mikudagur 30. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 249 • 30. des. 2009
Størsti áhugin var var at sleppa
at fiska.
Mammu dámdi ikki, at vit fóru
á seiðaberg. Henni dámdi nógv
betri, at vit fóru við báti. Hon helt
vist, at tá var minni vandi fyri at
vera áhaldsin og fara á sjógv.
Eg og Hanna systir plagdu at
fara við bát út við Løgdalsá við
tráðu, har vit kundu fáa reyðfisk.
Vit plagdu eisini at stinga fliður.
Tað var so nógv til, at onkur seldi
til agn,.
Har tað er hjartarúm..
Húsið hjá Óla og Petru, ommu og
abba Sofus, var eitt gott dømi
um, hvussu familju-og sosiala
skipanin virkaði í gomlum døgum.
Tann berandi í hesi frásøgnini
hevur verið omman Petra, sum
hevur verið eitt rættiligt konubrot
og eitt stórt menniskja. Avrikið
verður ikki minni av, at maðurin
Óli sum sagt sat blindur í nógv ár.
Johan Salomon og Julianna
giftust inn til teirra. Her búðu
frammanundan eldri skyldfólk.
Tey fingu sítt fyrsta barn, Óla, í
1907. Inni har búði eisini systirin
Anna Malena við dóttrini Oluffu,
sum eisini var fødd í 1907.
Í 1906 fekk kona Jógvan á
Lakjuni ein son, Olivur. Vegna
umstøðurnar heima kom Jógvan
og spurdi, um ikki sonurin kundi
vera hjá teimum fyribils. Tað var
so gamaní. Men umstøðurnar
gjørdu, at Olivur var verandi,
og gjørdist hann sum eitt av
systkjunum hjá Johan Salomon
og teimum, hóast hann eisini
hevði samband við síni foreldur
og systkin. Hevði tað verið í dag,
hevði Almannastovan skulla verið
við í leikinum við málsviðgerarum
og sálarfrøðingum. Men her fekk
Olivur eitt nýtt heim uttan nakað
roks. Tískil vóru í 1907 tríggjar
vøggur í húsinum í senn!
Olivur varð fullkomiliga roknað-
ur sum ein partur av húskinum.
Hann gjørdist gubbi fostursystrina
Esther og systkinabarnið Petru
(Arge) hjá Jóan Elias.
Í fólkateljingini í 1911 sæst,
at tá vóru tey 13 fólk í húsi. Tá
høvdu Johan Salomon og Juli-
anna fingið fleiri børn. Afturat
hesum var nú eisini Elia, systir
Johan Salomon gift inn, og hevði
fingið sítt fyrsta barn, so her hev-
ur verið rættiligt hjartarúm. Árið
eftir í 1912 verður Petra fødd.
Seinni í hesum parti verður
greitt frá Grækaris á Gørðum,
sum var ein skyldmaður. Tá ið
Grækaris doyði í 1890 flutti konan
Malena og dóttirin Súsanna inn
til teirra. Dóttirin var brekað,
og tær báðar búðu hjá teimum
alla sína tíð. Dóttirin skuldi vera
sálarliga brekað, og bygt var
henni eitt lítið rúm í roykstovuni,
so hon ikki gjørdi skaða uppá seg
sjálva ella onnur. Súsanna doyði í
1893, 33 ára gomul.
Grakaris var belisin maður.
Sofus minnist, at nógvar bøkur
hjá honum vóru inni hjá teimum.
Grækaris hevði tann trupul-
leika, at hann dugdi ikki at
drekka. Hann doyði í brúdleypin-
um, tá Nella giftist upp aftur við
Peter Jakku. Grækaris hevði eina
mørk í jørð. Hon fygldi møðgunum
og er framvegis í húsinum Fyri
oman Oyruna.
Tað verður eisini sagt um hana,
at tá brúk var fyri hjálp í bygdini,
vórðu boð send eftir Petru.
Maðurin Óli hevur eisin havt
virðing fyri konuni. Tá í tíðini var
ikki vanligt, at konan varð spurd
um nakað sum helst. Petra Arge
greiðir frá, at tá ið kona Grækaris
spurdi Óla um hon og dótturin
kundi koma til teirra, tá mátti
hann fyrst spyrja konuna! Og tað
var sum skilst gaman í.
Familjan er sera hørm um, at
tey vita so lítið um Petru, hetjuna
í hesi søgu. Táið Gregersenættin
skuldi hava ættarveitslu í 1997,
fanst eingin mynd av Petru. Men
hon væl og virðiliga uppkallað av
børnunum.
Olivur var feigur
Fosturbeiggin Olivur fekk
eina serliga lagnu. Hann var
fiskimaður. Einaferð hann kemur
til Havnar, leggur fostursystirin
Petra, sum búði Havn, til merkis,
at hann hevði eitt kuffert við
sær. Eingin fekk at vita hvat var í
kuffertinum.
Seinni kemur Petra eftir, at
hann hevur verið á Heimavirkinum
og selt síni føroysku klæði. Hetta
undraði, tí tað var heilt óvanligt
at selja síni føroysku klæði.
Konufólkið í húsinum høvdu gjørt
klæðini uppá hann, og Petra
hevði sjálv broderað vestin.
Síðan fer Olivur til Íslands
at arbeiða. Einaferð í 1944 ger
hann avtalu við eitt føroyskt
skip um at sleppa heim til
Føroya við teimum. Hann kemur
umborð, men fer so í land aftur
onkur ørindi. Orsakað av onkrari
misskiljing, er skipið farið, tá
Olivur skuldi koma umborð
aftur. Men skaðin var ikki tann
stóri, tí hann kundi sleppa heim
við “Verdandi” í staðin. Men
“Verdandi” kom ongantíð fram!
Tá komu tey sjálvsagt at hugsa
um, at Olivur má hava kent á sær,
at hann var feigur, tá hann seldi
síni føroysku klæðir! Uttan at vita
um alt hetta, hevði Petra marru
í dreymi viðvíkjandi Olivur um
sama mundi, sum Verdandi hvarv.
Pápin við til at
stovna Føroya
Fiskimannafelag
Pápi Sofus var upprunaliga
fiskimaður, men tá hann fekk
hesa mørkina í jørð, varð hann
meira heima. Mørkin hevði 40
áseyðir og gjørdi hetta fittan mun
til húsarhaldið.
Johan Salomon var ein
av teimum 24 gøtumonnum,
sum í desember 1910 tóku
fyrsta stig at stovna Føroya
Fiskimannafelag. Tað sama
var Jóan Elias beiggi hansara.
Millum aðrar stovnararar vóru
annars Jóan David Jacobsen,
sum seinni gjørdist verfaðir
Sofus og beiggjnir hjá Onnu
Louisu vermammuni, Óla Jákup
og Jógvan Zachariassen. Hetta
stig førdi til, at FF varð stovnað í
november 1911.
Johan Salomon var ein
av teimum mongu føroying-
unum, sum róðu út á eystur-
landinum í Íslandi. Hann var
nógv í Borgarfirði norðanfyri
Seyðisfjørðin. Hann var við tí,
sum varð kallað Stóra Kompaní.
Vanliga vóru tað bygdarmenn,
sum vóru í felag, men her vóru
tað menn úr ymiskum bygdum.
Tað hevur staðið ein mynd í
bløðunum av “Stóra Kompaní.”
Á hesi mynd vóru 23 mans. Teir
flestu vóru av Strondum og Gøtu.
Menn vóru eisini við úr Lamba.
Onkur av Strondum stóð fyri
tí. Um onkur veit meira um Stóra
Kompaní, vilja vit fegin frætta.
Gøtumenn, sum Johan
Salomon annars róði út saman
við, vóru Líggjas hjá Hendrikki,
sonur hansara Hans Andreas
Husgaard, og eisini Sámal Jákup
á Toft.
Sofus var á hesum leiðum í
1985 á einum túri við prestinum
Peter Andrew Petersen. Tá
varð vitjað á teimum gomlu
útróðrarplássunum hjá føroying-
um. Hetta var sera áhugavert.
At hetta framvegis hevur
áhuga hjá føroyinum sást á
túrinum, sum Smyril Line gjørdi
nú í heyst á slóðini hjá føroyskum
fiskimonnum á Eysturlandinum.
Húskið fyri oman Oyruna:
Standandi f.v. Óli, yngri, Hanna, Erikka, Petra og Sofus.
Sitandi Johan Salomon, Esther og Julianna
Trý lið av børnum fyri oman Oyruna umleið 1914. Dreingirnir eru f.v. Olivur
Mikkelsen og Óli hjá Johan Salomon. Óli doyði sum smádrongur. Genturnar
eru f.v. Oluffa, Petra og Erikka. Tað vóru Oluffa, Óli og Oluffa, sum lógu í
vøggu samstundis
➘
Gregers Gregersen, f. 1879, d.
1903 (Grækaris fyri oman Oyruna)
burturgingin við Cyclone 24 ára
gamal. Hann var pápabeiggi Sofus