist ikki hissini skuldsetingar móti pápa­ num, men barnaverndin svar aði, at drongurin gjarna vildi verða saman við pápa sín um og tóku undir við av gerðini hjá Ríkis um boð­ num um, at sonurin skuldi verða hjá pápanum 25. til 29 dedesember. Enn eina ferð verður stað fest, at faðir og sonur kunnu verða saman ásettu dag ar. Sjálvt aftanaá hesa avgerð klagar mamman til stovn in Familiestyrelsen. Eingin drongur Fyrsti jóladagur upprann, og pápin sat spentur og bíð­ aði eftir soninum, sum skul di koma á middegi. ­ Tá ið klokkan var blivin 15, fór eg yvir til teirra. Tá stóð sonurin hjá mær í hurð ini, og mamman stóð aft an fyri hann. Hon segði, at hann skuldi við henni at eta hjá familju, og hon skuldi koma við honum til mín aftan á nátturðan. Klokk an átta um kvøldið ring di hon og segði, at sonur in varð vorðin sjúkur og tí ikki kundi koma til mín. − Tað hevði eg ilt við at góð taka, tí um drongurin var sjúkur, kundi hann tað sama verið hjá mær. Eg ken ni sonin hjá mær og eg havið annað barn frá fyrr av. Eg kann minst líka væl at taka mær av einum sjúk­ um barni, líka sum so nógv onnur, sigur pápin. Hann hevði fingið at vita, at drongurin var so sjúkur, at hann ikki undir nøkrum um støðum kundi fara út fyri dyr. Pápin hevði ilt við at trúg va hesum og fór yvir til húsini, har drongurin býr Har var myrkt. Fór til politiið − Tá ringdi eg til politiið og bað um hjálp, og eg ring di eina ferð aftrat, stadd ur uttan fyri húsini, og bað politistarnar koma at síggja, at eingin var inni, og at mamman sostatt var farin út við einum sjúkum barni, men politistarnir vildu ikki blanda seg. Pápin var frá sær sjálvum av harmi. Hann ringdi dag­ in eftir til fútarættin, men har var stongt. Ríkis um­ boð ið hevði eisini stongt, og stongt var millum jól og nýggj ár eisini. − Eg var veruliga í neyð, sig ur pápin, sum umvegis kenn ingar fekk fatur á ríkis um boðs manni num, sum fór á skrivstovuna og prent aði út avtaluna um rætt ind ini hansara. Foreldrini hjá mammuni at soninum komu annan jóladag til henda pápan fyri at fáa hann at gevast í stríðn um fyri at sleppa at síggja sonin. Tey hildu hánt um avgerðina hjá Ríkis um­ boðum og barnaverndini, men pápin heldur, at tá ið hann hevði sagt teimum sína søgu, vóru tey ikki long ur so sannførd um, at hann var skurkurin. Triðja jóladag ringdi sonur in óvæntað til hansara og bað hann lesa og svara uppá eitt teldubræv, sum mamm an hevði sent hon­ um. Í hesum brævinum varð hann lagdur undir einki at hava gjørt fyri at koma í samband við sonin. Hansara egnu foreldur hava ongantíð viljað lagt seg út í stríðið, sjálvt um tey eisini eru hørm, við at tey ikki sleppa at síggja sín ommu­ og abbason hesar dagar nar. Bara eitt samdøgur Mánamorgunin tá fúta­ rætturin læt upp, var pápin har fyri at biðja um hjálp. Eftir tógvið stríð setti Fúta­ rætturin seg í samband við mammu na, og klokkan hálv g um eitt sama dag fekk hann sonin. Men bara til á mid degi dagin eftir, tí í av talu ni stóð skrivað, at drong u rin skuldi avleverast aftur 29. desember klokkan 12.00. Pápi og sonur vóru so statt saman í minni enn eitt samdøgur ístaðin fyri teir avtalaðu fimm dagar­ nar. Fútarætturin mælti pápa num til at fylgja hesum boð um, annars fekk tað av leið i ngar. Tástaðni slapp drongurin at pakka jólagávurnar út frá pápa sínum og familjuni. Hann fekk nintendo­spæl­ ið, sum hann hevði ynskt sær, umframt nógv klæðir, og teir báður høvdu eitt hugna ligt kvøld saman. Tá teir so løgdu seg at sova segði fegni sonurin við pápan, at hann var verð­ ins fittasti pápi, og hetta fløvaði so sanniliga. Á middegi týsdagin noydd ist pápin at siga far­ væl við sonin. Hann sleppur ikki so frægt at ringja til hansara, áðrenn hann fer av landi num, tí hann kann bara ringja sunnudag, og eing in sunnudagur er, áðr­ enn hann fer avstað aftur. Ráðaleysur − Er tað ikki sárt? − Ja, tað kanst tú ætla. Eg veit ikki míni livandi ráð, hvat eg skal gera, tí eg eri góð ur við sonin, og hann er góð ur við meg, men vit slep pa ikki at vera saman. Hesin pápin skilir ikki, hví mamman at dreinginum skal leggja so nógvar forð­ ing ar í vegin fyri, at hann kann sleppa at vera saman við soni sínum. Hvat vinnur hon við tí? − Tað er mín vón, at sonur in einaferð fer at siga okkurt við mammuna. Pápin leggur stóran dent á ikki at siga nakað ringt um mammuna, Hann spyr held ur ikki um heimalívið hjá soninum. Hann er greið ur yvir, at sonurin er sum lús millum tvær negl, og so ungur sum hann er, tor ir hann ikki at krevja sín rætt frá mammuni. ­ Tað er nú eina ferð so, at børn fyri alt í verðini ikki viljað skuffað mammuna. Drong urin veit, at ger hann móti viljanum hjá mammu­ ni, skuffar hann hana. Hann er djúpt stressaður, er fatan­ in hjá pápanum. Hinvegin veit pápin, at mamm an ikki aftrar seg við at siga ymist ósømiligt um seg við sonin. Politiskt svik Hann vónar, at ein slík hend ing fær myndugleikar og politikarar at vakna, tí rætt ind ini hjá pápnunum mugu styrkjast. Tað ber ikki til, at sjálvt um greið av tala er, kann mamman gera, sum hon vil, og tað fær ongar avleiðingar. Pápin er líka við at angra, at hann nakrantíð fór til Ríkis umboðið fyri at fáa eina fasta avtalu, tí lítið hev ur hjálpt. Kanska øvugt. Hann hugsar nógv um, hvat hann skal gera. − Eg eri hálvvegis í eini út búgv ing, sum ikki fæst her í Føroyum. Skal eg upp geva útbúgvingina og bara koma heim aftur og royna at fáa foreldra­ myndug leikan? Eg veit tað ikki. − Hettar vóru so okkara fimm dagar á jólum, hvussu verða teir 14 daganir í summ ar? Eg eri stórliga bang in fyri, at sama hend­ ing fer at endurtaka seg í summar, tá ið eg komi heim aftur, sigur pápin. Pápin spyr: ­ Hvat er meiningin við einari ”samværsresolution”, tá ið annað foreldrið bara kann láta sum luft og ikki taka hetta í álvara, og tað ongar avleiðingar fær? Stongt Sosialurin ætlaði at spyrja Ríkis umboðið, um fleiri slík mál eru, og hvat slíkir ráða leysir pápar kunnu gera, men Ríkisumboðið hev ur stonkt til 4. januar. Pápar verða sviknir Leggja av at roykja Alt fleiri danir leggja av at roykja, samstundis sum alt fleiri ungfólk velja roykingina frá, og tí hava tað ongantíð verið so nógv fólk í Danmark, sum ikki roykja. Ein uppgerð, sum heilsustýrið, hjartafelagið, lungnafelagið og krabbameinsfelagið hava gjørt, vísir, at bara 16 prosent av teimum vaksnu í Danmark roykja dagliga, og at sjey prosent roykja av og á. Tølini vísa eisini, at tað seinasta árið er talið á roykjarum í Danmark minkað næstan 20 prosent, og tað er næstan ov gott til at vera satt, sigur ein talsmaður fyri heilsustýrið við TV2. Søguligar myndir Næstseinasta aldarskiftið fluttu umleið 12 milliónir fólk til USA at búseta seg. Tað fyrsta niðursetufólkið var írska gentan Annie Moore, sum kom í land á Ellis Island tann 1. januar í 1892. Nú eru nakrar myndir av Annie Moore komnar undan kavi. Á einari mynd sæst hon saman við brøðrum sínum, og søgukøn fólk siga, at tann myndin er tikin, beint eftir at systkinini komu til USA. Ein ættargranskari, sum hevur kannað lívið hjá Annie Moore, sigur, at hon livdi í fátækradømi á Manhattan. Hon fekk minst 11 børn, men tey flestu doyðu, áðrenn tey høvdu fylt fýra.