Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 30. desember 2009 37 Andlát og jarðarferðir Hanna Andreasen, sjúkrasystur, fødd Viderø, andaðist á Norðoya Røktarheimi 3. jóladag, 87 ára gomul. Kistan fer frá kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikudagin kl. 17 heim í Christianskirkjuna. Jarðarferðin verður nýggjársaftan kl. 13. Tey, ið vilja minnast Honnu við blómum ella kransum, kunnu lata eina peningagávu til KFUM- og K í Klaksvík. Konta í Norðoya Sparikassa ella Føroya Banka Hjørleif Waag Høgnesen, organistur, Klaksvík, andaðist 3 jólamorgun á Landssjúkrahúsinum, 84 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi nýggjársdag kl. 15. Jarðarferðin verður leygardagin 2. januar kl. 13 úr Christianskirkjuni. Tey, ið vilja minnast Hjørleif kunna lata Emmaus eina gávu, konto í Norðoya Sparikassa. Sunnudagin andaðist Salmon Johannesen, á Hellum, í Vesturstovu í Fuglafirði, 95 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Bønhúsinum á Hellum hósdagin kl. 12. Tey ið vilja minnast Salomon, kunnu lata Vesturstovu eina gávu, konto í Føroya Banka. Andlát og jarðarferðir Dagurin 30. desember. Dávid. Hildin til minnis um Dávid kong, ið vit lesa um í Sámuelsbókunum og í fyrru Kongabók. Navnið er hebráiskt og merkir elskaður. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tað vóru tveir mans, sum tóku serliga væl í móti mær, tá ið eg í 1987 keypti niðursetuhúsini á Hellunum og setti meg partvíst niður har. Tað eru tveir hellumenn, sum eg eri serliga takksamur fyri at hava kent. Annar var tann ultra samhaldsfasti javnaðarmaðurin Jóhan Marius Olsen, sum altíð var fúsur við eini hjálpandi hond og vinsemi, og hin var tann lági og rundi skipskokkurin Salemon Johannesen, sum næstan ongin kennir undir øðrum navni enn Salli, ein hugnaligur maður, sum skapti fløva í grannalagnum. Jóhan Marius liggur grivin í kirkju- garðinum í Fuglafirði og nú nýggjársaftan er ætlanin at leggja Salla í kirkjugarðin á Hellunum uttanfyri Blotan. Her byrja teir flestu hellumenn ævinleikan. Salli fekk eina bøn ov nógv í hesum lívinum. Dagur mín endar altíð við bøn. Eg veit ikki altíð, um bønin er eitt tilvitað ynski um at koma í samband við Gud, heldur enn skrekkurin fyri, hvat hendir um eg ikki komi í samband við hann. Í bønunum koma av og á tey gomlu fram fyri meg, eisini tey gomlu av Hellunum og hetta kvøldið var Salli í tonkunum. Dagin eftir fekk eg at vita, at eg hevði ligið og biðið fyri deyðum manni. Salli sovnaði bara, propp- mettur av døgum eftir eitt langt og innihaldsríkt lív. Salli gjørdist øgiliga gamal, og hann dugdi at liva lívið. Hann var ógiftur og fekk ein langan aldur- dóm. Hann byrjaði at rigga av longu, tá ið hann nærkaðist teim- um seksti og næstu 25 árini livdi hann á Hellunum sum pensionist- ur einsamallur í húsi. Her var ong- in kvinna sum tyngdi lívið og hann blómaði í aldurdóminum. Hann kláraði pensionistatilveruna við ein glans. Og tað er ongin kvinna í Føroy- um sum var húsligari enn júst Salli. Eg búgvi soleiðis fyri, at eg síggi beint oman í køkin hjá honum og hóast hann var av minstu monnum, lítil og rundur, kundi eg stilla klokkuna eftir, nær hann fór at stákast til tær ymisku máltíðirnar gjøgnum dagin. Skall- in kom akkurát upp um gardin- urnar, sum hingu í eini tvørstong í vindeyganum. Hann var kokkur fyrst og fremst, og vanligu manna- gongdirnar umborð á skipi gloymdi hann ikki. Hann kókaði døgurða hvønn einasta dag til sín sjálvan og døgurðin var klárur, tá ið tíðindini vóru í útvarpinum tjúgu minuttir yvir tólv. Tá ið útvarpið var liðugt, var kaffi klárt, og oftast hevði hann okkurt aftur- við, sum hann sjálvur hevði bak- að. Og hann fór ikki úr køkinum, fyrr enn alt var vaskað upp og borðið ruddað. Tú kom ikki inn til Salla, uttan at tú fekk ein kaffi- munn ella ein temunn og hann lívgaðist upp, tá ið hann kom í leiklutin at seta okkurt gott fyri gestum. Og hann var raskur at vitja meg. Eg hevði ikki verið leingi á Hellunum, so var hann á hurðini og hann fegnaðist um, at ljós var aftur í húsinum og serliga um hvussu hugnaligt tað var at síggja lív aftur í skorsteininum. Seinastu árini flutti hann í Vest- urstovu í Fuglafirði at vera. Salli var eitt rættuliga sosialt menn- iskja, og tað var serliga tað at liva saman við øðrum fólkum, sum var dragandi við eldrasam- býlinum hinumegin Skarðið. Hann læt væl at forplejninginum og hevði ongar ætlanum um at flyta aftur á Hellurnar. Alt hevur sína tíð og ein er tíðin at dansa. Eg hitti hann aftur á Hellunum fyri eini tveimum árum síðani. Ein fuglfirðingur hevði koyrt hann ein túr aftur til heimbygdina. Nú sást elli á honum. Eg ætlaði at bjóða honum inn til eitt glas, sum so mangan fyrr, men hann troystaði sær ikki. Elli, tá ið tað byrjar at níva, er sum við útróðr- armonnum sum eldast, teir missa krillurnar. Salli dugdi væl við ungdómin- um og stuttligt var at síggja hvussu mínir synir og dreingirnir í bygdini hugnaðu sær við kort- spæli í køkinum hjá honum. Og var køkurin fullur av ungdómi, kendi hann seg aftur í galluni umborð á skipi, og tá kundi hann taka pannuna fram, og áðrenn tú visti av reyk av pannukøkum, reyðar av eggum og angandi av kardamummu og tað var nóg- mikið til øll, sum komu framvið. Salli gjørdi Hellurnar ríkari, eg havi saknað hann seinastu árini. Og ongin kann liva ævigt jarðiskt, og tá ið ein er vorðin 95, telur taxametrið skjótt. Salli var ein av teimum løttu, og tað eru alt ov nógv av fólki til, sum taka lívið og ikki minst seg sjálvan alt ov alvorligt. Hann livdi í deg- num, og tað bar væl til, hann gjørdist næstan hundrað áðrenn eyguni brustu og eg haldi ikki, at hann stúrdi meira enn miðal, kanska væl undir tað. Tað er stjørnuklárt í kvøld, nú Salli stendur undir børu, og tað eg síggi í kvøld er honum kent og heimkært. Eg síggi stjørnu- havið omanfyri høgu fjøllini her á Hellunum, gongustjørnan Mars lýsir reyð yvir Jarðadalstindi og okkurt stjørnuskotið er eisini, tey eru ein góð mynd av hvussu stutt húsin hjá sálini heldur. Her er fullmáni, og tað livir upp í Rættarhamri í kvøld, siga tey, ið góða sjón hava. Klári himmalin minnir meg á nýggju ferðina hjá Salla, nú hamurin er skotin og sálin er fræls. Hvat man hann far at takast við nú sálanna jorsalaferð, ið var sæl hjá honum, er at enda komin. Er nakar køkur har uppi, man hann mestur fara at skrambla við pannum aftur. Sum kokkur var Salli eydnusamur og sum kokkur er hann gjørdur ævigur í frálíku bókini “Í Grønlandi við Kongshavn” eftir Magnus Dam Jacobsen, sála. Tøkk fyri ferðalag ein part av ferðini og ikki minst vinsemi Salli. heilsan Jústinus Leivsson Eidesgaard justinus@olivant.fo Salli farin 95 ára gamal Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og stórt hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, abbi, verðpápi og bróður Sverri Hildubjartur Sámalson Hansen Norðragøta andaðist og varð jarðaður Tøkk til Poul Færø og Meinhard Bjartalíð, prest, fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk til kórið Eystanljóð fyri vakran sang til jarðarferðina. Tøkk fyri hjálp og stuðul til jarðarferðina og ervið. Tøkk til øll tykkum, ið mintust Sverra við heilsanum, blómum, kransum og gávum til Krabbameinsfelagið. Tøkk til øll tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Samstundis verður ynskt øllum eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Familjunnar vegna Súsanna, Súni, Maiken & Jenny Gullbrúdleyp 12. jan. hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur Erhard Mortensen 70 ár. Vælkomin í føðingardag! Hósdagin 31. desember fylli eg 70 ár. Føðingardagurin verður hildin í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu millum klokkan 11-17, og eru øll hjartaliga vælkomin. Eg gleði meg at síggja tykkum. 80 ára føðingardagur 30. des. verður Asta Larsen Tvøroyri 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 85 ára føðingardagur Sunnudagin 3. jan. verður Steingrim Joensen, Argjaboðagøta 32, Argir, 85 ár. Dagurin verður hildin í AB-húsinum við fótbóltsvøllin á Argjum sunnudagin 3. jan frá kl. 13-17. Øll eru hjartaliga vælkomin. merkisdagar nøvn