Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Banna mynd ir av brósta- geving Sosiala netverkið Facebook ansara væl eftir, at myndir, sum liggja á teirra síðum, ikki eru ov avdúkandi ella frekar. Og nú hevur Face­ book bannað myndir av bróstageving. – Trupulleikin er, at net­ ið er ein globalur miðil, og tey, sum reka eitt netstað, kunnu gera tað sambært sínum egnum treytum og moralskum normum. Tí mugu vit eisini vænta, at vit fyrr ella seinni verða rakt av treytum og reglum, sum koma aðrastaðni frá", sigur Stig Hjarvard, miðla­ granskari. Trupult at basa smugling Leiðarin fyri kriminal­ deildina hjá løgregluni heldur tað verða trupult at basa rúsevnasmugling í Føroyum. – Vit gera tað, sum gerast kann, fyri at basa rúsevnasmuglingini til Føroyar, umstøðurnar til at basa smuglingini kundi verið nógv betri enn tær eru, sigur Berg­ leif Brimvík Hann heldur, at polit­ iski myndugleikin leingi hevur forsømt at seta lóg ir og reglar í gildi í Før oy um, sum høvdu gjørt tað lættari hjá løg­ regluni at stríðst ímóti rúsevnasmuglarum. 2009 Januar Brot og bitar úr árinum, ið fór Sosialurin Eitt innskot um burt urblivna Jesus og ein andaktsbók við teksti um lýdni fingu Petur Joensen í Norðragøtu á sporið av førarahundinum Lottu, sum varð rýmd ur heimanífrá orsaka av nýggjárs­ bresti. Fagnaðurin var stórur, tá ið tað eydnaðist at finna førara­ fundin hjá blinda Una Ras­ mussen aftur í øllum góðum ovarliga í Gøtugjógv. Maðurin, sum fann hundin, fekk eitt innskot, sum hann ikki vildi sleppa. Og tá hann umsíðir fylgdi innskotinum, kom hann fram á hundin, har fólk longu høvdu verið fram við og leitað. Søgan um, hvussu førara­ hundurin Lotta varð funnin aftur leygardagin, var gleði­ lig, men eisini sermerkt – ikki minst fyri Petur Joensen í Norðragøtu. Fór til stroks Nýggjársdag rýmdi Lotta úr Norðragøtu orsaka av fýr­ verks bresti, sum gjørdi hana kløkka. Hundurin fór til stroks, og eingin sá hann aftur. Lotta er svartur Labrador og er vand til at hjálpa blinda Una Rasmussen í gerand is­ degnum. – Vit høvdu verið ein túr, og tað varð skotið eitt sindur av fýrverkið. Lotta var eitt sindur órólig, og eg merkti á henni, at hon vildi sleppa heim. Tá vit komu heim, lat eg hana standa uttanfyri, með an eg fór eftir onkrum at eta. Men tá var aftur onkur brestur, og hon fór til stroks, greiðir Uni Rasmussen frá. Leygardagin varð skipað fyri umfatandi leiting í Gøtu og har á leið, og ein av teim­ um, sum var við í hesari leit­ ing, var Petur Joensen í Norðragøtu, og áðrenn hann fór av húsum, læs hann úr andaktsbók. – Eg fekk mær at eta, og so plagi eg hvønn morgun at lesa okkurt úr Bíbliuni ella onkrari lestrarbók, og hendan morgunin tók eg nýggju andaktsbókina hjá Jóhannes Andreas Næs fram og læs tekstin til dagin. Hann snúði seg um lýdni og at fylgja boð um. Samstundis kom tað knapp liga fram fyri Petur Joen sen, at tá ið tey leitaðu eftir Jesus, funnu tey hann í templinum. Og í Gøtu er eitt gamalt seyðahús í Gjáarhaga, sum verður kallað fyri Templ­ ið. – Eg kendi á mær, at eg skuldi fara niðan til Templið at leita, og teksturin úr and­ aktsbókini segði, at eg skuldi verða lýðin ímóti boðunum, sigur Petur Joensen. Vildi sleppa til Templið Petur Joensen fór við í leit­ ingina leygarmorgunin, men í fyrstu syftu fór hann við einum bólki, sum leitaði í hag anum í Norðragøtu – har suðuri frá og norðureftir. Tann leitingin gav einki úr ­ slit, og so var farið aftur om ­ an í bygdina, haðani leitingin varð samskipað. – Síðani var ætlanin, at okkara bólkur skuldi leita av Gøtueiði og út ímóti Lamba. Eingin visti, hvar hundurin var farin, so sjálvsagt bleiv tað leitað víða. Tá kom eg aftur í tankar um at fara nið­ an til Templið at leita, og eg hugsaði eisini um tekstin frá andaktsbókini um at verða lýðin, sigur Petur Joensen. Hann og Jóan Petur Olsen settu so kós í Gjáarhaga at leita, og har komu teir fram á hundin. Hann hevði runnið seg fastan í eini gjógv. – Hundurin var róligur, og hann tóktist verða væl fyri, hóast hann hevði verið í haganum í tveir dagar. Tyrlan fleyg Una Ras mus­ sen niðan til gjónna, og tað eydnaðist at fáa Lottu upp í øllum góðum og at flúgva hana heim. Spurningurin er, um tørvur er á fleiri enn einum vaktarskipi í økinum kring Føroyar, tí sambært tølum frá Fiski­ veiðieftirlitinum, eru skipini, Tjaldrið og Brimil, bara í sigling umleið helvtina av tíðini, sum tey tilsamans kunnu vera úti. – Tað, sum hendi í fjør, var, at olju­ prís urin bleiv høgur. Hetta gav okk um stórar eykaútreiðslur, og tá oljan er ein hin størsti variabulin í út reiðslunum, so sigur tað seg sjálvt, at vit høvdu ov lítið av pen ingi, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiski viði eftirlitinum. Vaktarskipini lógu helvtina av tíðini Lestur leiddi Petur til Lottu Arbeiðið hjá einum presti ger, at hann hevur ein lut í teimum eydnuríkastu og teimum syrgiligastu løtunum í lívunum hjá fleiri okkara. Niels Pauli Danielsen, fráfarandi sóknarprestur – Vit dyrka ikki okkum sjálvi og oyggjar okkara, hví skulu so onnur fólk gera tað. Hans Fróði Hansen » » Petur Joensen og Uni Rasmussen saman við førarahundinum, sum varð funnin í øllum góðum Mynd: Jens Kr. Vang Kunnu yvirliva kreppuna Fíggjarkreppan er eitt gilt høvi at venda privatu fíggj arstýringini frá ovur­ nýtslu og undirskoti, til javn vág og helst eisini yvirskot. Hetta heldur Lis­ beth Nebelong, serfrøð­ ing ur í privatøkonomi. – So leingi tú hevur starv, og ikki ætlar at keypa ella selja hús, og heldur teg frá ovurnýtslu, so er ongin vandi. Tvørt­ ur ímóti kunnu vit fáa nakað positivt burturúr krepp uni, sigur Lisbeth Nebe long, sum júst nú skrivar sjeyndu bókina um privatøkonomi. Eitt av hennara ráðum er, at fólk leggja gjaldskortið frá sær.