Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dundrandi hall Átta stór feløg, sum reka fiska virki og partvís hava skiparakstur, høvdu saman­ lagt eitt hall í fjør upp á 58,7 miljónir krónur. Árið fyri var hallið heilar 103,7 miljónir krónur. Ein stórur partur av hallinum í fjør og fyrraári stavar frá skipa­ rakstri. Av átta feløgum, hekk raksturin saman hjá teimum fýra. Hetta vísir ein roknskapargreining, sum grannskoðaravirkið NOTA hevur gjørt. Virkini, sum eru við í greiningini, hava umleið ¾ av fiska­ framleiðsluni í Føroyum. Maibritt merkt fyri lívið 21 ára gamla Maibritt Johansen er ein av teim­ um, sum merkir sær kropp in við tatover ing­ um. Hon hevur longu fingið sær 9 tatoveringar, og hon ætlar sær at fáa sær fleiri. – Tatoveringarnar eru ein partur av mær. Eg kann ongantíð fara og angra, at eg havi fingið mær nakað, sum ger meg so glaðan, sigur hon Nær ætlar tú tær so at gevast við tatovering­ um? – Tá eg vakni og haldi, at nú er nokk. Frændur 25 ár Frændur hildu óført gildi í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, nú populerasti før­ oyski tónleikabólkurin nakr antíð rundaði 25 ár. Samstundis var eisini nýggj fløga givin út. Fólk lótu sera væl at, og ljóðaðu Frændur líka væl sum fyrsta dagin. Hóast fólk ikki kundu syngja við til teir nýggju sangirnar, tá tey ikki enn hava lært teir, so sungu fólk dúliga við til teir gomlu slagar­ arnar. 2009 November Brot og bitar úr árinum, ið fór Sosialurin Fimm tinglimir hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at áleggja teimum, sum eiga seyð, hest ar, neyt og flogfenað, at stika framvið vegnum bæði innanbíggja og uttanbíggja fyri at forða fyri, at seyður sleppur á vegin Seyðalortur á vegum og í túnum kann vera ein orsøk til, at føroyingar við útbúgv­ ing ikki koma heimaftur. Hetta er ein av nógvum grundgevingum, sum fimm løgtingslimir føra fram, nú teir hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa seyðin burtur frá túnum og urta­ garðum hjá fólki og at fáa seyðin av vegnum, bæði inn­ anbíggja og uttanbíggja. Teir fimm tingmenninir, Magni Laksáfoss, Helgi Abra­ hamsen, Eyðgunn Samuelsen, Tórbjørn Jacobsen og Sjúrður Skaale, halda, at skulu ung fólk, ið hava tikið longri útbúgvingar í útlondum, vilja búleikast í Føroyum eftir at hava livað í mong ár undir meiri skipaðum viðurskiftum, er neyðugt, at seyðurin fær eitt meiri hóskandi pláss í samfelagnum. – Tað er ikki hugaligt, hvørki fyri eyga ella heilsu, at seyðalortur liggur í tún­ inum har børn spæla og fólk ganga, tá ein er vanur við aðrar umstøður, siga teir fimm løgtingslimirnir. Hegna seyðin úti Uppskotið hjá teimum gongur í stuttum út upp á, at nú skulu kommunur fáa heimild til at krevja av teimum, sum eiga, ross, neyt, geitir og flog­ fenað, at stika fyri, soleiðis at dýrini ikki sleppa á vegin og inn í urtagarðar og tún hjá fólki. Men orsøkin til, at teir fimm løgtingsmenninir gera hetta er ikki bara fyri at lokka føroyingar við útbúgving hendavegin. – Hetta er liður í eini roynd at skunda undir tilgongdina at fáa meiri tíðarhóskandi viðurskiftir fyri seyð í Før­ oyum, siga teir. Løgtingsmenninir vísa í hes um sambandi á, hvussu stóran skaða seyður, ross og elvir til í ferðsluni. Hvørt ár fáa nógvir bilar skaða umframt at fólkaskaði hendir av ov á av tí at seyður og dýr verða ákoyrd. – Hóast tað er meiri sjáld­ samt, at mannalív verða mist orsakað av seyði á vegnum, eiga vit tó at seta okkum spur ningin, um seyðurin veruliga hevur størri týdning enn mannalív? Tað er eisini ein royndur lutur, at nógvur seyður og stór dýr verða løstað og láta lív í ferðsluni. – Vit eisini at hugsa um ta sváru og sera ósømiligu dýra­ pínslu, ið stendst av hesum umrøddu viðurskiftum, siga teir fimm løgtingsmenninir. Men umframt tað pen inga­ liga, eigur eisini at verða hugsað um sálarliga kvøkkin, ið stendst av, at fólk renna á eina ær ella eitt smálamb. Eftir upplýsingum frá Lands verki er seyðurin at ­ voldin til nógv fleiri óhapp á landsvegnum enn Rúsdrekka. Landsverk metir eisini, at umleið tríggjar ferðir so nógv óhapp við seyði á vegnum verða meldað til trygging ar­ feløgini, enn frágreiðingarnar hjá løgregluni vísa. Niður­ støðan er, at seyður á vegnum er orsøkin til meiri enn trið­ ingin av ferðsluóhappunum á landsvegnum. Kanning hjá Gallup Føroyar vísir, at føroyingar eru heitir fyri, at øl og vín kann keypast í vanligum handlum – og ikki bert í Einkar­ søluni. 30% svara, at rúsdrekka skal kunna keypast so sum nú er, 5% vita ikki, meðan heili 62% ynskja, at tað skal kunna keypast í vanligu matvøruhandlunum. Tað kemur óvart á, at so nógv vilja keypa rúdrekka úr vanligum handl um. Øl og vín í handlar Seyðalortar forða fólki at flyta heimaftur - Umrøðan, sum eg fekk eftir giftarmálið við Peter Lundin, hevur millum annað havt við sær, at eg varð biðin um at gevast á skúlanum, har eg gekk, og øll lýsingin av mær sum menniskja var fremmand og langt frá tí, sum eg í veruleikanum eri. Mariann Poulsen - Í botn og grund tími eg ikki at arbeiða. Tað hevði passað mær fínt at gingið heima og onki gjørt. Eg havi ongantíð skilt fólk sum siga, at tey høvdu hildið á at arbeitt, sjálvt um tey vunnu 10 milliónir. Eg hevði givist í stundini Thomas Koba, filmsmaður » » Seyður, sum melur á vegnum, forðar eftir øllum at døma føroyingum í at flyta heimaftur til Føroya at búgva