Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 239 - 11. desember 2001 Nr. 239 - 11. desember 2001 29 Bilur við skaða til sølu Merki: Toyota Hi-Ace Kassavognur (langur) Árg.: 1998 Km.: 57.180 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Fróði Müller, sýnsmaður Tlf. 345727 fax. 345607 At hitta mánadag - hósdag millum kl. 9.00 - 10.00 fríggjadag milum kl. 9.00 - 16.00 Pedagogar og hjálparfólk til Bústovnin og sambýlið á Mýruvegi 13 í Klaksvík Treytað av góðkenning frá Fíggjarmálastýrinum eru innan Almanna- og Heilsumálastýrið og stovnar undir tí, við tænastu inntil víðari á Bústovninum og sambýlinum á Mýruvegi 13 í Klaksvík,hesi størv leys at søkja til setan 1. januar 2002 ella eftir nærri av- talu. 10 tænastumannastørv í lønarflokki 11-17 + viðbót í tænastufókasáttmálanum 3 hjálparfólkastørv á 14. lønarstigi í hjálparfólkasáttmálanum. Størvini verða væntandi sett eftir sáttmálum mill- um Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag fyri tænastumenn ella hjálparfólk. Verða størvini ikki sett sum tænastumannastørv, verða tey sett sam- bært sáttmála millum Fíggjarmálstýrið og Føroya Pedagogfelag fyri sáttmálasettar pedagogar. Bústovnurin og sambýlið í Klaksvík er ein bústaður í tveimum eindum. Bústovnurin verður heim hjá fýra dreingum við autismu. Sambýlið veður heim hjá seks vaksnum menningartarnaðum fólkum. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum verða at taka sær av íbúgvunum og øðrum arbeiði í heim- inum. Starvsfólkini verða í tí dagliga bert knýtt at aðrari av eindunum í húsinum. Týdningur verður lagdur á, at umsøkjarar hava fak- liga vitan um økið og eru áhugaðir í at útbúgva seg meira. Hava góð samstarvs- og innlivingarevni, eru kroppsliga væl fyri og ikki bangnir fyri at taka tøk. Bert fólk, sum hava lokið námsfrøðiligt prógv ella líknandi prógv kunnu søkaj tænastumannastørvini. Um ikki nóg nógv útbúgvið fólk søkir hesi størv, verða tey fyribilssett við fólki við øðrum førleika. Nærri fæst at vit um størvini frá Jóhonnu Hansen, leiðara, á tlf. 456310. Umsóknarfreistin er 20. de- sember 2001 og skulu umsóknirnar sendast til: Bústovnin og Sambýlið Mýruvegur 13 Att. Leiðarin 700 Klaksvík Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrasystrar og almanna- og heilsuatstøðingar Á B6 eru fleiri føst størv sum sjúkrasystrar og almanna- og heilsuatstøðingar í blandaðum vaktum, leys at søkja til setan sum skjótast eftir avtalu. Talan er um fulltíðarstørv, men møguleiki er fyri at avtala niðursetta tíð. Deildin hevur leingi, tó serliga hesa síðstu tíðina, verið merkt av eini truplari hendingagongd, sum hevur ført við sær,at flestu starvsfólkini hava sagt seg úr starvi. Tí skal deildin byggjast upp av nýggjum, møguliga við øðrum uppgávum. Tørv- ur er tí á starvsfólki, sum hava hug og evni at seta í verk nýggj tiltøk. Fyri at geva teimum verandi og nýggju starvs- fólkunum eina góða byrjan saman, verður sett í verk felags innleiðsla til tær komandi uppgávurn- ar í deildini. Deildin tekur, sum nú er, ímóti innkallaðum og akuttum sjúklingum alt samdøgrið.Hon hevur 18 seingjarpláss og hevur hesar sergreinar: • gastroenterologi • neurologi • endokrinologi • onkologi • hæmatologi Møguleiki er tó fyri at tað í samband við endur- skoðanina av deildini verða framdar broytingar í hesi samanseting. Væntað verður at tey starvs- fólk, sum sett verða tola hetta, og positivt verða við at leggja til rættis og fremja broytingarnar í verki. Vit søkja eftir sjúkrasystrum og almanna-og heilsuatstøðingum, sum hava: • viðkomandi útbúgving • hug til at menna seg innan hesar sergreinar • góð samstarvsevnir • positiva menniskjaáskoðan • áhuga fyri at vegleiða teimum lesandi • evnir til at arbeiða við broytingum Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Helenu Dahl Olesen, deildarsjúkrasystir á telefon 31 35 40, lokal 106 ella Ásu Poulsen, yvirsjúkra- systir, lokal 300 ella e-post asap@ahs.fo Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmála Fíggjarmála- stýrið og viðkomandi yrkisfelag. Umsóknarfreistin er: 2. januar 2001 kl. 12.00. Er hetta nakað fyri teg, so send eina skrivliga um- sókn við avriti av prógvum, fyri sjúkrasystrarnar autorisatión og viðmælum til: Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Frá Maskin- meistarafelagnum Aðalfundur felagsins verður í mars 2002. Nærri verður lýst seinni. Sambært lógum felagsins skulu uppskot til stýris- limir vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi 15. desember 2001. Limir,ið ikki kunnu møta á aðalfundinum,kunnu at- kvøða við brævatkvøðu. Nevndin Starvsfólk til Ferðaráð Føroya Ferðaráð Føroya sóknast eftir einum starvsfólki til innlendisdeildina. Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður at seta sum skjótast. Arbeiðið fevnir um samskifti og samstarv við økis- ferðavinnufeløg, kommunur, aðrar myndugleikar og vinnuna um verkætlanir av ymsum slag. Arbeiðið verður lagt til rættis í samstarvi við leiðsl- una. Vit vænta, at umsøkjarin hevur hesar førleikar: • Útbúgving og royndir innan ferðavinnu og møguliga innan verkætlanarleiðslu • Holla vitan um Føroyar sum ferðamannaland og føroysk viðurskifti sum heild, herundir vitan um flutnings-, gistingar- og útferðarmøguleikar • Kunnleika til og um aktørar í ferðavinnuni • Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum og hevur góðan telduførleika. • Hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Før- oya Landsstýri og Starvsmannafelagið/viðkomandi yrkisfelag. Skrivlig umsókn skal vera Ferðaráðnum í hendi, í seinasta lagi 28. desember 2001. Ferðaráð Føroya Postsmoga 118 110 Tórshavn Ynskjast fleiri upplýsingar um starvið, kunnu áhug- aði venda sær til leiðaran á Innlendisdeild Ferða- ráðsins, Per Hansen, á telefon: 31 60 55 ella teldu- post: per@tourist.fo Mold fæst við at taka ímóti henni. Grót ynskist til keyps í Tórshavn. Tlf. 214727 ella 227255 Kvinna søkist til handil Vit sóknast eftir tilkomnari kvinnu til handilin at byrja 2. januar 2002. Arbeiðtíðirnar eru hesar: kl. 05.30 - 13.15 kl. 13.00 - 19.00 allar dagar í vikuni Frants Restorff Tórsgøta 13 Tlf. 311060 Postmoga 41 110 Tórshavn 2 pedagogar til Dagstovnin á Oyri Søkt verður eftir: 1 pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna í vøggustovuni, at byrja 1. februar ella eftir nærri avtalu. 1 pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna í Stórustovu, at byrja 1. februar ella eftir nærri avtalu. Starvið er fyribils eitt ár, við møguleika at halda fram á stovninum. Dagstovnurin er normeraður til 40 børn uppdeild í 3 bólkar: Stórustova 17 børn 4-7 ár Innistova 9 børn 3-4 ár Vøggustovan 14 børn 0-3 ár og vit eru 5 pedagogar og 6 hjálparfólk, sum stravast á stovninum. Vit liggja í náttúruvinarligum umhvørvi við haga og fjøru og leggja stóran dent á at nýta hetta í gerandisdegnum. Starvið verður lønt sambært sáttmála við Peda- gogfelagið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leið- aran Rosu Prestá á tlf. 422552 ella á tlf. 227852. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 21. desember og sendast til Dagstovnin á Oyri 450 Oyri Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 C M Y K 29 28