mikudagur 30. desember 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ansar eftir
pengunum
– Talan er um skatt
gjaldarans pening og tað
er ómetaliga týdningar
mikið at fara væl um teir
og tað fari eg at gera mítt
ítarsta fyri, segði Bogi
Mortensen, tá ið móttøka
var fyri nýggja stjóranum
á Strandferðsluni.
Strandferðslan
hevur
einar 180 milliónir at
ar beiða við um árið, harav
umleið 120 milliónir eru
játtaðar á fíggjarlógini, og
tað eru hesar pengar, Bogi
Mortensen lovaði at ansa
væl eftir.
Falskur
alarmur
Hóskvøldið kom rætti
ligur skelkur á ein riðil
av børnum, sum skreiddu
uppi undir Varða. Beint
sum børnini skreiddu,
kom ein maður í bili og
tók tvey børn upp og
hini børnini hildu, at tað
sá so løgið út, at tey
ringdu eftir løgregluni,
tí tey stúrdu fyri, at tað
var ein barnalokkari.
Hann skuldi enntá hava
knív í hondini. Løgreglan
fór á staðið, men eftir at
hava kannað málið, er
hon komin til ta úrslit, at
talan var um falskan
alarm. Løgreglan helt, at
talan var um ein pápa,
sum er komin eftir børn
unum.
Stóð um lív
Rættiligur
dramatikkur
var í Skopun, tá ið tvei
menn fóru til hendurs eitt
fríggjakvøld. Tá avtornar,
liggur annar av teimum
eftirá, bukaður sundur og
saman við eini jarnstong.
Maðurin, sum varð buk
að ur, mátti við skundi
flyt ast á landssjúkrahúsið,
tí lívið hjá honum stóð í
váða.
– Tað vísti seg at vera í
allar síðstu løtu, at mað
urin kom á Lands sjúkra
húsið, og tað stóð veruliga
um lív hjá honum tá, sigur
Dánjal Petur Højgaard,
kommunulækni.
2009
Februar
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Sosialurin
Tá ið ein maður ikki
fekk tann heilivág,
hann vildi hava,
bleiv hann frá sær
sjálvum og sló
komm unulæknan
við knýtt um neva
mitt í andlitið og
hótti við at drepa
hann
– Eg bleiv skelkaður og tað
sortnaði fyri mær!
Soleiðis greiddi ein komm
unulækni í Havn frá í Føroya
Rætti um eina ótespuliga
lækna vakt hann hevði í við
talihølunum hjá Lands sjúkra
húsinum eitt kvøldið.
Ein sjúklingur var komin
til hansara, men tá ið hann
ikki fekk tann heilivág, hann
vildi hava, bleiv hann frá sær
sjálvum og sló læknan við
knýttum neva mitt í andlitið
og hótti hann harafturat við
lívinum.
Maðurin varð ákærdur fyri
at hava sligið kommunu
læknan við knýttum neva og
fyri at hava hótt hann eftir
lívinum.
Hann varð eisini ákærdur
fyri at hava roynt at sligið
ein portør, sum bjargaði
lækn anum undan tí óða
mann inum.
Ørur av pínu
Maðurin vildi ikki játta seg
sekan. Hann segði, at hann
hevði ballast á Argjum, men
tann, sum hann ballaðist við,
hevði koyrt okkurt í glasið
hjá honum, so at hann sovn
aði. Tá ið hann vaknaði aftur
um kvøldið, hevði balling
arkammiráturin stolið bæði
pengarnar og pínutablettirnar,
hann hevði í lummanum.
Hann hevði ógvuliga nógva
pínu eftir eitt arbeiðsóhapp
nakrar dagar frammanundan
og tí mátti hann til lækna
hetta kvøldið at fáa fleiri
pínu tablettir.
Men tað vildi læknin ikki
geva honum og tí bleiv hann
óður. Hann segði, at læknin
bleiv við at tosa um onkra
gamla sjúku, hann hevði havt
og sum onki hevði við sakina
at gera.
Maðurin viðgekk, at hava
sligið eftir læknanum, men
rakti hann bara bleytt á øksl
ina. Hann hevði ikki hótt við
at drepa læknan, men hann
hevði sagt, at við hesum
arbeiðslagnum kundi læknin
koma út fyri at drepa fólk.
Sortnaði fyri eygunum
Kommunulæknin hevði ein
heilt aðra frágreiðing. Hann
segði, at maðurin hevði ikki
talað um pínustillandi heili vág.
– Ørindi hansara vóru
ógvu liga einføld og ná
greinilig: Hann vildi hava
sovimedisin, men tað vildi eg
ikki geva honum, tí vit geva
ikki sovimedisin á lækna
vaktini.
Læknin segði, at eftir at
hava tosað aftur og fram við
mannin, ásannaði hann, at
hann kom ikki víðari, tí mað
urin tvíhelt um, at hann
skuldi hava sovimedisin.
Tá ið læknin so fór úr við
talihølunum kom maðurin
ímóti honum og gav honum
ein dyggan frammaná, áðr
enn læknin varnaðist nakað,
samstundis sum at hann setti
hóttan fram um at drepa
hann.
Læknin sigur, at slagið var
so hart, at tað sortnaði fyri
eygunum á honum. Læknin
sigur, at hann var skelkaður
og skilti at hann mátti taka
støðuna í álvara. Tí skundaði
hann sær yvir til ein portør
og bað um hjálp, tí hann var
sligin. Maðurin elti hann yvir
til portørin við nevanum á
lofti.
Portørurin gjørdi skjótt av
og feldi mannin og helt hon
um, til løgreglan kom á staðið
og handtók hann.
40 dagar í geglið
Dómarin í Føroya Rætti
hevði onki álit á frágreiðingini
hjá manninum. Hinvegin tók
hann læknan og portørin fyri
fult, tí hann sá onga orsøk til
at ivast í teirra frágreið ing
um.
Ákærin helt, at ein 40
dagar í fongsul var ein hósk
andi revsing.
Og tað helt dómarin eisini,
so maðurin varð dømdur at
sita í 40 dagar, umframt at
hann skal betala sakarmáls
kostnaðin.
Tá tingfólk gremja seg um, at
arbeiðið er so strævið, og at tað
er so nógv at seta seg inn í, so
skilir Jóhan Dahl, landsstýris
maður als ikki trupulleikan.
– Nú skal eingin heldur mis
skilja meg, men tá tingfólk
gremja seg um, at tey fáa ikki
arbeiði og familjulív at hanga
saman, so eri eg als ikki við.
Talan er um 100 til 110 dagar í
Løgtinginum, og tá skuldi verið
lag á manni at tillaga seg teir
fáu arbeiðsdagarnar, sigur Jóhan
Dahl.
Heimsins besta starv
Hótti við at drepa lækna
Okkara fremsta uppgáva er at gera næmingin til ein
kvalifiseraðan heimsborgara, sum kann taka eina
víðari útbúgving hvar í heiminum, tað skuldi verið.
Mikkjal Helmsdal, rektari Føroya Studentaskúli og HF-Skeið
Tað verður ikki í míni tíð sum løgmaður, at børn og
ung ella heila familjur skulu verða noydd at flyta
av landinum, tí at vit ikki fáa hjálpt teimum her
heima
Kaj Leo Johannesen, løgmaður
»
»
Lækni varð álopin av illum manni, sum kravdi heiligvági, sum hann ikki kundi fáa