Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 249 - 30. desember 2009 Sermerkt áramót G amlaárskvøld fer eitt tíðarbil, sum eygleiðarar nevna óttans ártíggju, aftur um bak. Hetta er skeiðið, har álopið á Twin Towers broytti heimin, og vesturheimurin fór í hernað móti yvir gang­ inum ­ skeiðið, har vestur­ heimurin og islam komu at standa sum fíggindar og yvirgangurin heldur vaks enn minkaði. Tað gongur valla vika, at vit ikki frætta frá yvirgangi við deyða og skaða á fólk og fæ. Hetta gjørdist eisini skeiðið, har vesturlendsku fólkaræðini tóku til at verja fólkaræðið við ódemokratiskum amboð­ um, eitt nú við at skerja tað persónliga frælsi, sum vit hava mett sum nakað av tí besta við okkara vesturlendsk fólkaræðið. H etta hendir alt, meðan yvirgangskropparnir hava fingið nýggj trygg tilhaldsstøð, har teir kunnu venja sínar hermenn og leggja sínar yvirgangasætlanir. Pakistan, Yemen, Sudan, Somalia og partar av Afghanistan eru millum tryggu tilhaldstøð yvirgangskroppa. Stríðið móti yvirganginum er miseydnað og nógvir viðmerkljarar halda hetta stendst av, at strategiin var skeiv frá fyrsta degi. Vesturheimurin við USA og Bush á odda fóru kríggj móti yvirgangi, men herjað varð ikki á orsøkirnar til yvirgangin: hungur, hall, fátækdømi, kúgan, órættvísi, undirlutakenslur, trótandi virðing fyri øðrum mentanum og øðrum átrúnaðum. Vit fingu konfrontatión í staðin fyri dialog, samskifti, virðing og samstarv. Vit róku milliónir av fátøkum unglingum uttan nakra framtíð í føvningin á Osama Bin Laden og hansara yvirgangskroppum. Obama forseti roynir at venda skútuni, men ivingarsamt er, um enn er vendandi. Hann hevur ásannað, at farna skeiðið gjørdist skeiðið, har átrúnaðarligir spurningar settu dagskránna og hann leggur sín politikk hareftir. Livst so spyrst. T að er sostatt eitt dapurt skeið, ið nú fer, eitt skeið, har kríggj, náttúruvanlukkur, umfarsjúkur, figgjarkreppur og mentanarligir og átrúnaðarligir samanbrestir eyðkendu gerandisdagin. Oman á alt hetta kemur vánaliga úrslitið á veðurlagsráðstevnuni. Heiminum bíður ikki bøtur, um ikki ein skilagóð loysn verður funnin í Mexico um eitt ár. Alt hetta hevur elvt til ein kollektivan ótta, sum mannættin má fyrihalda seg til og sleppa sær burturúr. Á rið, sum fer, var her í Føroyum politiskt buldrut og búskaparliga trupult. Vinnuloysi og politiskt atgerðarloysi eyðkendi myndina av føroyska samfelagnum. Ósemjur um raðfestingar og um búskaparlig amboð hava verið lemjandi fyri politiska arbeiðið, og endaðu búskaparligu tiltøkini tí í teimum vanligu ólukku ráðum at skera niður yvir ein kamb. Her má vend koma í, um samfelag og búskapur skulu hóra undan í 2010. V it fara at leggja okkum eftir at geva øllum málum eina sakliga og jaliga viðgerð her í blaðnum, at elva til dialog heldur enn til konfrontatión. Landið er lítið, og vit eru øll meira ella minni í sama báti. Vit fara at leggja okkum eftir tí jaliga heldur enn eftir tí neiliga. Vit fara at geva lesarum og lurtarum breiða, sakliga og atfinningarsama kunning um samfelagsviðurskifti, politikk og mentan, og teigar okkara vera framvegis opnir fyri sakligum orðaskifti. Vit takka lesarum, lurtarum og viðskiftapørtum fyri árið, sum farið er og ynskja øllum føroyingum eitt gott og Harrans signað nýttár. Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum Ártíggjund endar Vit njóta nú seinastu dagarnar av árinum 2009, og í morgin halda vit gamlaárskvøld og skjóta eitt ár og eitt ártíggjund aftur um bak. 00’ini vóru árini, har miðlaheimurin næstan varð kollveltur. Stórar rembingar og broytingar hava verið, og tíðindini ferðast skjótari enn nakrantíð. Internetið hevur sett ferðina munandi upp, og skalt tú verða fyrstu við tíðindum, skalt tú verða skjótur – sera skjótur - í vendingini, og tú kanst ikki rokna við at hava nakað fyri teg sjálvan í langa tíð. Hetta setir eisini krøv til miðlarnar, sum kapprenna um somu søgur, men eisini royna at grava okkurt fram, sum teir kunnu borðreiða við eksklusivt. Men tað er trupult, og samstundis sum internetið hevur gjørt tíðindi ókeypis, stríðast miðlar við at finna nýggjar inntøkukeldur, sum kunnu fíggja teirra virksemið. Brúkarin hevur upplivað eina óvanliga stóran vøkstur í tíðindum og upplýsingum, sum tað ber til at sleppa fram at við øllum hugsandi miðlum á borðinum, í bilinum ella í hondini, og hendan junglan hevur eisini havt við sær eina avskepling av, hvørji tíðindi eru týdningarmikil, stór ella viðkomandi. Kriteriini fyri tíðindum hava hug at broytast, nú øll kunnu lesa alt ella skriva alt umvegis internetið. Sosialurin hevur í 2009 roynt at givið sínum lesarum eina fjølbroytta mynd av tí, sum fyriferst í føroyska samfelagnum. Sosialurin er partur av samtakinum, sum eisini umfatar tíðindapartin á Portalinum, Rás2 og Miðlahúsið. Hetta gevur møguleikar at framleiða ymiskt tilfar til ymiskar miðlar og brúka tær styrkir, sum teir ymsu miðlarnir hava. Í hesum serblaði – tí seinasta í hesum árinum – varpa vit ljós á nakað av tí, sum Sosialurin hevur latið sínum lesarum í ár. Hetta er á ongan hátt ein fullfíggjað mynd av árinum, ið fór, men nakrar úrvaldar greinar, sum hava verið í Sosialinum farna árið. Vit takka við hesum fyri 2009 og ynskja øllum eitt gott 2010!