Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 249 - 30. desember 2009 Steingrim Joensen á Argja­ boða fyllir 85 ár sunnudagin tann 3. januar 2010. Vit hava verið á gátt hjá honum, og hevur hann greitt frá nøkrum hendingum í sínum langa lívi. Steingrim er føddur og uppvaksin á Argjaboða. Hann er sonur Johannu, ættað úr Kollafirði og Óla Jákup Joensen, ættaður av Argjaboða. Steingrim leggur dent á, at hann er ikki Argjamaður. Argjaboði er nevniliga ikki Argir. Argir var grundað í 1826, meðan Argjaboði er grundaður í 1836, uppkall­ aður eftir boðanum fram við landi. Langabbi og langomma Steingrim komu av Skæl­ ingi og búsettust á Argja­ boða í 1845. Tey vóru av fyrsta ætt, sum búsettust á Argjaboða. Steingrim er yngst av trimum systkjum. Elstur var Zacharias á Argjaboða f. 1918, og næst var Merry, sum doyði 3 ára gomul av menigitis. Steingrim varð smittaður av tuberklum sjey ára gamal og kundi tí ikki fara í skúla fyrr enn hann var átta ára gamal. Hann misti tískil ein skúlaflokk og fór úr 1. flokki í 3. flokk. Hetta helt hann hava darvað sær rætti­ liga nógv. Og at ganga í skúla var ein rættiligur teinur. Tað var enn longri av Argjaboða enn av Argjum. Men kortini vóru tey ongantíð ov sein. Tey fóru heimanifrá klokk­ an 20 minuttir yvir sjey á morgni fyri at vera frammi klokkan átta, og tað vóru tey eisini altíð. Men tað kundi saktans henda seg, at havnar­ børn í grannalagnum komu tuskandi í seinastu løtu. Ofta var veðrið tó so ófantaligt, at børnini av Argjum vóru vát ígjøgnum, tá ið tey komu í skúla. Tað hendi seg enntá, at tey vórðu biðin um at fara til hús aftur, so illa tey vóru fyri. Men Steingrim hevði tó bestilt ein tjúkkan frakka frá Bulldog, og var hann ofta hentur. Tá var einki, sum æt kant­ ina í skúlanum. Steingrim hevði onkuntíð nøkur oyru við sær. Tá plagdi hann at fara til bakaran Poul Kjel­ næs, aftanfyri hjá Katrinu Christiansen, at keypa sær eitt vinarbreyð fyri seks oyru. So var farið út í Árna­ fjørð á Reyni til ommu­ systrina Marionnu at eta. Til Áirnar eftir tvøsti Tá ið tíðini var ikki so høg­ ligt at fáa sær døgurðamat sum nú á døgum, men tað var í hvussu er bíligari. Tey áttu eitt lítið fýramannafar við einum 2½ hesta Gøta perfekt mortori. Hetta var ein longri teinur við einum slíkum fari, einar 2 tímar hvønn vegin. Tá tørvur var á tvøsti varð siglt norður til Áirnar at keypa uppí bátin. Eitt mál var um 200 pund, og tað kostaði sum Stein­ grim minnist tað 6 kr. Tvøst­ ið var saltað í tunnur og kundi soleiðis røkka langt sum døgurðamatur. Tað ráddi um at fáa av aftara parti av hvalinum, tí her var tvøstið betri. Torv skóru tey úti á Gul­ anum, norðanfyri gilið á Glyvursnesi og longri uppi. Torvið var borið til hús í leypi. Tað vóru einir 40 min­ uttir hvønn vegin. Miðskeið­ is er Hvílingasteinurin, har enn síggjast merki av leyp­ inum, har hann varð settur. Skúlabarnaferðin í 1938 Í 1938 var Steingrim ein av teimum 100 hepnu børnun­ um, sum sluppu eina skúla­ barnaferð við Tjaldrinum. Hetta var eitt ótrúligt upp­ livilsi hjá børnum tá í tíðini. Steingrim minnist, tá ið teir sóu land og Erik Mohr, skip­ arin, rópti av brúnni, at hetta er Noreg. Tá sóu tey eitt tok koyrandi á landi. Hetta er eisini spennandi, tí tok høvdu føroyskt børn jú ikki sæð fyrr. Í Keypmannahavn gistu tey umborð á fregattini Jyl­ land, sum nú er eitt sjósavn í Ebeltoft í Jyllandi. Børnini vóru býtt upp í bólkar, og 16 børn við tveimum lærarum fóru til Fyn. Her búði Steingrim á einum bóndagarði saman við trimum øðrum dreingj­ um í ferðalagnum. Stein­ grim hevur til fyri kortum havt samband við familjuna hjá donsku vertunum, men nú eru tey øll farin. Ein dagin fóru tey øll á súkklu til Odense, har tey eisini vóru uppi í Odinstorn­ inum. Hetta var eisini spenn­ andi. Á garðinum var gott at vera. Her vóru nógv neyt og onnur djór. Her vóru eisini jørðberð, sum teir hjálptu til at fáa til sættis. Ein sjálvsøgd máltíð var jørðber við róma. Eitt var kanska ikki so væl umhugsað. Børnini skuldu marsjera í Keypmannahavn í føroyskum klæðum. Men tað var so heitt, og tað var strævið at vera so ílætin, meðan onnur vóru meira ella minni úrlatin. Men tey vóru á veg út til Tuborg. Har fingu tey okkurt leskiligt at svala sær við! Men túrurin var minniligur. Krígstíðin Krígstíðin kom sjálvsagt eisini at vera minnilig. Tað vóru nógvar serligar hend­ ingar. Ein var tá ið svenska farmaskipið Vreta Holm rendi á Glyvursnes í fínasta veðri, men tað var mjørki, so einki sást. Argjamenn hoyrdu á buldrinum, at okk­ urt var áfatt, og Steingrim fór við Rólanti Patursson ­ við báti hansara ­ at kanna hvat var hent. Tá síggja teir, at skipið hevur rent stevnið uppá land. Teir eru tá við at flyta bar­ lastina aftur í skipinum. Tá hetta var gjørt bakkaðu teir út frá. Skipið hevði dupult stevni, so teir sluppu væl burtur úr hesum. Steingrim hevði myndatól við og fekk tikið myndir av skipinum. Bretska hervaldið heitti annars á fólk um at siga frá, um tey sóu okkurt, sum kundi vera illgrunasamt. Ein dagin Steingrim og vinmað­ urin Vilmund eru í haganum omanfyri Kirkjubø síggja teir menn í uniformi. Teir prátaðu við hesar hermenn, sum søgdu seg hava gjørt tænastu í Norðurafrika. Hóast hetta sá tilforlátiligt út, so boða teir frá í Havn. Tað gjørdist stórur útrykn­ ingur, tí í Havn vistu teir einki um hetta, sum gekk fyri seg í haganum. Men tað vísti seg, at hesir her­ menn vóru komnir úr Vág­ um og høvdu ikki sagt frá á røttum stað. Men seinni fingu teir takkarskriv frá bretska hervaldinum fyri sítt ansni. Nýpuberg fer á land Tann 23. august 1950 var ein minniligur dagur. Zach­ aris og beiggin Steingrim vóru farnir í bøin at sláa. Tað var so nógv toka, at tað sást ikki oman á sjógv. Knappliga hoyra teir eina skipsfloytu ýla heilt inni á boðanum. Líggjarnir verða tveittir og so teir at renna. Løtu seinni kemur Stein­ grim rennandi og segði, at tað var trolarin Nýpuberg, sum var farin á land suðuri á Boðanum. Hann var kom­ in úr Hvítahavinum og var á veg til Miðvágs, har hann hoyrdi heima. So var hjá Steingrim at renna til fyrstu telefonina at boða frá. Hetta var hjá handilsmanninum Richardi Mortensen, sum eisini var reiðari fyri trolar­ an, so boðini komu bæði so og so á rætta stað. Ein løtu seinni kemur manningin heim eftir. Teir vóru farnir upp á land. Zacharias hevði slept sær umborð og hjálpti til at fáa skipið til kaj, har pumpur fingu skipið lens. Steingrim og Zacharias fingu 500 krónur í part í bjargingarløn. Ein hampilig mánaðarløn tá. Tað var sagt, at hetta var fyrstu ferð, at bjargingarløn fyri bjarging av skipi varð latin til fólk á landi. Familjan Steingrim giftist í 1947 við Henriettu, kallað Jetta, fødd Niclasen úr Miðvági. Tey vóru 11 systkin frá tveimum giftum. Ein systir hennara var Margretha Egholm, sum búði Havn. Hon bleiv 105 ár og gjørdist ein tann elsti føroyingur yvirhøvur. Steingrim og Jetta bæði fingu fýra synir: Óli f. 1949, Jóannes f. 1954, Bogi f. 1961 og Regin f. 1964. Steingrim bleiv einkju­ maður í 1994. Í síni frítíð hevur Stein­ grim røktað seyð og fiskað. Eisini hevur hann koyrt motorsúkklu. Aftaná krígg­ ið seldu bretsku hermenninir sínar motorsúklur. Fleiri argjamenn keyptu. Ein teirra var Sverri Mortensen, sum nústani hevur sett motorsúkl­ una 87 ára gamal. Steingrim keypti tvær motorsúklur og fekk eina burturúr, so hann hevur eisini dugað við hond­ unum. Men nú verður ikki meira koyrt. Aftaná at Steingrim bleiv pensioneraður, tóku hann og nakrir Argjamenn seg saman og fingu undirhúsið á Argjum sett á stovn. Tað eitur Andrasarstova eftir fyrsta niðursetumanninum á Argjum. Har hevur Stein­ grim sína dagligu gongd. Steingrim eigur 8 abba­ børn og 5 langabbabørn, sum hann hevur stóra umsorgan fyri. Sosialurin ynskir Stein­ grimi hjartaliga til lukku við 85 ára føðingardegnum. Dagurin verður hildin í AB­húsinum sunnudagin kl. 13­17, og eru øll vælkomin. Steingrim Joensen 85 ár: Arbeiddi hálva øld hjá Thomas Dam Steingrim Joensen Argjaboði í 1915. Men Argjaboði er ikki Argir! Steingrim og Jetta nøvn