mikudagur 30. desember 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 249 • 30. des. 2009
1. partur
A
bbi Sofus í Gøtu var Ole Greger
sen (18511929), kallaður
Ólavur í Guttastovu. Hann var sonur
Johanne Olesdatter (18271907),
ættað úr Fuglafirði og Gregorius
Davidsen (18251863) úr Syðrugøtu.
Omman var Petra Maria Hus
gaard (18541914.) Sum navnið
sigur, var hon av Húsgarðættini,
sum sat og situr við størsta fest
inum í Gøtu. Foreldur hennara
vóru Anna Sofia Weihe (1822
1906) ættað úr Søldafirði og
Elias (Líggjas) Petersen f. 1819 úr
Syðrugøtu.
Óli og Petra fingu 11 børn.
Tey flestu av teimum giftust og
fingu aftur nógv børn, so í dag
er eitt “ótal” av eftirkomarum
eftir teimum báðum. Her kann
vera nevnt, at ein onnur grein
av Gregersenættini í Gøtu er
frá beiggja Óla, Hans David.
Gregersenættin í Klaksvík er ein
triðja grein.
Børnini hjá Óla og Petru vóru:
1. Johan Salomon (18761938),
pápi Sofus. Hann giftist við
Julionnu Frederikku Lervig f. 1883
úr Lorvík. Tey fingu seks børn.
2. Anna Sofía Elisabeth
(18781961) giftist til Norðagøtu
við Tummas Hans Hansen, hjá
Jóan Petur. Tey fingu fimm børn.
3. Gregers (18801903) gekk
burtur við Cyclone, sum hvarv í
góðum veðri úti á Bankanum í
1903 við 16 monnum, av teimum
vóru fleiri úr Gøtu. Hildið varð, at
teir máttu hava verið ásigldir.
4. Johanna Katrina (1881
1964) giftist yvir á Skála við
Petur Kristian Rasmussen. Tey
fingu ikki færri enn 13 børn. 12
av teimum giftust og fingu børn.
Tað er ikki ringt at rokna út, at tey
“eiga” stóran part av Skála og
nógv afturat.
5. Elsa Maria (18841900)
gjørdist bert 1516 ár.
6. Anna Malena (18851971)
fekk Oluffu í 1907 saman við
Christian Sofus Eskild Olsen úr
Klaksvík Anna Malena giftist
ikki og fekk tískil ikki onnur børn.
Oluffa giftist við kenda skiparan
Óla Hans Olsen frá Gøtugjógv.
Tey fingu átta børn, sum øll eru
gift og eiga børn. Her er eisini ein
stór ætt.
7. Líggjas (18861886) fekk
eitt heilt stutt lív
8. Elia (18871967) giftist
við Dánjal Paula Poulsen av
Skipanesi. Tey fingu sjey børn.
Ein dóttir teirra, Petra, giftist til
Gøtu og fekk eisini nógv børn.
9. Joen Elias (18911965)
giftist við Sofíu Jacobinu f. Poul
sen úr Syðrugøtu. Tey fingu átta
børn.
10. Magdalena (18941969)
giftist til Norðagøtu við Tummas
Jákup Thomsen á Geilabø,
ættaður úr Blásastovu í sama
grannalagi. Tey fingu 13 børn.
11. Joen Pauli (18971964)
giftist við Sáru Malenu Frederikku
f. Simonsen úr Jørundstovu í
Norðragøtu. Tey fingu fimm børn.
Tað vóru bert tvey av børnum,
sum fluttu úr Gøtu. Tí er ættin í
Gøtu eisini so stór.
Tað kann róliga sigast, at henda
ættin hevur sett sítt fingramerki
á føroyska samfelagið á nógvum
økjum, og tað fer at verða komið
inn á onkur teirra.
Fyri oman Oyruna
Sofus er fyri kortum farin á
Eysturoyar Ellis og Røktarheim.
Men annars hevur hann alla sína
tíð búð í barndómsheiminum hjá
honum og pápa hansara fyri oman
Oyruna miðskeiðis í gomlu Syðru
gøtu. Sofus giftist við Zelindu
Jacobsen f. 1920 úr Norðragøtu.
Hon var dóttir Onnu Louisu og
Johan David Jacobsen, sum komið
verður aftur til. Tey fingu trý børn,
Julionnu, Áshild og Salomon.
Systkin hjá Sofus vóru:
Óli (19071916) doyði av eftir
sjúku av meslingum.
Erika (19091962), sum giftist
við Høgna Lómstein, ættaður úr
Norðragøtu. Tey fingu 10 børn.
Petra (19122009), sum giftist
við Johannes Samuelsen í Horni í
Havn. Tey fingu fýra børn.
Hanna (19141993), sum giftist
við Leon Joensen úr Norðragøtu.
Tey fingu fimm børn.
Óli (19191970) giftist við
Katrinu Thomsen úr Syðrugøtu.
Tey fingu fýra børn.
Esther (19222009). Hon var
ógift og búði alla sína tíð í barn
dómsheiminum saman við Sofusi
og hansara. Hon var tó seinastu
árini á Ellisheiminum í Runavík.
Tey upprunaligu húsini Fyri
oman Oyruna vórðu niðurtikin í
1924, tá vóru verandi hús bygd á
grunduna. Hetta gekk skjótt fyri
seg. Sofus minnist, at hann kom
úr skúla, og tá vóru húsuni burtur.
Tá fóru tey til pápabeiggjan Jóan
Paula at búgva til nýggju húsini
vóru klár at fara í.
Sofus minnist ikki ommuna
Petru. Men hann minnist væl
abban, Óla. Hann bleiv blindur
50 ára gamal. Hann var so óførur
at spinna, og hetta kundi hann
framvegis gera.
Upprunahúsini fyri oman
Oyrunu vóru smá, sum hús vóru
tá. Hoyggjhús varð bygt uppí
húsið. Tað gekk bert ein kúgv inn
í kjallaran. Táið ein kúgv kom
afturat rendi hon seg uppundir
loftið, og tá máttu gerast eitt rúm
til hana í hoyggjhúsinum.
Í sethúsunum vóru serligar dyr
til tey “fínu” fólkini, sum fóru
beinleiðis inn í stovuna, sum
var í norðara enda. Eitt kamar
omanfyri stovuna var til gestir.
Anna Malena, fasturin, var
ófør at veva. Hetta var bæði til
húsbrúk og til dømis vevaði hon
eisini kot fyri fólk. Abbin spann,
og hon vevaði. Tað eru kanska
ikki øll sum vita tað, men tað
er øðrvísi snúður í tógnum til
binding og veving.
Barndómurin hjá Sofusi hevur
verið nakað tann sami, sum hjá
øðrum børnum um hesa tíðina, og
greiðir hann frá:
Sjógvur dró sum hjá
so nógvum øðrum.
Sofus Gregersen:
Bóndi og sjómaður
Vit hava hitt 93 ára gamla Sofus Gregersen úr Syðrugøtu. Sofus er av teirri stóru Gregersenættini,
sum eisini umboðar ein stóran part av Gøtu søgu. Sofus dugur eisini væl at greiða frá
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘
Sofus Gregersen er 93 ára gamal og dugur væl at greiða frá
Ole Gregersen eigur saman við
konuni Petra eina stóra ætt
Johan Salomon og Julianna