Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ræða fólk av landinum Politikararnir í Føroyum gera akkurát tað øvugta av tí, sum teir áttu at gjørt í eini kreppustøðu. Tað heldur Hermann Oskarsson, búskapar frøð­ ingur og fyrrverandi for­ maður í Búskaparráðnum. – Ístaðin fyri at fráboða sparingar, áttu politik ar ar­ nir at boða borgarunum frá, at teir skulu kenna seg tryggar, tí at landskassin er til reiðar at átaka sær so stóra skuld sum neyðugt fyri at halda arbeiðs loys in­ um niðri, sigur Hermann Oskarsson. Todi leitar heim Fremsti føroyski fót ­ bóltsspælarin nakrantíð, Todi Jónsson, leitar nú heimaftur til barn dóms­ felagið at spæla. Todi hevur játtað at hjálpa KÍ, sum er í tungum sjógvi. – Akkurát nú havi eg ikki so nógv at gera, so eg havi møguleikan til tað. Og so vil eg sjálvandi hjálpa KÍ, sum er mítt barndómsfelag, sigur Todi Jónsson. Føroyskt vodka Politikararnir í Føroyum gera akkurát tað øvugta av tí, sum teir áttu at gjørt í eini kreppustøðu. Tað heldur Hermann Oskarsson, búskapar frøð­ ingur og fyrrverandi for­ maður í Búskaparráðnum. – Ístaðin fyri at fráboða sparingar, áttu politik ar­ arnir at boða borgarunum frá, at teir skulu kenna seg tryggar, tí at landskassin er til reiðar at átaka sær so stóra skuld sum neyðugt fyri at halda arbeiðs loys­ in um niðri, sigur Hermann Oskarsson. 2009 Juni Brot og bitar úr árinum, ið fór Sosialurin Eg vildi síggja kon­ una, áðrenn eg fór heim, og tað bjarg­ aði mær, sigur Ják­ up Pauli Joensen, um avgerðina at fara við einum øðrum flogfari heldur enn AF 447. Tað var henda av ­ gerð, ið bjargaði 34 ára gamla klaks­ víkinginum frá at fara við flogfarinum, sum datt niður í Atlantshav Mánadagin 1. juni vaknar 34 ára gamli Jákup Pauli Joensen á einum hotelli í Rio. Hann tendrar sjónvarpið, og nú sær hann, at eitt flogfar úr Brasiliu er dottið niður. Lítla løtu seinni fellir fimmoyrað. Hann kundi verið umborð. Hann er júst komin í land av supplybátinum, Maersk Buolder, har hann hevur verið umborð í einar sjey vikur, og nú er hann á veg til Føroyar at endurnýggja síni pappír. Men áðrenn tað valdi hann at hava ein hugnaligan dag saman við konuni í Rio. Á hotellinum hugsar hann um skiparan, Lars. Hann er dani, og skuldi heim sunnu­ dagin. – Fyrst hugsaði at, at tað var heppið, at eg ikki var við, og so hugsaði eg bara um Lars. Um hann var við har, men tað kom tíbetur rættiliga skjótt fram, at tað bara var ein dani við, og tað var ikki Lars, greiðir Jákup Pauli Joensen frá, sum nú er heima hjá foreldrunum í Klaksvík. Men veruleikin er, at tá flog fari sendi seinastu signal­ ini og helst bleiv spjatt yvir Atlantshav. Tá var Jákup Pauli Joensen á konsert. Ein konsert hann kundi fara til, av eini einstakari bjargandi løtu. – Tað er eitt sindur betri at ganga á Copacabana enn at sita í einum flúgvara, sum dettur niður, heldur Jákup Pauli Joensen. Bjargandi løtan Men tað vóru fimm sekund, sum bjargaðu klaksvík ing inum í Rio, tí eitt lítið døgn áðrenn vanlukkuna gjørdi hann av at nýta ein dag sam an við konuni, hóast hann hevði ov mikið at gera í Før oyum. – Tað er nokk ein løta eg ongantíð fari at gloyma. Eg var á niður av brúnni og skip arin á veg upp. Nú segði skiparin, at hetta var seinasti møguleikin at broyta ferða­ seðilin, og bað meg siga frá, um eg vildi heim sunnudag ella mánadag. ­ Eg bíðaði eina løtu at svara. Kanska eini fimm sekund. So greiddi eg skip­ aranum frá, at eg heldur vildi heim mánadag, so eg kundi síggja konuna. Tað bjargaði mær, og eg dugi ikki at ímynda mær hitt valið, men soleiðis hevði verið, um eg ikki hevði konu har... So hevði verið liðugt, sigur ein týðiliga rørdur Jákup Pauli Joensen, sum útvarpið hjá Kringvarpinum var í sam­ band við, so skjótt hann var lendur. Torir at flúgva Hóast hann kundi verið í van lukkuliga flúgvaranum, AF 447, so torir Jákup Pauli framvegis væl at flúgva. – Eg kann ikki tilláta mær annað við arbeiðinum eg havi, og tá eg fleyg úr Brasiliu mánadagin, tá sovnaði eg næstan beinanvegin, og vakn aði ikki fyrr enn vit fingu morgunmatin, greiðir Jákup Pauli frá. Hann greiðir somuleiðis frá, at fólk vóru rólig alla tíð­ ina á túrinum, hóast eitt sind ur av ruðuleika var á flog vøllinum áðrenn fráferð. Men staðfestast kann, at Jákup Pauli svav søtan blund, meðan hann fleyg yvir vraklutunum á flúgvaranum, hann kundi verið við. U21 landsliðið í fótbólti framdi veruligt bragd, tá ið teir vunnu á russiska landsliðnum. Fyri dyst in vóru russar vísir í sigrin­ um ímóti føroysku spælarunum, og teir høvdu hug at gera gjøldur við føroyingum. – Tá vit stóðu í gongini í B36­ húsinum. Til reiðar at fara á vøllin, flentu teir forhánisliga eftir okkum, sigur Bill McLoud Jacobsen, sum er annar av før­ oysku venjarunum. Flentu at føroyingunum Vildi heldur hava klemm frá konuni Fótbóltur er eitt liðspæl. Ronaldo spælir fyri seg sjálvan. Tað hevur hann altíð gjørt, og tí er tað tíverri meiningsleyst at messa fyri Cristiano Ronaldo um hvat trældómur ella trúfesti í grundini merkir. Agga Niclasen, debatørur Orðabókin gjørdi teg so viðgitnan, sum um tú vart rokkstjørna – øll í landinum kendu Jóhan Hendrik Winther Poulsen, og tað hevur eingin orðabókafrøðingur nakrastaðni í heiminum megnað hvørki fyrr ei heldur seinni. Jonhard Mikkelsen, útgevari » » Jákup Pauli Joensen skuldi verða við AF447 flogfarinum, sum datt niður á veg úr Brasil, men í evstu løtu broytti hann ferðaseðilin til eitt seinni flogfar