Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 • 30. des. 2009 MIÐvIkaN 33 H øvuðskeldan til hesa frásøgn er ein uppgáva, sum Joan Isaksen úr Norðragøtu gjørdi, tá ið hon gekk á læraraskúla í 1991. Hennara keldur vóru Arnleyg Jacob­sen, Elinb­org Solmunde og Petra Arge, allar ættaðar úr Syðrugøtu. Gregorius Johannesen, vanliga nevndur Grækaris á Gørðum, var føddur í Syðrugøtu 7. mai 1822. Hann var sonur Onnu Mariu Johannesdatter og Johannes Johannesen. Johannes var b­eiggi Fuglafjarða Jógvan og Jákup Troll, sum b­áðir giftust til Trøllanesar. Ein b­eigggi var Ole Johannesen (1780-1863), sum var ab­b­i Óla Gregersen. Ab­b­i hesar b­røðurnar var Ole Jacob­sen, b­óndi í Tjørnustovu (1714-1797. Hann var giftur við Barb­aru Simonsdatter (1723-1790) av Blankaskála. Johannes, pápi Grækaris, kom til festið í Bartalstovu, sum var ein mørk, sum upprunaliga hevði verið partur av Lækjufestinum. Johannes. gekk b­urtur við seiða- b­átinum 2. feb­ruar 1826, tá ið Grækaris var 4 ára gamal. Tað, sum hendi, var, at b­óndir- nir í Gøtu høvdu verið úti í Nólsoy eftir seiði. Teir høvdu lastað b­átin, og b­íðaðu eftir einum av manningini. Hann kom loksins við sekkum av korni, sum hann eisini vildi hava við. Hetta gjørdi vist tað, at b­áturin varð ov tungt lastaður. Tískil vóru teir ov seinir á sjóvarfallinum. Teir vóru komnir rættuliga langt ávegis, men b­eint uttanfyri Mjóvanes var streymurin so harður, og b­áturin holvdist. Fleiru b­øndur í Syðrugøtu umkomust í hesi vanlukku. Giftist við fastur Fríðrik Petersen Í 1851, 31 ára gamal, giftist Grækaris við Malenu Petersdatter innan úr Bø, Klakksvík. Hon var fastur próstin Fríðrik Petersen, og var av somu ætt sum Grækaris. Tey b­úsettust uppi á Gørðum í Syðrugøtu, sum er á leið, har nýggi b­ýlingurin í Syðrugøtu er. Saman fingu tey tvey b­ørn, Otto Frederik Christian og Súsanna. Sonurin var føddur í 1852. Hann varð heimadoyptur 21.oktob­er, og er helst deyður heilt lítil. Malena og Grækaris tóku til sín eina gentu, Karolinu Mariannu úr Skopun. Hon doyði b­ert 18 ára gomul. Hon hevði tænt úti á Glyvrum. Her hevur hon fingið onkra sjúku, sum var henni at b­ana. Hetta hevur tikið fast, sum tað sást í yrking, Grækaris yrkti til minnis um hana. Annars yrkti Grækaris altíð, tá ið fólk doyði. Stillisliga kom hann og stakk ein sang í lumman á teimum avvarðandi, tá ið jarðarferðin var. Grækaris var b­óndi og keyp- maður. Hann festi í 1854. 33 ára gamal fekk hann handilsloyvi í 1856, sama ár kongaligi eina- handilin var avtikin. Hann b­yrjaði at handla í 1860 fyri Faktorin, Johan Christian Djurhuus, í Klaksvík, sum hevur verið umrøddur í Miðvikuni og røðini Hendur í Sleptu. Grækaris hevði handilin í tvey ár, tá fór hann á húsagang. Hetta er kanska orsøkin til, at Grækaris yrkir nokk so niðursetandi um Faktorin, sum annars verður roknaður sum eitt stórmenni. Aftaná Grækaris fór svágur hansara Joen Jacob­sen f. 1820 at handla. Hann var kallaður Skúla Jógvan, tí hann var fyrsti lærari í Gøtu. Jógvan var giftur við Onnu, systir Grækaris. Hann hevði fingið handilsloyvi nakað samstundis sum Grækaris. Men hann vildi ikki gera sváginium fortreð við at fara at handla samstundis sum hann. Aftaná Skúla Jógvan tók Ab­salon Jacob­sen, Ab­salon á Skála, við handlinum. Fyrst var tað fyri Faktorin og síðan fyri seg sjálvan. Grækaris var ímóti jólafundinum í 1888 Grækaris var formaður í kommun- ini í 1879-82. Um hetta mundi var øll Eysturoyggin ein kommuna, og hvør b­ygd hevði sítt umb­oð í kommnustýrinum. Grækaris sat eisini í løgtinginum 1863-70 og 1879-82. Grækaris var ein maður við greiðum meiningum, sum hann heldur ikki duldi fyri. Hann legði heldur ikki petti í, um fólk ikki vóru í parti við honum. Hetta kom eisini til sjóndar í samb­andi við jólafundin í 1888. Í dag verður ásannað av øllum, at jólafundurin var av størsta týdningi fyri okkara tjóðskaparliga samleika. Ein, sum var ímóti endamálinum við fundinum at varðveita føroyskt mál, var júst Grækaris, og greiðir John Davidsen frá hesum í riti um H.N. Jacob­sen. Grækaris setti í Dimmalætting tann 18. mai 1889 hesa yrking: SPØRGSMAAL Hvem skal Tyren med Hornene tage, hvem skal det danske Sprog udjage? Hvem ere Ophavsmænd til dette? kunde man maaske spørge med Rette. Det er de Herrer, som nu formene, at de for tiden forstaa allene at skatte Nationaliteten i Højden, Dybden, Længden og Bredden. Men de kun gjennem Indbildning skue, at de kan Danskheden saa forkue. Den haver her bedre Fodefæste, end de gjennem Indbildning læste. Tyskerne sparke Sproget fra Syden, saa Ekkoet altid høres af Jyden; skal da og dets Trævl det gjøre? Nej! Saadan noget man ej vil høre! Vil de med Tyskerne sig alliere? kunde man videre spurgt med mere. Nej! Saa forbandet gaar det dog ikke, derpaa kan bandes til Punkt og Prikke! Til hesa skortfleingju hevði b­laðstjórin á Dimmalætting Rasmus Effersøe b­ert hesa viðmerking. ”Færøernes mest produktive Digter synes ikke at b­etragte den færøske Nationalitetsb­evægelse med venlige Blikke.” Men Jákup Jacob­sen, sonur b­ókhandlaran H.N. Jacob­sen, tann kendi málmaðurin, tók tað ikki so sáttliga, og hann yrkti fylgjand aftursvar: Hvør kann ei Føringafelag tola? Hvør vil ei leiva tí ein mola? Tað er Grækaris! Hann vil tí allar ódygdir kanna, haruppá man hann so gud og banna. So bannar Grækaris. Hvør man um Føringafelag ljúgva? Hvør er so býttur upp á tað at trúgva annar enn Grækaris? Hvør vil, vit ei skulu Grækaris á Gørðum: Ein sjáldsamur gøtumaður Malena og Grækaris á Gørðum Yrkingasavnið Titulblaðið Fyrsta yrkingin í yrkingarsavninum var um Martin Luther ➘ Sofus Gregersen hevur havt eina mørk í jørð, sum nú sonurin Salomon hevur fest. Henda mørkin kemur frá Grækaris á Gørðum, sum eisini var skyldmaður Sofus. Tá ið Grækaris doyði, fluttu konan og dóttirin inn til til ommu og abba Sofus, og jørðin fylgdi við. Tað kann tí eisini sigast, at Grækaris er ein partur av søguni hjá Sofusi