mikudagur 30. desember 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8.000 toskar
doyðu
Toskaalingin hjá Faroe
Codfarm í Hvalba var fyri
einum keðiligum bakkasti.
Ein pumpa í alibrúkinum
steðgaðim og fleiri túsund
toskar, sum skuldu takast
til sláturs í heyst, doyðu.
Richard Rognsøy, stjóri í
Faroe Codfarm, váttar, at
út við 8.000 toskar eru
deyðir. Ein av pumpunum,
sum syrgja fyri ilt til
kørini, var steðgað. Virðið
av mista fiskinum var um
leið 320.000 krónur.
Brutu rútar
í kirkju
Tá ið Hans Jørgensen,
deknur í Miðvágs kirkju
møtti sunnumorgunin í
kirkjuni
at
fyrireika
guds tænastuna,
var
hann illa við. Sjey stórir
steinar vóru tveittir inn
gjøgnum rútar, og ein
stól ur í kirkjuni var
eisini skamfílaður. Onk
ur hevur hoyrt ein flokk
av ungum fólkum, gent
um og dreingjum, har á
leiðini, men onnur fólk
vita at siga, at okkurt
annað herverk hevur
ver ið gjørt fyrr um nátt
ina.
Útjaðarin hev
ur ongan kjans
– Vit skulu ansa sera væl
eftir, áðrenn brúka pening
til samfelagsligar útbygg
ingar í útjaðaranum.
Tað heldur Helgi Abra
hamsen,
løgtingsmaður
fyri Sambandsflokkin.
Hann heldur nevniliga,
at tað er lítil og ongin vón
fyri, at útjaðarin fer at
yvir liva í longdini.
– Tað nyttar onki at
berj ast ímóti rákinum og
rákið er, at fólk vilja búgva
í miðstaðarøkinum, sigur
Helgi Abrahamsen.
2009
August
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Sosialurin
64 ára gamli Johan
Thomsen úr Hvalba
hitti í fjør á fyrsta
sinni mammu sína,
sum nú býr í USA. –
Vit tóku um hálsin
á hvør øðrum, og
tárini bara runnu,
sigur krígsbarnið
Johan Thomsen
Johan Thomsen úr Hvalba
betur kendur sum Johan hjá
Olinu, vaks upp hjá góðum
fólkum í Hvalba, Dánjali og
Olinu Thomsen. Hann hevði
tað gott hjá teimum og visti
ikki betur enn, at hesi bæði
fólkini, sum ikki áttu onnur
børn, vóru foreldur hansara.
– Eina ferð, eg var tólv ára
gamal, var eg inni hjá einum
vinmanni, sum búði hjá
ommu síni. Tá spurdi tann
gamla konan meg, um eg
frætti nakað frá mammu
míni í Amerika, sigur Johan.
Hetta goymdi hann inni í
sær og segði einki heima í
langa tíð.
Ein dag kom forstur mamm
an og segði við hann, at hann
átti eina aðra mammu.
– Eg segði bara, at tað visti
eg.
Fosturmamman segði hon
um eisini, at mamman tá
búði í Íslandi, og Johan minn
ist, at hann fór at gráta, tá ið
hann hetta fekk at vita.
Krígsbarn
Johan fekk at vita, at mamm
an, sum æt Katrina, var dóttir
Edvard og Jolinu Berg, fødd
Ellefsen. Av tí at Katrina
hevði familju í Miðvági, fór
hon vestur hagar at arbeiða
og var har undir krígnum.
Har kom hon saman við
ein um enskum hermanni,
sum arbeiddi á flogvøllinum,
og hon gjørdist við barn.
Her maðurin
segði
við
mammu Johan, at hann kundi
einki hava við hana at gera, tí
hann var giftur og átti børn.
– Mamma fór so aftur til
Hvalbiar og føddi meg. Men
hon vildi sleppa burtur, til
Ís lands og gav meg tí til
skyldfólk. Tí er tað, at eg havi
Thomsen og ikki Berg sum
eftirnavn.
Presturin
kann
hava gjørt eitt mistak, ella
hann væntaði, at tey fóru at
ættleiða hann.
Ein
triði
møgu leiki kann hava verið,
at
forsturforeldrini
vildu
verja dreingin og góvu hon
um tí teirra eftirnavn.
Mamma Johan fór til Ís
lands, búði har í fleiri ár,
giftist einum amerikumanni
og fekk tvey børn við hon
um.
Droymdi um mammuna
Hann hevði í nógv ár ein
dreym um at koma í samband
við mammu sína, og umvegis
familju í Íslandi fann hann
fram til mammu sína.
– So tíðliga ein morgun tók
eg dik á meg og ringdi.
Ein kona svaraði í hinum
endanum.
– Yes, tað var Katrina.
Tá ið hann so fekk forklár
að, hvør hann var, svaraði
hon bara:
– Oh, my God!
Tað gekk eitt sindur tungt
at tosa, tí Jóhan dugdi so lítið
av enskum, men hon dugdi
framvegis íslendskt, og tað
dugdi Johan eisini, tí hann
hevði verið nógv í Íslandi.
Tað vísti seg, at mamman
fyri nøkrum árum síðan var
flutt til sonin at búgva og
seinni aftur flutt í eina eldra
íbúð í býnum Lebanon.
Tosaðu saman
á íslendskum
15. juli í fjør fóru Jóhan og
konan til USA.
– Vit flugu tann seinasta
teinin við einum lítlum flog
fari og komu fram um nátt
ina. Og tá ið vit komu hagar,
sat mamma har. Har vóru
bara hon, hálvbeiggi mín og
kona hansara, sigur Johan.
– Tá ið eg kom inn, rópti eg
hart á føroyskum: Mamma.
Vit tóku um hálsin á hvør
øðrum, fingu ikki tosað,
tárini bara runnu. Har sat eg
sum 63 ára gamal og slapp
fyri fyrstu ferð at halda um
mammu mín, sum tá var 87
ár, sigur Johan, sum er ógvu
liga rørdur, tá ið hann sigur
frá.
Tey sótu bæði leingi og
hildu um hvørt annað. Sam
stundis tosaðu tey um øll hesi
árini, og hvat var hent.
Tað var lagt upp til tað heilt stóra
brakið á Ovastevnu í Nólsoy, og
tað byrjaði væl fríggjakvøld. Tað
var tí eitt satt vónbrot hjá fólki at
vakna til vind og regn leygarø
morgunin. So vánaligt var veðrið,
at fyrireikararnir gjørdu av at
halda setanarhaldið inni í tjaldø
inum á keiini heldur enn úti. Tað
er helst fyrstu ferð, at veðrið
skikkar sær so illa, at neyðugt
hevur verið at fari inn at seta
stevnuna. Fleiri av uttandura
tiltøkunum vórðu eisini avlýst
leygardagin, og lítið av fólki kom
um fjørðin
Ovastevna skolaði burtur
Fann umsíðir mammu sína
Eg satsi, og einki er at ivast í, at um nakrar
mánaðir verði eg ein av mest ópopuleru
persónunum í Føroyum.
Solby Eliasen, nýggjur programmleiðari í Kringvarpinum
Vit mugu eisini ásanna, at tað ber ikki til at orða poli
tikkin á eini skrivstovu við fjølmiðlaráðgeving og øllum
tí. Sosialdemokratiskur politikkur er ein rørsla. Ávirkanin
skal tí koma úr neðra upp til leiðsluna og ikki øvugt.
John Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum
»
»
Johan Thomsen fann mammu sína í USA