mikudagur 30. desember 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
34
nr. 249 • 30. des. 2009
sjálvbjargnir vera?
Alt fínt skulu vit bert frá útlondum bera,
meinar hann Grækaris.
Hvør kallar Føroyamál kloddalepa?
Hvør vil tað útreka og hvør vil tað drepa,
er tað ei Grækaris?
Hvør man dríta í egið reiður?
Tað er tann Gøtumaður vreiður,
Tví vorðið Grækaris!
Politisk kjak fyri gott
100 árum síðani
Grækaris luttekur eisini í politiska
orðaskiftinum í Dimmalætting.
Tað tykist at vera lítið í bløð
unum, meðan Grækaris var í
tinginum. Men tann 16. juli 1881
er tó ein grein í samband við
hvønn Grækaris stuðlar til eitt
fólkatingsval.
Valið var millum Kap.Bærent
Bærentsen og sýslumannin
Clement Olsen. Báðir eru góðir
menn, men tá ið hann bert kann
velja annan teirra verður tað
Olsen. Bærentsen verður tó
valdur hesa ferð.
Eftir at Grækaris er farin úr
tinginum er hann í harðligum blað
kjaki við J.H. Schrøter í samband
við eitt fólkatingsval. Her sæst,
hvussu politikkur eisini var tá.
Grækaris í
Dimmalætting
18. januar 1890:
Det forekommer mig, at de
færøske Vælgere til Folketinget
omtrent ere stillede som en
Jomfru, der omringes af trende
Bejlere. Dersom disse Bejlere
kom med deres Ægteskabstilbud
enkeltvis, kunde man maaske
give sit Jaord lige saa vel til den
første som til den sidste, men nu
kommer de alle tre paa en Gang,
og deri ligger Vanskeligheden.
Nu forudsætter jeg, at en af
disse tre Bejlere trænger sig
ubeskedent frem og sættende
alle Høflighedshensyn til Side
paa en anmassende Maade vil
aftvinge hende Jaordet uden at
give hende Betænkingstid. Følgen
bliver da, at hun faar Afsky for
ham og giver ham Kurven uden at
takke for Tilbudet.
Hvad nu Venstremanden
angaar, da skal jeg ikke undlade
at bemærke, at Folketinget
er lige saa lidt tjent med at
modtage ham, som den færøske
Valgkreds ved at sende ham, da
han ingen politisk Betydning har
og altsaa er ude af Stand til at
udrette noget. Men desuagtet
vil han anmasse sig Vælgernes
Stemmer, og derfor har jeg lignet
ham med den frække Bejler, som
Jomfruen ikke tog i Betænkning
at give Kurven, idet hun undlod at
takke for Tilbudet.
Schrøter svara aftur
25. januar:
J.H. Schrøter hevði verið fólka
tingslimur 18841887, og tað er
ikki við mýkindum, nú hann svarar
aftur:
Det er Gregorius Johannesen,
der i sidste Nr. af nærværende
Blad fortæller os, hvad det var,
han vilde have sagt den 28.
Juli f.A. men ikke fik sagt, samt
iblandt andet meddele os, at
“han Schrøter ingen politisk
Betydning har.” Forinden man
imidlertid tager hensyn til denne
hans Paastand, maa man først
tage undet Overvejelse, om G.J.
i Virkeligheden er i Stand til at
fælde nogen begrundet Dom i
den Sag, som han taler om – ud
over at give sin egen Stemme.
Hvilken Betydning har G.J? Har
han nogen sinde haft nogen
Betydning?
Vi vare belemrede med ham i
Lagtinget i nogle Aar, men med
min bedste Vilje er jeg ikke i
stand til at mindes, at han nogen
sinde er fremkommet med en
eneste selvstændig Tanke eller
at vi have en eneste Linie i nogen
færøsk Lov, Anordning eller
Vedtægt fra hans Haand. Han
plejede under Møderne at sidde
og digte Rim eller Viser.
Dimmalætting
15. februar 1890
Tað er heldur ikki við mýkindum
at Grækaris svarar aftur:
Hr. Schrøters svar til mig er
ikke andet end Chikanerier, den
egentlige Sag uvedkommende,
hvilket viser, at den Sag han
vil forsvare, er alt andet end
retfærdig. Hvor ringe Betydning
jeg end efter Hr. Schrøtes Mening
havde i Lagtinget, saa havde
jeg dog flere oprigtige Venner i
Tinget end han. Naar hr. Schrøter
omtaler, at jeg under Møderne
plejede at sidde og lave Viser
og Rim, da er Grunden vist den,
at han endnu kan huske de
Snært, han plejede af faa af
disse Rim, naar han bar sig galt
ad under Møderne, som f. Eks
dengang han anmassede sig i
Ordførerposten i Ravnesagen
og han, fordi Sagen ikke gik
efter hans Hoved, i Hidsighed
løb fra Mødet og slog Døren i
efter sig med et saa Forfærdeligt
Rabalder, at man knapt nok kunde
høre Formandens Bjælde, der
meget alvorligt lød efter ham.
Kanska kann sigast, at orðalagið í
tinginum er ikki nógv batnað hesi
nógvu árini, sum eru liðin.
Yrkingarnar
Ein annar partur av virkseminum
hjá Grækaris var hansara yrking
ar. Hann tykist at vera sera
andaligur maður og hann var sera
kunnugur við Bíbliuna. Tá var
ikki vanligt, at meinigur maður
átti Bíbliu. Men Grækaris hevur
dugað mong ørindi í henni.
Grækaris hevur heldur ikki
gingið í skúla. Hann var 17 ár, tá
ið fyrsti skúli kom í Eysturoynna.
Tískil hevur hann sjálvur lært seg
at skriva og lesa.
Men okkurt hevur kanska ligið
í genunum. Grækaris og William
Heinesen vóru í ætt. Katrina,
dóttir umrødda Óla Jacobsen f.
1714, ein ættarfaðir Grækaris,
varð gift vestur í Vágar, og
gjørdist olduromma William.
Tey eldru fólkini í Gøtu mintust
eisini teirra foreldur hava greitt
frá, at Grækaris var ein góðir
táttayrkjari.
Grækaris gav eisini út eitt
yrkingasavn kallað Udvalgte
Digte við gott 20 yrkingum.
Tað var 46 síður. Tað er býtt í
tríggjar partar. Ein partur er við
søguligum yrkingum, ein við
átrúnaðarligtum yrkingum og so
ein partur við yrkingum til serstøk
høvi (lejlighedsdigte.) Ein sera
kend yrking kallaðist Snorkus’s
Gravsang.
Søguligu yrkingarnar vísa
eisini, at Grækaris hevur havt
stóran áhuga fyri tí, sum er hent
úti í heimi. Hansara fyrsta yrking
er um Martin Luther.
Í skaldskapinum er tað mest
tær myrku og døpru síðurnar av
lívinum, sum verða viðgjørdar.
Kúganin av fólkinum stígur eisini
ramliga fram í yrkingunum hjá
Grækarisi.
Doyði knappliga
Hesi minningarorð um Grækaris
stóðu í Føringatíðindi í desember
1890 og verða endurgivin
orðarætt:
“Gregorius Johannesen,
kongsbóndi í Syðrugøtu, doyði 3.
november snøggliga, sum hann
sat í einum brúdleypi. “Gragaris”
var kendur um allar Føroyar
sum ein kønur rímsmiður. Hann
hevði góð evnir til at yrkja, var
skjótteinkjandi og stuttligur. Tí
verri hevði hann ikki gingið í
skúla og var ikki rættuliga kønur
í tí Danska málinum, sum hann
næstan altíð rímaði í. Tað var fyri
uttan kingibók og kempuvísurnar
mest skipsmannsvísur og aðrar
vánaligar rímur, sum hann tók
sær til dømis. Ta vegleiðing,
sum hann kundi haft av betri
vitandi monnum, bleiv meira
ein skeivleiðing í tí tey mest
róstu tí, sum var mest løgið fyri
ikki at siga vitleyst. Fyri uttan
“Udvalgte Digte” hevur hann
yrkt óteljandi aðrar rímur. Ein
tann besta av teimum, sum
eisini er á Føroyskum máli, er
tíggjundartátturin.
Gragaris var 186370 og 79
82 løgtingsmaður úr Eysturoy.
Hann hevði góðan hug at fremja
landsins besta og var bæði
vitugur og skilagóður, uttan tað,
at hann gjørdi ov mikið av tí váta
slagnum.”
Ja, so bersøgin kundu minn
ingarorð vera tá í tíðini. Tá ið
Grækaris er deyður er tað, at
konan og dótturin flyta inn til
Petru og Óla Gregersen. Orsøkin
fyri hesum kann eisini vera, at
tey vóru í ætt. Mamma Óla,
Johanne Olesdatter, var nevniliga
systkinabarn Grækaris.
Men eftir stendur, at Grækaris
hevur verið ein heilt serligur per
sónur, sum uttan iva er verdur at
minnast. Vit fara kanska seinni at
tríva í okkurt av tí, hann hevur yrkt.
Grækaris var limur í løgtinginum, tá ið tað sá soleiðis út
Grækaris var í orrustu við Johan
Hendrik Schrøter (1842-1911),
sum var tingmaður 1873-1905 og
fólkatingsmaður 1884-1887
Komandi partur
I dag er tað fáir minuttir at ferðast millum Gøtu og Lorvík.
Soleiðis var tað ikki tá Sofus var ungur! Millum annað
hesum greiðir hann frá í komandi parti