Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Slappið av! Óttin um svínakrimið fer av álvara at gera um seg. Hvørja ferð tíðindi eru at frætta frá WHO, er støðan versnað við nýggja krím­ in um, sum mong rokna við, fer at kosta túsundtals fólki lívi. Í Føroyum mælir landslæknin fólki til at taka tað róligt. – Vit hava enn onga sum helst orsøk til at vera bangin ella at stúra. Men hinvegin mugu vit heldur ikki vera líkasæl. Støðan er álvarslig, og tí eiga vit at ansa eitt sindur eftir. Men enn er eingin orsøk at vera bangin, sigur Høgni Debes Joensen, lands lækni. Nýggj Norðborg Dýra Biðidag kom nýggj­ asta og mest framkomna fiskiskipi í føroyska flotanum til Klaksvíkar. Nýggja Norðborg skal gera tað gjørligt at fiska og virka fisk meira effektivt. – Vit vænta, at vit við hesum skipi kunnu heysta rættari, enn vit hava gjørt, sigur Kristian Martin Rasmussen, reið­ ari. Nógv fólk var í Ánun­ um og tók ímóti nýggju Norðborg, sum er eitt stórt og stásiligt fiskifar. Turka skinku í Dímun Umboð frá Danish Crown hava um dagarnar verið og hugt at økjum í Før­ oyum, sum egna seg til at turka skinku. Ætlanin er turka skinkukjøt á sama hátt sum skerpikjøt verður turkað í Føroyum. Fyrsta royndin verður í Stóru Dímun. – Hetta er eitt sokallað pilotprojekt, har tað er vónleyst at siga nakað um úrslitið enn, og um skinkan kann nýtast tá turkingin er liðug. Vit hava roknað við eini turkingartíð mill­ um 14­16 mánaðir, so vit mugu bíða við at staðfesta nakað til tá, sigur Claus Hein, sølu stjóri hjá Danish Crown. 2009 Mai Brot og bitar úr árinum, ið fór Sosialurin Bólkasex, konubýti ella partnaraskifti. Heitini eru so mong. Men í dag verður alt hetta rópt Swingarasex. Áhaldandi leysa­ søg ur um føroyskar Swingara­klubbar verða nú váttaðar. Rákið í Sosialinu prátaði við eitt par, sum púra opið greddi frá royndum teirra sum swingarar í Føroyum Summi fingu helst kaffi í háls in, onnur smíltust eitt for herðað smíl, og summi vóru kanska forfard, tá ið Rákið í Sosialinum hevði sam røðu við eitt par, sum eru sokallaðir swingarar. Parið, sum var ónevnt, greiddi frá, hvussu tey upplivað swinger­ sex í Føroyum. Sum hjá øðrum swing ar­ arum, byrjaði tað við einum dreymi um eitt fríari sexlív. Sum Jan og Lena siga, so eru vit øll ymisk, og tað er eingin loyna, at øll hava sínar duldu dreymar. Men í mun til flestu okkara, so valdu tey bæði at liva dreymin út. Í fyrsta um ­ fari var hugurin at hava sex saman onkrastaðni, meðan onnur pør eisini vóru í gongd, nakað sum at vera partur av einum pornofilmi. Síðan eru onnur komin upp í teirra song. – Tað er serliga hetta við at hyggja at og at verða sædd, sum tendrar, siga Jan og Lena, og tey greiða frá, at tað byrjaði við, at tey spældu sær við tankanum um at fara á swingaraklubb í Danmark. Komin til Danmarkar av ­ gjørdu tey at royna ein víða­ gitnan klubba, sum vísti seg at vera júst nakað fyri tey. ­ Tað var rættiliga skakandi fyrstu ferð, siga tey og brosa til hvønn annan, meðan tey minnast aftur á hendingina. Forvitin spyrji eg tey, júst hvat hendi hesa fyrstu náttina í Keypmannahavn. – Vit fóru inn í swing ara­ klubban og gingu runt eina løtu. Eg minnist, at tveir fittir og blíðir menn høvdu stóran áhuga í okkum. Vit fóru síð ­ ani inn í eitt rúm, har tvey pør lógu á einari stórari song. Vit løgdu okkum hjá teimum, og menninir fylgdu við, greiðir Jan frá. – Tann eini byrjaði at nøkta seg beint við meg. Hetta kendist løgið, men var eisini øsandi. So nærkaðist tann eina kvinnan, og vit fóru at krámast uppi á hvørji aðrari og kyssast, bæði ovar laga og niðarlaga, meðan menn inir eisini vóru uppií. Tað virkaði rættuliga natúr ligt, hóast tað var fyrstu ferð, at eg hevði sex við einari kvinnu, sigur Lena. Vitjanin í Danmark gjørdist soleiðis byrjanin til sexuellu ævintýraferð teirra. Finna føroyingar á netinum Hóast fá vita nakað við vissu um føroysku swingara­ment­ anina, so siga Jan og Lena, at hetta er rættiliga umfatandi í Føroyum, og at swingara­ mentanin er komin fyri at vera. Tey bæði vilja vera við, at fólk í øllum samfelagsbólkum eru at finna millum føroysku swingararnar, og at hetta hevur staðið upp á í mong ár. – Vit valdu at stovna eina vangamynd á scor.dk og á faroedating.fo. Síðan hava vit hitt onnur føroysk hjún, sum eisini eru áhugað í at bjóða øðrum við upp í songina, greiðir Lena frá. Tilgongdin er rættiliga drúgv umvegis netið, tí tað er umráðandi, at fólk kenna seg fullkomiliga trygg, áðrenn tey avdúka, hvørji tey eru. – Vit byrjaðu við at skriva saman og at geva hvørjum øðrum loynilig telefon­ nummur. Eina tíð seinni avgjørdu vit at hittast á einari café. Tá hingu nervarnir veru liga uttaná, meðan vit stóðu og bíðaðu og stríddust við tankar sum “munnu hatta vera tey, ella kanska hasi..”, minnast tey bæði. Túrurin á caféini gekk væl og hevði ógloymandi sam­ veru við sær. – Eg fór at fjasast við hin­ ari kvinnuni stutt eftir hetta, og kona mín hevði so sex við hinum manninum eitt sindur seinni, greiðir Jan frá. Og soleiðis fingu lesarar av Rákinum eitt innlit í, hvussu støðan er við swingarum í Føroyum. Tað kom nærmast sum ein skelkur fyri fólk, tá ið tað frættist um ein skottilburð í Havn. Skotið var eftir einum bili, sum stóð parkeraður, og síðurútarnir í báðum síðum aft­ an fóru í sor umframt onnur skot­ sár á bilin. Men málið varð skjótt loyst og løgreglan handtók fýra persónar, sum høvdu verið í bilin­ um, ið koyrdi framvið og har skot­ ini komu frá. Vælvitandi keldur upp lýsa fyri Sosialinum, at tað var jalousi, sum var orsøkin til, at ungi maðurin hevndi seg inn á bilin. Sjalusi orsøk til skottilburð Kom í song við okkum Í teimum politisku avgerðum, vit skulu taka í næstu framtíð, hava vit ikki ráð til at hava heilagar kýr, og tað er eisini greitt, at kamelar skulu slúkast. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum ­ Eg eri lættur at ávirka, men Føroyar tóku veruliga beinini undan mær. Her er veruliga talan um eitt land, sum er ein fjaldur gimsteinur, og einasti trupulleikin er, at fólk kenna ikki landið. Simon Anholt, serfrøðingur í kappingarsamleika » » Eini hjún, sum Sosialurin hevur tosað við, vilja vera við, at fólk í øllum samfelagsbólkum eru at finna millum føroysku swingararnar, og at hetta hevur staðið upp á í mong ár