Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 249 - 30. desember 2009 Helvtin av stóra undirskotinum á fíggjarlógini stavar frá einum skeivum fíggjarpolitikki. Tí er tað bekymrandi, at samgongan ikki megnaði at gjøgnumføra nakrar størri politiskar reformar, sum kunnu fáa føroyska búskapin aftur á beint. Tað metir formaðurin í Búskaparráðnum, Thomas Dam Fíggjarlógin Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com - Tað er at fegnast um, at so at siga allir politikarar viðurkenna, at búskapurin hevur ein trupulleika, sum krevur politisk tiltøk. Men tað er at harmast um, at tað ikki eydnaðist samgonguni at gjøgnumføra nakrar reformar á hesum sinni. Orðini eigur formaðurin í Búskaparráðnum, Thomas Dam. Hann metir, at tær 800 milliónirnar í undir- skoti, sum almennu Føroyar hava í 2010, saktans kunnu hálverast, um løgtingið kann finna ein meiriluta fyri nøkrum politiskum reformum komandi árini. - Trupulleikin er, at bert helvtin av stóra undirskot- inum stavar frá generellu niðurgongdini í búskap- inum. Hin helvtin stavar frá einum fíggjarpolitikki seinnu árini, sum hevur skapt eina ójavnvág millum inntøkur og útreiðslur. Og skeivi fíggjarpolitikkurin má rættast sum skjótast, sigur Thomas Dam. Skeivur fíggjarpolitikkur Tað merkir við øðrum orðum, at útreiðslurnar eru hækkaðar alt ov nógv í teimum góðu tíðunum, uttan at inntøkurnar eru hækkaðar samsvarandi. Og nú er rokningin komin, eftir at tann globala fíggjar- kreppan sló ígjøgnum í fjør heyst og eisini hevur rakt Føroyar. Sambært Búskaparráðn- um hevur landskassin fing- ið eitt bygnaðarligt hall uppá umleið 400 milliónir, sum einans kann ruddast av vegnum við politiskum tiltøkum, sum kunnu minka um útreiðslurnar og økja um inntøkurnar hjá lands- kassanum, soleiðis sum Búskaparráðið mælti til í seinastu frágreiðingini frá november. Tó uttan at koma við teimum heilt ítøkiligu – og politiskt umstríddu – boðunum uppá, hvussu hetta skal gerast. - Hesin bygnaðarligi skeiv- leikin bleiv heilt sjónligur í 2006 og 2007, tá aktivi- teturin í føroyska búskap- inum var ekstremt høgur, samstundis sum yvirskotið ikki var hægri enn umleið 150 milliónir. Í ljósinum av virkseminum í samfelagnum skuldi yvirskotið verið nógv hægri hesi árini, heldur Thomas Dam. Positivur ólavsøkupakki Beint fyri jól varð fíggjar- lógin fyri 2010 samtykt, og samgongan megnaði ikki at gjøgnumføra nakrar størri reformar. Hetta hóast landsins leiðsla meginpartin av árinum hevur tosað um reformar og lanseraði ein ólavsøkupakka í juli, sum m.a. skuldi skerja útreiðslur á fíggjarlógini við at strika og umleggja skipanir á fleiri málsøkjum. Í staðin vórðu allar rakstrarút- reiðslurnar skornar við millum 0,75 og tveimum prosentum, tá fíggjarlógin varð samtykt beint fyri jól. Ólavsøkupakkin varð skift- ur út við plenuklipparan. - Í ólavsøkupakkanum var ein positivur hugburður at hóma, og tað er gott, at samgongan sigur seg arbeiða víðari við fleiri reformum. Men tað er bekymrandi, at samgongan ikki megnaði at fáa nakrar størri reformar í hús á hesum sinni, tí jú longri vit bíða, jú truplari verður tað, sigur formaðurin í Búskaparráðnum. Gerið okkurt nú! Thomas Dam er ivaleysur um, at eitt undirskot uppá 800 milliónir eigur at fáa ávaringarlampurnar at lýsa. Um almennu Føroyar fleiri ár á rað skulu út at læna eina lítla milliard fyri at fíggja tað føroyska sam- felagið, so verður skuldin skjótt so stór, at tað verða útlendskir kreditorar og ikki føroyskir politikarar, sum koma at seta treytirnar fyri føroyska samfelagnum. - Tí mugu tiltøk setast í verk her og nú. Og tí mælir Búskaparráðið til sum skjót- ast at gera eina langtíðar- ætlan fyri inntøkur, útreiðsl- ur og íløgur, sum kunnu rudda tað bygnaðarliga hallið av vegnum komandi árini, og sum samstundis kunnu stimbra búskapin við neyðugum íløgum, sigur Thomas Dam. Tað positiva er sambært formanninum í Búskapar- ráðnum, at landið hevur fíggjarligt rásarúm til at fremja politisk tiltøk, sum kunnu skapa javnvág mill- um inntøkur og útreiðslur. Hvørki tær almennu ella privatu Føroyar hava nakra serliga skuld at dragast við, og tí hava vit her og nú ráð til politisk inntriv, sum í longdini kunnu tálma kreppuna. - Men tað krevur altso ein politiskan meiriluta fyri nøkrum reformum, sum enn er trupul at fáa eyga á. So at siga allir politikarar hava góðtikið, at føroyski búskapurin krevur eina politiska leiðslu, sum handlar, men vit mangla framvegis at síggja eitt felags politiskt stev, sigur Thomas Dam at enda. Nú skal ruddast upp ” Tað er bekymr­ andi, at samgong­ an ikki megnaði at fáa nakrar størri reformar í hús á hesum sinni, tí jú longri vit bíða, jú trupl­ ari verður tað Formaðurin í Búskaparráðnum, Thomas Dam, heldur, at bert helvtin av landsins undirskoti uppá 800 milliónir stavar frá niðurgongdini í búskapinum. Restin er skeivur fíggjarpolitikkur, sum politikararnir mugu rætta sum skjótast Fýrverkssølurnar skikka sær væl Í gjár gjørdi løgreglan nógv við at kanna mongu fýrverkssølurnar kring landið fyri trygd. Og illa kann sigast annað, enn at sølurnar skikka sær væl. - Vit hava kannað sølustøðini kring landið, og tað allarmesta hevur verið fyrimyndarligt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Hon greiðir frá, at tað í onkrum føri vóru smáar justeringar, sum skuldu gerast, men ongin søla var steðgað. Millum annað skulu eldsløkkjari og ein spann av vatni vera á staðnum, umframt at sølufólkini skulu vera yvir 18 ár, og ikki ov nógv fýrverk skal standa frammi.