mikudagur 30. desember 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Old bjóðar av
Fyrrverandi
politikarin
Henrik Old bjóðar seg
fram til formansvalið í
Fiski mannafelagnum. Val
stríðið byrjar beinanvegin,
og Jan Højgaard, sum er
formaður, heldur, at fiski
menn fara neyvan at velja
ein fyrrverandi reiðara til
formann í Fiskimanna fe
lagnum.
Henrik Old avsannar, at
hann er fyrrverandi reið
ari.
– Øll árini, eg sat í fiski
vinnunevndini og seinni í
vinnunevnd
løgtingsins,
ansaði eg bevíst væl eftir
ikki at hava nøkur áhuga
mál sum skipaeigari, sigur
Henrik Old.
Skálaberg
heima aftur
Næstan líka nógv fólk
tóku ímóti Skálaberg í
Ánunum annan jóladag,
sum tá ið hann á fyrsta
sinni kom til Føroya.
Søgan um Skálaberg fylti
nógv í miðlunum í de
sember mánaði. Russiskir
myndugleikar
løgdu
hald á skipið, tí teir
søgdu, at tað hevði fiskað
ólógliga, og eftir drúgvar
samráðingar, trýst og
rættarmál, endaði tað
við, at reiðaríið fekk eina
milliónabót, og Skálaberg
slapp úr Murmansk.
Jarnstuldurin
kostaði
teimum meira
enn millión
Faðir og sonur úr Klaksvík,
sum fyri hálvum triðja ári
síðan vórðu tiknir fyri at
hava stolið gamalt jarn
ymsa staðni í landinum,
skuldu gjalda endurgjald,
missa vinningin, og teir
skulu eisini gjalda sakar
málsútreiðslurnar.
Upp
hæddin fer upp um milli
ónina.
Tann yngri segði í rætt
inum, at hann angraði tað,
teir høvdu gjørt.
– Eg eri harmur og
angri tað, sum vit hava
gjørt, segði hann.
2009
Desember
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Sosialurin
43 ára gamli Regin
Joensen hevur ong
antíð sæð pápa sín.
Bretin, sum var í
Føroyum eitt skifti
í 60’unum og gjørdi
unga føroyska
kvinnu við barn, er
ikki til at uppdríva.
Men Regin hevur
ikki mist mótið og
ger í løtuni alt fyri
at finna pápa sín,
meðan hann fram
vegis kann vera á
lívi
Seinastu fimm árini hevur
havnamaðurin
Regin
Joensen miðvíst leitað eftir
pápa
sínum,
sum
hann
ongantíð hevur sæð ella
hitt.
Bretin Terry Patrick var í
Før oyum
eitt
skifti
í
1960’unum, men eingin veit
síðani at siga, hvar hann hev
ur hildið til, og tað tykist
verða sera trupult at finna
fram til hansara, hóast fleiri
fólk miðvíst hava leitað eftir
honum seinastu árini.
– Eg havi ongantíð sæð
pápa mín, og eg havi ikki tað
faðirskapskenslu, sum onnur
hava. Eg veit einki um tað.
So hvørt sum eg eri blivin
eldri og havi fingið trý børn
sjálvur, er ynskið um at hitta
pápa mín blivið størri og
størri, sigur Regin Joensen.
Veit um sonin
í Føroyum
Terry Patrick, sum er ættaður
úr Birmingham í Onglandi,
kom til Føroya í 1965. Hann
kom umborð á línuskipið
Nornágest í Skotlandi, og
sigldi til Føroya við teimum.
Terry varð ikki settur á
mann skapslistan, men fór í
land í Havn, har hon so varð
verandi í nakrar mánaðir.
Hann búði í eina tíð hjá Thor
valdi Andreasen í Havn.
Terry Patrick var tónleikari,
og hann var virkin í Sjón
leikarhúsinum,
har
hann
spældi nógv saman við før
oyskum tónleikarum – mil
lum annað Herálvi Andreasen
og Robert McBirnie.
Terry Patrick fór av land
inum seint í 1965, men kom
aftur til Føroya eitt skifti tíð
liga í 1966. Tá hann so fór
avstað aftur, hvarv hann sum
døgg fyri sól, tí eingin í Før
oyum hevur sæð ella hoyrt
frá honum síðani. Tá hann
var farin avstað, fann ein ung
kvinna í Havn út av, at hon
varð blivin við barn við Terry
Patrick.
Myndugleikarnir
royndu
at finna fram til hansara í
sambandi við faðirskaps sak
ina, men teir komu ikki nærri
enn pápa Terry Patrick, sum
ikki visti, hvar sonurin var
júst tá.
– At abbi mín fekk at vita
um faðirskapssakina, ger meg
rímiliga vísan í, at pápi mín
veit um, at eg eri til, men
hann hevur so ongantíð roynt
at sett seg í samband við
meg, sigur Regin Joensen.
Nú ber til at leita
Seinastu fimm árini hava
Regin Joensen og fólk rundan
um hann gjørt eitt stórt
arbeiði fyri at finna fram til
Terry Patrick, sum nú er í 60
árunum, og Regin Joensen
við urkennir, at tað er nú, at
hann skal finna pápa sín, um
hann skal geva sær vónir um
at finna hann á lívi.
– Eg eri eitt sindur beiskur
um, at hann ongantíð hevur
roynt at sett seg í samband
við meg, men eg kenni ikki
hansara søgu og hansara bak
grund, og eg veit ikki, hvat
tað er, sum hevur gjørt, at
hann ikki hevur leitað eftir
mær. Tað kundi eg hugsað
mær at fingið at vita, sigur
Regin Joensen.
– Eg haldi, at tað er frægari
at vita, hvussu umstøðurnar
eru – sjálvt um tær kanska
ikki eru positivar – enn ikki
at vita. Eg kundi hugsa mær
at loyst loyndarmálið, sum
eg eri føddur við, sigur hann.
Sjónvarpið
hevur
í
desember
endursent gomlu jólasendingarnar
við Dólgunum, og móttøkan er góð.
Sosialurin savnaði Dólgarnar til
eitt prát, og tá segði Egi Dam
millum annað soleiðis um, hví hann
gjørdist tann bangni dólgurin:
Eg sá fyri mær, at Zacharias fór
at finna upp á ymiskt, sum eg ikki
hevði so góðan hug til, so eg
avgjørdi beinavegin, at eg skuldi
verða tann bangni Berint, segði
Egi Dam.
Dólgarnir saman aftur
Hvar er pápi mín?
Eg havi verið giftur í 21 ár, og tað er sama kvinna, sum eg fari
í song við. Tað skuldi komið á forsíðuna á Ekstrablaðnum. Men
tað kemur ongantíð á forsíðuna, tí tað, sum verður promoverað,
er tað øvugta – ein ógudiligur lívsstílur, sum oyðileggur
menniskju og familjur.
Christian Hedegaard, danskur evangelistur
– Lívið hevur lært meg, at eg
skal liva tað fult út, og at eg
undir ongum umstøðum má møta
skaparanum hinsides óbrúktur.
Jústinus Leivsson Eidesgaard,
rithøvundur og journalistur
»
»
– Eg kundi hugsa mær at loyst loyndarmálið, sum eg eri føddur við, sigur Regin Joensen