mikudagur 30. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 249 - 30. desember 2009
Í løtuni fer ein spenn
andi og forvitnislig
royndarverkætlan
av bakkastokki í Før
oyum. Verkætlanin
skal staðfesta, um
tað er møguligt at
turka svínatjógv
úti í føroyskari luft,
sum síðan kann
framleiðast til
unikkar og kostnað
armiklar skinkuvørur.
Kiloprísurin fyri
bestu skinkuna liggur
heilt uppi á 600
krónum fyri kilo
AlternAtiv
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Johan Mortensen, sum er
kendur slóðbrótari á nógv
um økjum og serliga innan
føroyskt vinnulív av ymisk
um slagi, hevur eisini stóran
áhuga fyri tí gastronomi.
Hetta hevur hann prógvað
við partvís at fyriskipa og
taka lut í ymiskum tiltøkum,
sum hava við føroyskan og
norðurlendskan mat at gera.
Vit á Sosialinum hava
áður havt samrøður við slóð
brótaran um týdningi av
norðurlendska ”køkinum”
eins og føroyskum rávørum
í síni heild.
Forvitnislig
verkætlan
Slóðbrótarin hevur nú sam
an við øðrum tikið stig til
eina spennandi og ógvuliga
forvitnisliga verkætlan.
Samstarvspartarnir
hjá
honum eru ikki hvørjir sum
helst. Stóri danski svínafram
leiðarin, Danish Crown, ið
letur rávøruna til verk
ætlanina, er ein, eins og
kendi danski slaktarin, Jens
Munch, sum rekur Slagter
Munch í Skagen, er ein ann
ar. Síðst nevndi er við í
verkætlanini sum ráðgevi.
Aðrir partar, sum eru við
í verkætlanini, eru Leif
Sørensen, kokkur á Hotel
Føroyum,
Pál
Weihe,
granskari, Mortan í Hamra
byrgi, sum við Tórshavnar
Matfestivali á vinnudegnum
seinast vann heiðurin fyri
Ársins Átak 2009. Aðrir,
sum eisini eru við í verkætl
anin, eru bøndurnir, Óla
Jákup í Dímun og Gutte
Guttesen, eins og fiskafram
leiðarin á Norðfra í Norð
depli, Jógvan Høj.
Turkað svínakjøt
Verkætlanin, ið Johan Mort
ensen, sum stigtakari er
farin undir, snýr seg um
eina roynd at turka svína
tjógv ella svínalær í Før
oyum til skinkuframleiðslu.
Hann er sannførdur um,
at tað saktans ber til at turka
annað enn seyðakjøt, fisk
og tvøst í Føroyum og held
ur, at okkara veðurlag við
vindferð og bakteriologi
eigur at geva okkum unikk
ar umstøður og møguleikar
at fáa nakað meiri kom
mersielt burtur úr.
Skinkuframleiðsla er
sera áhugaverd og kann geva
nógvan pening hjá teimum,
sum duga at síggja møgu
leikarnar. Ber tað til at turka
svínatjógv í Føroyum til
skinkuframleiðslu,
kunnu
stórir møguleikar gevast slík
ari vinnu. Hetta kann snøgt
sagt gerast ein nýggj vinnu
grein og soleiðis eisini ein
nýggj og týðandi útflutnings
vinna, heldur hann.
Nú um dagarnar komu
tjógvini ella skinkurnar til
Føroya. Tær eru saltaðar á
ymiskan hátt. Teir komandi
dagarnar verða hesi leski
ligu og stóru kjøtstykki
hongd upp á ymiskum støð
um í Føroyum.
Johan Mortensen sigur,
at kjøtið soleiðis verður
hongt upp í Stóru Dímum,
vesturi í Bø og í Norðdepli.
Talan er um 16 svína
tjógv tilsamans og roknað
verður við, at tey koma at
hanga uppi tað mesta av
einum ári. Men hetta vita
vit ikki, fyrr enn fyrstu
royndirnar eru gjørdar, men
eitt ár er vanligt í eitt nú í
Spania, har tjógvini verða
turkaði úti í náttúrligu
luftini, leggur hann aftrat.
Tey fyrstu tjógvini fara
ætlandi út í Stóru Dímun í
dag.
Veldugur marknaður
Johan Mortensen sigur, at
skinka verður gjørd úr tjógv
inum ella lærinum á svíni, og
marknaðurin
kring
um
heimin fyri hesi ymiskum
útgávum og framleiðslum av
hesi vøru er velduga stórur.
Í Spania hava tey ta finu
serranoskinkuna.
Hon
verður hongd upp og verður
turkað sum hon er eftir
umleið einum ári. Í Italia
hava tey parmaskinkuna,
eins og Sveits og Týskland
hava sínar skinkur.
Stigtakarin endurtekur, at
altjóða skinkumarknaðurin
soleiðis er ófatiliga stórur, og
bara Italia turkar umleið 50
miljónir svínatjógv um árið
til sína skinkuframleiðslu og
Týskland og Spania turka
helst umleið somu nøgd.
Í Danmark turka tey
svínatjógvini til skinkufram
leiðslu í sonevndum skinku
húsum, tí veðurlagið loyvir
ikki turking uttandura, legg
ur hann aftrat.
Johan vísir á, at tað eru
nógvir ymiskir prísir á
skinkum, bæði bíligari og
dýrar. Skinkan, sum Slagter
Munch ger, verður seld fyri
umleið 600 krónur fyri kilo,
og í hansara verð eru tað
avgjørt
luksusskinkurnar,
sum vit føroyingar eiga at
leggja okkum eftir, um verk
ætlanin røkkur so langt.
Um henda verkætlan fer
at slóða fyri, at Føroyar
kunnu gerast framleiðarar av
eini unikkari skinku, kann
henda vøra, sum í dag er
ókend í føroyskri matvøru
framleiðslu,
í
framtíðini
gerast ein partur av føroyska
gastronomiska samleikanum,
heldur slóðbrótarin, sum er
rættiliga spentur um hesa
nýggju royndarverkætlan.
Í gomlum døgum var
nógv svínahal í Føroyum.
Johan Mortensen vísir á,
at í víkingaútgrevstrinum á
Sandi eru nógv bein av
svíni funnin, eins og fleiri
staðarnøvn kring um í
Føroyum siga okkum, at
her hevur áður verið stórt
svínahald.
Turrkjøtakvøld
Til várs verður stórt turr
kjøtakvøld á Hotel Føroy
um, sum hotellið saman við
Bóndafelagnum skipa fyri,
og tá verður sjálvandi eisini
skinka á skránni.
Ætlandi
verður
hetta
stóra og áhugaverda tiltak
leygarkvøldið 27. februar.
Skinkuframleiðsla kann ríka
og fjøltátta føroyskt vinnulív
ohan Mortensen við eini
stórari ”skinku” og einum av
abbabørnum sínum, Lukasi
Mynd: Jens Kr. Vang
Gleða seg til tunnilin
Runavík: Alt tekur sína tíð, eisini arbeiðið at fyrireika
ætlaða Skálafjarðartunnilin. Leingi hevur verið bíðað eftir
honum, og nú tykist av álvara at vera komin gongd á málið.
Soleiðis sum málið liggur beint nú, fara teir komandi
mánaðirnir at fáa avgerandi týdning fyri um henda ætlanin
gerst veruleiki, nú málið er til viðgerð á hægsta politiska
stigi. Runavíkar kommuna hevur tvey umboð í nevndini
fyri Skálafjarðartunniulin, og fylgir neyvt við gongdini í
málinum. Gerst ætlanin veruleiki, verður tað ein stór
avbjóðing fyri okkum, slær kommunan fast.
Halda fram at byggja
íbúðir
Runavík: Hóast fíggjarkreppuna hava fólk í Runavíkar
kommunu ikki mist hugin at gera íløgur og byggja nýtt. Fyri
nøkrum árum síðani bygdi sp/f Vist tríggjar blokkar við
íbúðum, beint omanfyri Røktar og Ellisheiminum í
Runavík. Henda verkætlanin fevndi um 24 íbúðir, og
eydnaðist so mikið væl, at ætlanin nú er at byggja tveir
slíkar blokkar aftrat við 22 íbúðum.