Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Olja verður funnin Tað er staðfest, at vit hava eina virkna kolvetnisskipan á føroyska landgrunninum, vit hava goymslugrýti, og fellurnar eru til staðar, og nógvar eru stórar. Tí síggi eg tað mest sum ein spurn­ ing um tíð, áðrenn okkurt spennandi úrslit spyrst burturúr eini boring Tað sigur jarðfrøðingurin Heri Ziska, sum starvast hjá Jarðfeingi. Higartil hevur leitingin eftir olju undir Føroyum ikki rættiliga givið bónus, men vónir eru framvegis um, at oljufeløgini fara at finna olju í rakstrarverdum nøgdum. Eldur av flatskíggja Eldur kom í eini hús á Stykkinum, og eftir eldsbrunan var illgruni um, at tað var ein flat­ skíggi, sum hevði fest í húsini. Ein maður býr einsamallur í húsunum, sum hann leigar, men hann var ikki heima. Í ein um horni í stovuni stóð ein flatskermur og ein sjónvarpsmóttakari, og tað er annar av hesum báð um elektrisku lutun­ um, sum hava elvt til eldsbrunan. Vit ræðast sjálvmorð Okkara ræðsla fyri at tosa um sjálvmorð ger tað oft­ ast enn truplari at hjálpa teimum sjálvmorðshóttu. Tað sigur leiðarin á psyki­ atriska deplin um, Tor­ móður Stórá. – Besti mátin at fyri­ byrgja einum sjálvmorði er at spyrja inn til tank ar­ nar hjá tí sjálvmorðshótta. Sjálvt um vit ikki beinleiðis kunnu hjálpa ítøkiliga, kunnu vit vísa okkara pínda medmenniskja á, at tað finst hjálp, og tað kann verða heilt avgerandi í sváru løtuni, sigur Tor­ móð ur Stórá. 2009 September Brot og bitar úr árinum, ið fór Sosialurin Føroyar framdu aftur eitt fótbóltsbragd, tá ið Litava varð lagt niður á Svanga­ skarði. Føroyingar stríddust sum leyv­ ur, skoraðu tvey mál og vunnu HM­dystin Fagnaðurin á vøllinum var ovurstórur. Spælararnir lupu allir í ein stóran trunka. Brian Kerr tóktist ikki vita, hvørjum beini hann skuldi standa á, sum hann rann millum spæl­ arar, hjálparfólk, nevndarlimir og fjølmiðlar. Ikki síðani tann 1. sep­ tember í 2001 høvdu Føroyar vunnu undankappingardyst. Ta ferðina æt mótstøðan Luxemburg, sum varð styrk­ ismett lægri enn vit. Men síðani bólkarnir gjørdust fleiri í tali og liðini í hvørjum bólki færri, hevur verið trupl­ ari at rokkið sigrunum. Henrik Larsen var nær við móti Skotlandi og Cypros, meðan Jógvan Martin Olsen eisini var nær við móti Eysturríki. Men hjá Brian Kerr tók tað so ikki meira enn fýra dystir. Og tað hendi, so var tað ikki uttan eina hampuliga stóra undran og diskussión. Skuldu reisast Frá fyrsta bríksli sótu okkara tætt í mótstøðuni. Ikki ein tann einasti av okkara spæl arum bíðaði, tá takkling skuldi setast inn, og litavar fingu á tann hátt alt fyri eitt at vita, at her komu teir ikki lætt til nakað sum helst. Og so sóu vit aftur beinleiðis álops spælið, sum føroyinar sýndu móti Serbia og partvíst móti Fraklandi. So skjótt bólt urin varð vunnin, varð ferð sett á móti litaviska mál in um, og fleiri ferðir eydn­ aðist kantum okkara at sleppa aftur um bakkarnar. Og føroyingar skoraðu tvær ferðir. Fyrst var tað Súni Olsen við einum dundurskoti frá frísparki, og eftir at litavar høvdu javnað, potaði Arn­ bjørn Hansen bóltin í málið til 2­1, sum gjørdist úrslitið av dystinum. Jákup segði farvæl Jákup Mikkelsen spældi sín landsdyst nummar 65, og eftirsum hann hevur boðað frá, at hetta er hansara sein­ asta ár sum landsliðsmálverji, var dysturin á Svangaskarði samstundis hansara seinasti heimadystur fyri Føroyar. – Hetta er tað, eg havi droymt um, og næstan ikki trúði fór at gerast veruleiki. Eg eri rørdur og ótrúliga takksamur fyri hetta, segði Jákup Mikkelsen eftir dystin. Ítróttarredaktørurin í Miðla húsinum skrivaði eftir dystin, at hetta var orsøkin til, at føroyingar spældu á Svangaskarði aftur. Hann vísti á, at vøllurin á Svanga­ skarði er minni enn Tórs­ vøllur, og tí hóskar seg væl til føroyska liðið. Fjarstøðan millum hotell og vøll hjá vitjandi liðunum er longur, og annars eru kirngum støð­ urnar serligar. – At kalla allir lutir siga mótstøðuni, at nú eru teir á útivølli, og hvør einasti lítil smálutur av hesum slag, telur tí til okkara fyrimun. Og fyrimunir eru absolutt ikki nakað, sum vit hava ráð til at geva avkall uppá, um vit skulu standa okkum á altjóða pallinum. Føroyar eru ikki meira enn ein lítil bygd í Europa. So sjálvandi skulu vit virka bygdaslig hjá stóru londunum at vitja, skrivaði Jákup Mørk. 13 ára gamla Maria Ronnadóttir slapp við smásnuddum, tá ið hon súkklaði út fyri ein bil á lands­ vegnum við tunnilsmunnan á Signabø. Hon varð slongd upp um bilin og brast í vegin aftanfyri. Bæði løgregla og lækni siga, at hon var ikki á lívi, um hon ikki var í hjálmi. Maria minnist einki frá hend ingini, men slapp við smærri snuddum. Hjálmurin fór í knús Landsliðið gjørdi tað Eg eri sannførdur um, at skal tað eydnast at rationali sera fólkaskúlan nakað sum munar, er tað neyðugt, at øll ábyrgdin liggur á einum og sama staði, og tað skal vera í eini miðsavnaðari fyrisiting. Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum Løgmaður er Føroya størsti svíkjari, tí hetta er greitt í stríð við samgonguskjalið. Fíggjarlógin skal ikki samtykkjast fyrr enn í desember, og eg ætli mær at stríðast til tað seinasta. Gerhard Lognberg, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin » » Føroyar tryggjaðu sær HM-sigur á Litava við tveimum frálíkum málum og einum fantastiskum arbeiðsinnsatsi