Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sushi í Føroyum So kom sushi-rákið um - síðir til Føroya. Matstovan Etika, sum liggur á Áar- vegnum í Havn, bjóðar nú føroyskum sushi. Tað er Hotel Føroyar-samtakið, sum letur hetta øðrvísi mat- og vínstaðið upp. Sushi, sum hevur verið sera vælumtókt í granna- londunum seinastu árini, er japanskur fiskarættur við ráum fiski, serligum rísi, tara og grønmeti. Fólk ini handan Etika ivast ikki í, at sushi fer at fella í góða jørð í Føroyum, tí før oyingar ferðast nógv, og hava roynt tað aðra- staðni. Mamma og dóttir pedagogar sama dag Tað var ein stórur dagur, tá ið mamma og dóttir fingu prógv sum peda­ gog ur sama dag. Kristina og Vónbjørt Nybo hava báðar tikið pedagogút­ búgving í Danmark, og tað gjørdu tær, tí tær fingu ikki pláss á skúla í Føroyum. – Gongur sum ætlað, koma vit nokk heimaftur um tvey ár, sigur dóttirn Vónbjørt, sum flutti til Danmarkar við sjeikinum og soninum. Nýggjur festivalur Festivalurin Við Múrin varð hildin fyrstu ferð í juli mánaði, og tiltakið sjálvt eydnaðist sum heild væl. Seinni kom fram, at ov fá fólk vóru til festivalin fyri at hann kundi bera seg fíggjarliga. Ummælarin hjá Sosialinum skrivaði millum annað um Múrin, at hóast onkrar barna sjúk- ur vóru við fyrireikingini, gekk tað væl at avvikla festivalin. Millum tey, sum spældu við Múrin, vóru Trente møll er, Ace of Base, Mc Hár, Pipar & Salt, The Dreams og Linda Andrews. 2009 Juli Brot og bitar úr árinum, ið fór Sosialurin Føroyar vunnu fleiri heiðursmerki enn nakrantíð áður, tá ið Oyggjaleikirnir vórðu hildnir á Álandi. Føroysku svimjararnir slóðaðu fyri einari óvanligari føroyskari sigursgongd Oyggjaleikirnir á Álandi gjørdust ein sigursgongd fyri føroyskan ítrótt. Føroyingar vunnu fleiri heiðursmerki enn nakrantíð áður, og fyri fyrstu ferð vóru Føroyar fremst í heiðursmerkja být- inum. 34 ferðir kundu føroysk ítróttarfólk taka ímóti gull- heiðursmerkjum, og tað vóru ikki minst føroysku svimj ar- arnir, sum gingu á odda fyri føroyska ítróttarliðnum. Kapp ingarnar í svimjing eru nógvar, og harvið eru eisini nógv heiðursmerki at stríðast um. 21 ferðir eydnaðist tað føroyskum svimjarum at vinna gull. Eisini aðrar ítróttargreinar togaðu gullmerki heim til Før oya, og fleiri spennandi og dramatiskar kappingar vóru. Badminton tók øll á bóli og vann fleiri heiðurs- merki, bogaskjúttarnir raktu aftur hesaferð plett, og alt endaði við einum sonnum drama, tá ið flogbólts kvinn- urnar vunnu gull. Føroyingar vóru stoltir av ítróttarfólkum sínum, sum vunnu heiðursmerkjabýtið, og prátið gekk dúgliga um at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya. Sjálvt løgmaður róði fram undir, at almennu Føroyar skuldu virka fyri at fáa stóru oyggjakappingina til Føroya. – Úrslitini tala fyri seg. Tað, sum ítróttarfólk okkara avrikaðu á Álandi var heilt framúrskarandi, og tað fegn- ast vit øll um. Men tað gevur okkum eisini eina ábyrgd, tí tað er eyðsæð, hvussu stóran týdning leikirnir hava fyri okkum. Bæði ítróttarliga og mentanarliga, segði Kaj Leo Johannesen. Eitt mál um meirnýtslu uttan heim ild endaði við, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, legði frá sær. Hann hevði hug at geva Tjóðveldi skyldina fyri sína avgerð, tí flokkurin hevði ført heksjakt ímóti sær. ­ Tey hava ført eina heksajakt ímóti mær fyri at fáa meg frá, segði Hans Pauli Strøm. Hetta vil Tjóðveldi ikki hoyra talan um. ­ Meirnýtslan hjá Hans Paula Strøm var av einum heilt serligum slagi og tí kundu vit ikki sita tigandi og hyggja at, sigur Høgni Hoydal. Hans Pauli fór frá Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar Tú kanst tú vera húsmóðir, vaskikona, bankamaður ella handverkari upp á tann rotna mátan, ella tú kanst verða tað upp á rock ‘n roll mátan. Kári Cool Tað er onki nýtt at kirkjan leggur dent á reinføri, men tað er væl møguligt, at vit eisini fara at geva ávísar leiðreglur fyri at forða svínakrími at spjaða seg. Jógvan Fríðriksson, bispur » » Føroyingar gjørdu bart á Oyggjaleikunum og vunnu heili 34 gullheiðursmerki Heiðursmerki á Oyggjaleikum Gull silvur bronsa Føroyar 34 23 24 Isle of Man 29 30 29 Jersey 24 37 19 Guernsey 21 12 27 Gotland 21 11 23 Áland 16 19 18 Bermuda 14 6 12 Minorka 9 7 11 Cayman 7 4 3 Saaremaa 6 9 10