mikudagur 30. desember 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Flýddi frá
skotum
Ein maður skeyt eftir 43
ára gamla Hansi Olsen av
Saltnesi. Sjálvur hevur
Hans Olsen millum annað
sitið í Horsens Tugthus í
hálvtannað ár fyri grovan
harðskap.
– Eg havi gjørt nógv
býtt, men eg havi sitið
mína tíð, og hetta er aftan
fyri meg. At maðurin
skuldi koma við byrsu, tað
skilji eg ikki, sigur Hans
Olsen, ið bert hevði fýra
millimetrar av stáli og eitt
sindur av luft millum seg
sjálvan og byrsuskotini.
Ein metur frá
vanlukkuni
Omanlop rakti ein bil á
Viðareiðisvegnum,
og
bilurin fór rættiliga illa.
Í bilinum var – umframt
føraran – eisini tríára
gamla dóttir hansara,
sum sat á setrinum við
síð una av pápanum. Var
bilurin komin ein metur
longur fram á vegnum,
hevði
steinurin
rakt
beint inn í bilhurðina, og
so hevði lítla gentan
neyv an verið á lívi, sam
bært politirapport ini.
Sníkti seg 30
ferðir inn í
somu hús
Tað var ein øgiliga foyur
og skammfullur ungur
drong ur, sum troppaði upp
í Føroya Rætti nú ein dag
in at standa til svars fyri
sínar gerðir. Drongurin
var ákærdur fyri tjóvarí
og fyri at hava brotið hús
friðin hjá eini ávísari
familju. Hann var ákærdur
fyri at hava roynt at sleppa
sær inn í hesi somu hús
minst 30 ferðir á náttartíð.
Einasta forkláring, hann
kundi koma í tankar um,
var, at hann hevði kedd
seg so óluksáliga illa.
Drong urin fekk 30 dagar
treyt aða fongulsrevsing.
2009
Mars
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Sosialurin
Linda Andrews fekk
fleiri ferðir av at vita
frá eina dómaranum
í X-Factor, men før-
oyska song kvinn-
an stóð eftir sum
stóri vinnarin av
sangkappingini
Linda Andrews gjørdist vinn
ari av stóru XFactor kapp
ing ini hjá DR. Føroyska
song kvinnan imponeraði ferð
eftir ferð við tryggum og
sann førandi
framførslum.
Ser liga hennara sterka rødd
førdi hana fram í kappingini,
men eisini framførslurnar hjá
Lindu blivu betur og betur.
Eini dómarin í XFactor,
Thomas Blachman, fór fleiri
ferðir illa við Lindu og gjørdi
persónligar viðmerkingar til
hana fyri opnum skíggja og í
fjølmiðlunum. Um ein skuldi
tikið
vísdómsorðini
hjá
Blach man fyri fult – bæði
finalu kvøldi og ikki minst til
undanumførini – so hevði
Linda als ikki verið vinnarin
av XFactor 2009.
Men Linda er fegin um, at
tann hárleysi dómarin gav
henni eitt spark í afturpartin.
Tað sama sigur dómarin hjá
Lindu, Lina Rafn.
– Eg haldi, at tað, at
Blach man var so harður við
Lindu var tað besta sum
kundi henda fyri okkum. So
fekk Linda okkurt annað
fram úr sær, enn bert sína
fantastisku rødd. Fram kom
skemt, sjarma og drívmegi,
segði
Lina
Rafn
eftir
finusigurin.
– Kritikkurin frá Blachman
gjørdi, at eg fekk eyka drív
megi. Hann fekk meg til at
verða enn betri, segði Linda.
Tað var rætti vinnarin
Blachman mátti viðganga
eftir finaluna, at Linda hevði
uppiborið sigurin. Men eins
og vit kenna Blachman, so
var tað ikki bert sagt í einum
jaligum tóna.
– Sendingin er fullkomiliga
“mainstream”, og tá skal tað
eisini verða ein slíkur sangari
sum vinnur. Hon var í øllum
førum tann rætti vinnarin
av teimum sum vóru eftir til
finaluna, segði Blachman, ið
sipaði til Alien Beat Club.
Spurd um, hvørt hon gjørd ist
kedd av orðunum hjá Blachman
í finaluni, sigur Linda soleiðis.
– Eg haldi, at tá ið ein sigur
neilig ting um onnur, so
kemur tað altíð aftur til ein
sjálvan. Men sjálvandi bleiv
eg eitt sindur kedd av hansara
hugburði um mínar trupul
leik ar. Eg havi greitt frá mín
ari støðu, og teimum óhepnu
hendingunum í mínum lívi,
tí eg helt, at tað kanska kundi
hjálpa onkrum. Tað var ikki
fyri at fáa samkenslu, sigur
Linda Andrews.
FC Amager skuldi verða ein
spenn andi og stórsligin fótbólts
ætlan í danska høvuðsstaðnum,
men tað endaði soleiðis, sum
eingin ynskti, at tað skuldi enda.
Síðst í mars noyddist høvuðs
maðurin fyri ætlanina, Todi
Jóns son, at boða frá, at fíggjar
ligu trupulleikarnir hjá felagnum
vóru so stórur, at felagið stóð
ikki til at bjarga, og tí mátti fara
konkurs.
Felagið hjá Toda á heysin
Útskeldað – men vann
Skal eg siga mína meining – og kanska gera nógv
fólk bilsin – so havi eg altíð elskað tónleikin hjá
Frændum. Eg undirstriki, at mær dámdi tónleikin.
Óli Breckmann, løgtingsmaður
Kanska mann bara skuldi farið á universitetið
í Hovi at lært til pedagog, tí fiskur loysir seg í
hvussu so er ikki, og pedagogar eru so nógv uppi í
tíðini
Anders Viberg, sjómaður í 50 ár
»
»
Linda Andrews skuldi ígjøgnum nógv, áðrenn hon
endaði sum vinnari í X-Factor kappingini hjá DR