Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tjaldrið fekk salmonella Menn, sum sigla við vakt­ arskipinum Tjaldrin um vórðu fongdir við salmo­ nella. Fýra sjúkir mans noyddust í fyrstu syftu í land, og síðani máttu tveir afturat geva skarvin yvir. Tað vil siga, at helvtina av manningini umborð gjørd­ ist sjúk. ­ Í fyrstuni vistu vit ikki, hvat var áfatt hjá hesum monnum, men sum tíðin er liðin, hava nakrir teirra fingið staðfest hjá lækna, at teir eru fongdir við sal­ monella, sigur sigur Jó ­ annes í Heimistovu, sam­ skipari hjá Fiskiveiði eftir­ litinum. Forsætisráð­ harri skilir føroyskt Lars Løkke Rasmussen er fyrsti danski for sætis­ ráðharrin, sum bæði skilur og kann tosa eitt sindur av føroyskum. Løkke er giftur føroysku Sólrun Jákupsdóttir, og tey hava tætt tilknýti til Føroya. Lars Løkke hev­ ur nú tikið við eftir Anders Fogh Rasmussen, sum valdi eitt starv sum NATO­aðalskrivari fram um danskan politikk. Løkke skal nú leiða donsku stjórnina restina av valskeiðnum og ganga á odda í einum komandi valstríði hjá borgarligu stjórnini. Eingin panikk­ ur í Vágum Hóast øll tiltøk vóru sett í verk til ein møguliga neyð lending í Vágum, so merktu ferðafólkini um ­ borð onki til hetta. – Eg havi flogið nógv í mínum lívið, og hatta var helst róligasta lending, eg havi verið við til í Vágum, sigur Rólant Poulsen, ferða fólk. Hann vísir somu­ leiðis á, at ongin panikk ur var umborð yvir høvur, og at fólk als ikki vóru bangin, um hvat kundi henda. Orsøkin til óvanligu lend ingina var, at flog­ skiparin fekk ikki læst eitt hjól, men lendingin gekk væl, og eingin vandi var á ferð. 2009 Apríl Brot og bitar úr árinum, ið fór Sosialurin Tað er djúpt óseri øst at tosa um kjarn­ orku í Føroyum. – Vit hava hvørki sakkunnleika ella umsitingarskipan til tað. Harafturat eru føroyingar ikki júst kendir fyri at liva upp til fyri­ treyt ir og krøv á umhvørvisøkinum. Tað sigur Vilhjálm­ ur Nielsen, orku­ ráð gevi, sum eisini mælir til at skrotta ætlanina um at leggja elkaðal til Íslands Hesa vikuna eru tvey olju­ óhapp hend í Føroyum. Er tilbúgvingin blivin róst í samband við hetta? Nei, ha? Hvussu skulu vit so gera við kjarnorku? Tað spyr Vilhjálmur Niel­ sen, doktari og ráðgevi í orku spurningum, nú kjakið um framtíðar orku í Føroyum aftur verður tikið upp í Løg­ tinginum. Tjóðveldi hevur lagt tvey mál um orkuspurningin til samtyktar fyri Tingið. Annað snýr seg um minkingar av CO2 útláti og hitt um menn­ ing av varandi orku. Tey mál­ ini hava verið í rættarnevndini hjá Løgtinginum til viðgerð, og har hevur Vilhjálmur Nielsen, ið er orkuráðgevi, gjørt viðmerkingar til málini. Óseriøst at tosa um kjarnorku Tá áður hevur verið tosað um framtíðar orkumøguleikar í Føroyum, hevur eitt eventuelt kjarnorkuverk verið uppi og vent fleiri ferðir. Tað tykist heldur ikki sum at politik ar­ arnir vilja sleppa hesum tank anum. Vilhjálmur Nielsen sigur, at hann heldur tað verða djúpt óseriøst at blíva við at tosa um kjarnorku í Føroy­ um. – Eg mangli at hoyra eitt einasta argument fyri at gera kjarnorkuverk í Føroyum. Vit hava hvørki sakkunnleikan ella ta umsitingarskipan, ið skal til fyri at hava kjarnorku. Harafturat er orkutørvurin í Føroyum so lítil, at tað er ein trupulleiki í sær sjálvum. Tí haldi eg, at tað er óseriøst at tosa um kjarnorku, sigur Vilhjálmur Nielsen. Hvørki bíligt ella grønt Sambært Vilhjálmi Nielsen er kjarnorka hvørki bílig ella so grøn, sum summi vilja vera við. – Gamaní er einkulta verk­ ið CO2 neutralt. Men tá hevur tú ikki tikið alt við síðuna av við eisini. Tú brúk­ ar rættiliga nógva orku til at fyrst útvinna uranið, upp á flutning av burturkastinum, at byggja kjarnorkuverkið og so framvegis. Tá tú tekur alt tað við, er eitt kjarnorkuverk ikki so grønt, sum summi vilja vera við. Tað, ið er avgerandi tá slíkar avgerðir skulu takast, er tað, ið stendur á teirri enda ligu botnlinjuni. Og tá stendur heldur ikki so væl til við prísinum. – Tú kann gott fáa ein lágan prís fyri hvønn kilo­ watttíma, men tá roknar tú ikki tann kostnaðin við, sum er allastaðni rundanum. Tú skal hava sakkunnleika alla­ staðni rundanum. Tað krevur serliga útlærd fólk, og tú má hava avtalur um at sleppa av við avfallið. Tað er ikki nakað, tú bara ger, og tað kostar. Harafturat má tú hava eina backuppskipan, ið klárar at nøkta tørvin hjá øllum land­ inum tá óhappið er úti. Eg sigi ikki um, men tá óhappið er úti, og neyðugt er at sløkkja av eini ella aðrari orsøk. – Harafturat eru føroyingar ikki júst kendir fyri at fylgja fortreytunum og krøvunum um umhvørvi. Nóg illa helvt­ in av kommunum uppfylla krøvini til umhvørvi, vísir Vilhjálmur Nielsen á. Brian Kerr er nýggjur lands liðs­ venjari í fótbólti hjá Føroyum, og 56 ára gamli Kerr hevur áður verið í Føroyum við írska lands­ liðnum. Tá gramdi hann seg um, at Tórsvøllur var ov smalur at spæla á, og hann kærdi vøllin til FIFA. Nú er sum vent í holuni, tí nú heldur Kerr, at Tórsvøllur er ov breiður. ­ Tað veldst jú um, hvørjum sessi tú situr í. Tað ræður jú um at vinna tær teir fyrimunir, sum tú kanst, sigur Brian Kerr. Tórsvøllur ov breiður Vit eru for býtt til kjarnorku Kvinnuligu virðini eru so ráðandi í dagstovnum, at íborna náttúran hjá dreingjum er í vanda. Tí skulu vit loyva dreingjunum at berjast meira.. Claus A. Rasmussen, pedagogur í dagstovni Mær dámar so væl steinar, tí tú kanst brúka teir til so nógv. Líka sum við orðum. Tú velur sjálvur, um tú vilt drepa ella oyðileggja við teimum ella brúka teir til at skapa okkurt nýtt. Tóroddur Poulsen, listamaður » » Føroyingar skulu ikki hugsa meira um at fáa kjarnorku til Føroya, heldur umhvørvisráðgevi