Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 249 - 30. desember 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Ongin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistir. Hesi orð eru so sonn, sum tey eru søgd. Tað vardi hvørki Eyðun ella meg, tá ið Óli Kristian ein sera vakran fríggjamorgun í juli ringdi niðan og spurdi um tað lá fyri hjá okkum at taka bilin suður við til Havnar, tí hesin skuldi til sýn. Vit blivu samd um, at Eyðun skuldi taka sær av hesum, og var hetta seinastu ferð, at teir báðir stóðu í túninum og prátaðu saman. Orð eru fátøk, men í sorg hjálpir at seta orð á. Óli Kristian var bóndasonur, og frá heilt ungum árum hildin til tað sum ungur nemur gamal fremur. Hann valdi ungur at fara av landinum fyri at nema sær kunnleika innan landbúnað bæði í Noregi, Svøríki, Íslandi og Danmark. Har treivst hann væl, og heilt til tað seinasta hevði hann samband við fleiri vinir, sum hann kom at kenna í útlondum. Óli Kristian byrjaði at hjálpa til á garðinum, tá ið hann var so frægur. Abbi gjørdist sjúkur á ungum árum, og meðan Óli Kristian var staddur uttanlands, hevði abbi fólk at hjálpa sær við at røkta seyðin. Seinast í 60- unum kom Óli Kristian aftur til Føroya, og tá tók hann yvir garðin. Á sumri í 1998 valdi Óli Kristian at lata festið til okkara. Tá helt hann, at árini vóru vorðin so mong, at yngri kreftir áttu at taka yvir. Hóast hetta var hann virkin sum fáur líka til tað seinasta. Tað er serliga í samband við røktina av festinum, at vit dagliga sakna Óla Kristian. Eyðun og Óli Kristian høvdu dagligt samskifti, og alt var so einfalt, tí um Eyðun ivaðist í onkrum, so var bara at spyrja Óla Kristian. Hinvegin var tað ikki so sjálvdan, at Óli Kristian kom niðan til okkara, tá ið hann hevði sæð at onkur trupulleiki var við ávísum kríatúri. Sjálvt um vit vistu, at árini vóru har, er tað í dag torført at ímynda sær, at vit ikki hava hann millum okkum longur. Óli Kristian var róligur og friðarligur av lyndi, og hetta sást eisini aftur, tá ið hann fór í holt við ymisk arbeiði. Væl leið eftir, tað var so javnan, at tá ið Eyðun kom niðan í seyðhúsini, tá var arbeiðið komið frá hondini. Úti í hagan- um mitt millum allan seyðin treivst Óla Kristian best. Har hevði hann yvirblikkið sum fáur, og stóran partin av lombunum í várgongu, hevði hann longu havt á hondum í sjálvari lembingini og fingið markað. Alt hetta var ein náttúrligur part- ur av honum. Óli Kristian hevði blivið 80 ár seinri í mánaðinum, sum hann andaðist. Hóast henda høga aldur, var hann álitið í fleiri hagapørtum sum fjallmaður. Óli Kristian hevði stóran áhuga í hvussu onnur livdu, hetta kom serliga til sjóndar í samband við hansara nógvu túrum kring Føroya land og eisini uttanlands. Hann hevði áhuga fyri at lurta eftir, tá ið onnur greiddu frá, og hetta fekk hann mikið burturúr. Hetta merktu vit mest, tá ið evni blivu viðgjørd við døgurðaborðið og í samband við aðrar sosialar samverur. Her fingu vit mangan frágreiðingar frá túrum o.ø. sum vóru væl gjøgnumhugsaðar. Hesi seinastu árini var Óli Kristian byrjaður at gera meira av, at fara túrar við gongufeløgum ymsa staðni í Føroyum. So seint sum 7. juni var hann við Eystur- oyar gongufelag uppi á Árnadals- tindi. Hann lat væl at túrinum, og tað er áhugavert at hyggja at myndum frá túrinum á netinum. Honum dámdi sera væl at ferð- ast. Tað fór ikki árið burturímill- um, uttan at hann var minst ein túr uttanlands. Her dugdi hann eisini væl at leggja til rættist, soleiðis at hesir túrar ikki gingu útyvir røktina av festinum. Túrar- nir lógu millum lembing og várs- fjall ella millum hoygging og skurðfjall. Í 2005 var hann í North Caro- lina saman við okkum og vitjaðu beiggja mín, sum tá búði har í samband við arbeiði. Hetta var ein ógloymandi túrur fyri okkum øll. Eg minnist at Óli Kristian var sera áhugaður í øllum, sum har var at síggja. Fleiri ferðir gekk hann bara runt har vit búðu fyri at síggja seg um. Sjálvt um hann ongantíð hevði lært enskt mál, so aftraði hetta hann ikki í at royna at samskifta við fólkið har. Hetta gekk fínt. Vit vóru tveir dagar í Washingthon. At vitja grøvina hjá Kennedy á Arlingthon kirkjugarð- inum var ein av teimum stóru upplivingunum á túrinum. Óli Kristian hevði stóran áhuga fyri øllum, sum fór fram á mentanarøkinum. Dámdi væl at møta upp, tá ið tiltøk vórðu fyri- skipað. Tann føroyski dansurin hugtók hann serliga. Valdi nakar at sláa ring, dámdi honum sera væl at fara uppí, seinast hetta høvið beiðst honum var á Sunda- lagsstevnuni í Kollafirði tvær vikur undan hann andaðist. Tað er við sorgblídni, at vit í dag nú árskiftið nærkast líta aftur á tíðina. Tað sýnist so óveruligt at Óli Kristian ikki er millum okkum longur, tí hann var so væl fyri og lættur upp á sporini. Hetta hava verið tóm jól uttan teg, men minnini hava vit, og tey vera goymd. Serliga eru tað børnini, sum skulu venja seg við, at vera teg fyri uttan, at renna runt og spæla við tey smáu, tað vart tú óførur til. Men torførast er tað tó hjá mammu og pápa. Dagligi saknurin hjá teimum er stórur. Tú hoyrdi til har, hóast tú búði í barnaheiminum við síðuna av, og sostatt hevði dagliga gongd inni hjá teimum. Óli Kristian góði, vit vilja altíð minnast títt jaliga sinni, og má Jesuspápi signa teg og okkum øll, til vit síggjast aftur. Eyðun og Gunnvør Minningarorð um Óla Kristian Dam fyrrverandi bónda í Kollafirði f. 30. juli 1929 d. 2. juli 2009 Í dag fyllir Høgni Rasmus- sen, stjóri í samskiftis- fyritøkuni »Sansir« fimmti ár. Høgni er ættaður úr Syðrugøtu. Hann er sonur Stig G. Rasmussen, prent- ara, sum var úr Havn, og Ásu, fødd Gregersen úr Syðurgøtu. Hon var dóttir Jóan Paula og Sáru Greger- sen í Syðrugøtu. Prentarayrkið hevur líka- sum gingið í arv í Rasmus- sen-familjuni. Stig var sonur Jógvan Rasmussen, ella Jógvan hjá Stinu, sum hann var róptur. Hann var prentari og var faktor á prentsmiðjuni hjá H. N. Jacobsens bókahandli í Havn í eitt mannaminni. Stig var eisini prentari – og var hann kanska serliga kendur fyri prenstmiðjuna Estra í Gøtu, sum hann stovnaði og rak í nógv ár. Í hjúnarlagnum hjá Stig og Ásu vóru eisini yngru brøð- urnir, Helgi og Janus. Høgni fór sum ungur eisini í prentaralæru á Estra – ella rættari í læru sum reprofotografur, sum tað slagið av útbúgvingini kall- ast. Prentarayrkið er sera nógv broytt seinnu árini, so tann útbúgvingin er líkasum farin í søguna. Høgni skifti tó yrkisleið miðskeiðis í áttatiárunum, tá hann flutti heimaftur úr Danmark, har hann hevði búð eitt skifti. Hann fór í starv á Reklamuvirkinum Team 85, har hann starvaðist til hann saman við Eyðnu Simonsen og Boga K. Mouritsen stovnaði reklamuvirkið Sansir, sum nú er ein samskiftisfyri- tøka. Høgni er giftur við Elini Lindenskov, býráðslimi, í Havn, og hava tey dóttrina Fíu, sum býr í Keypmanna- havn saman við Steingrími Funding og børnum teirra, Høgna, sum er seks ár og Lóu, sum er eitt ár. Høgni og Elin eru burtur- stødd føðingardagin. Høgni Rasmussen fimmti