Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1800 metrar Leiðslan fyri Vága Flog­ havn leggur fram ætlanina um útbygging av flogvøll­ inum, sum skal bjóðast út í desember. Ætlanin, sum floghavnin er heitast fyri, er at leingja flogvøllin upp í 1800 metrar. 200 metrar vestur móti Sørvági og 350 metrar eystur móti Leitis­ vatni. Eisini skulu aðrar útbyggingar gerast á flog­ vøllinum. Tobbi fekk sína Ann Hóast hann sigur seg vera stak óromantiskan, var tað ein fegin Tobbi sum fekk sítt ja frá Ann Ellefsen, tá tey bæði giftust. – Nú hava vit livað uppá polskt í fleiri ár, so tíðin var komin at fáa tað formliga uppá pláss, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum um vikuskifti giftist við Ann Ellefsen, studenta skúla­ lærara. – Tað virkar kanska eitt sindur borg­ ar ligt at giftast, men vit vóru komin til marka­ mótið, har vit fegin vildu siga fyri øllum at: »Nú skulu tað vera vit bæði«, sigur Tórbjørn. HB vinnur gull Fótbóltskappingin hjá monnum endar við, at HB vinnur føroyameist ara­ heitið. Hinvegin er lagið vánaligt í Klaksvík, tí fyri fyrstu ferð nakrantíð flyt­ ur KÍ úr bestu deildini og skal komandi kappingarár spæla í 1. Deild. Umframt KÍ flytur eisini 07 Vestur niður. Nýggj lið í For­ muladeildini komandi ár verða VB/Sumba og B71. 2009 Oktober Brot og bitar úr árinum, ið fór Sosialurin Símun Jákup Højsted gjørdist so góður við ein skipshund í Kina, at hann tók hann við sær til Føroya. Alternativið var, at hundurin endaði sum grýturættur Søgan um Símun Jákup og Martu byrjaði í summar, tá Símun Jákup kom umborð á skipið har Marta arbeiddi sum skipshundur. Símun Jákup arbeiður sum dykkari í Kina saman við fleiri øðrum føroyingum. – Hon er so sera fitt og góð at hava við at gera, so vit blivu vinir beinavegin, sigur hann. Símun Jákup doypti nýggja vinin til Martu eftir filminum SS Marta við millum annað Ove Sprogø. Arbeiði hjá Martu var at halda skipið frítt frá skaða­ djórum og smákyktum. Hon át við øðrum orðum kakke­ lakkar, flogmýs og annað slíkt. Gerast døgverðamatur Frambeinini hjá Martu eru bæði brotin. Hví veit Símun Jákup ikki, men er tað vanligt at gera við hundar, ið koma umborð á skip í Kina. Í byrjanini hugsaði Símun Jákup ikki um at taka hana við til Føroya, men sum tíðin leið og vinarbandi styrktis, birtist tankin um at taka hana við tá hann fór heim. Vanliga er annars at tvey ára gamlir hundar í Kina verða dripnir og enda á døgurðaborðinum. – Eg setti meg í samband við Heilsufrøðiligu starv­ stovuna, og bað síðani tulkin á bátinum umseta teirra krøv til kinesiskt. Tað vísti seg ikki at vera so torført, sum eg áður hevði hildið, at fáa hana við til Føroyar, greiðir hann frá. Símun Jákup og tulkurin fóru einar tveir túrar til lands, at koppseta Martu og ordna pass og onnur pappír, sum vóru neyðug. Drúgv ferð Ferðin heim til Føroyar gjørd­ ist tó drúgvari enn væntað. Símun Jákup skilti tað, sum at 21 dagar skuldu verða ging nir frá tí at Marta var koppsett, til hon kundi koma til Føroyar. Soleiðis var tían­ verri ikki – tað vóru 28 dagar, og tískil varð Marta steðga á flogvøllinum í Vágum og tollarirnir hóttu við at avlíva hana ella senda hana av aftur landinum. – Eg gjørdist illur tá eg kom í Vágarnar. Eg hevði flogi einar 30 tímar og ferðast í fleiri dagar, sigur Símun Jákup. Men har var einki at gera, Marta var noydd av landinum aftur og niður til Danmarkar at sita í karatenu í seks dag­ ar. Hetta kostaði Símun Jákupi yvir 7.000 krónur, men var hann komin so langt við Martu, ætlaði hann ikki at geva upp í Vágum. Etur skerpikjøt Nú lendi so Marta at enda í Føroyum. Einasta Símun Ják­ up hevur fingið hana at eti higartil er skerpikjøt. Van lig­ an hundamat er hon ikki von við, og tá tey bæði vitjaðu djórahandilin fór hon bein­ leiðis eftir marsvínunum ístað in fyri hundakeksunum. – Konan varð eitt sindur bilsin, at eg kom heim við einum hundi úr Kina, men tað vardi eini 30 sekundir so var hon púra vekk í henni eisini, sigur hann. Símun Jákup fer aftur til Kina síðst í oktober, men tá verður Marta verðandi í Føroyum. ­ Nú er hon føroyingur og her skal hon verða, staðfestur hann. Mótaserfrøðingar meta, at 16 ára gamla Miriam Haraldsen úr Sør­ vági, hevur júst tær dygdirnar, sum skulu til, fyri at gera seg gald­ andi á altjóða mótapallinum. Ein myndamaður samanlíknar Mari­ am við brasilsku super modell ina Gisele Bundchen, sum hevur eitt av kendastu andlitunum og kropp­ unum í altjóða mótaheim inum. – Eg havi altíð droymt um at gerast model og havi hugt nógv eftir sendingum um hendan drag­ andi heimim, sigur Miriam Harald­ sen. Føroysk supermodell Marta mundi endað sum grýturættur – Føroyska samfelagið kann samanberast við ein slitnan íbúðarbygning, sum trongir til eina umfatandi renovering. Ole Wich, listamaður – Eg var í Føroyum eina tíð sum barn, tá ið stjúkpápi mín arbeiddi á einari teknistovu har, og tað, sum eg minnist best frá tíðini í Føroyum, var, at eg varð stútað av einum veðri. Sofie Gråbøl, danskur sjónleikari » » - Konan varð eitt sindur bilsin, at eg kom heim við einum hundi úr Kina, men tað vardi eini 30 sekundir so var hon púra vekk í henni eisini, sigur Símun Jákup Højsted