Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-30, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 2009síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 30. desember 2009 39 Lívsstarvið hjá Steingrim gjørdist hjá Thomas Dam. Tað kann vera grund fyri at gera nakað burtur úr hesum, tí í ár eru tað júst 100 ár síðan, at Thomas Dam var føddur. Eisini er tað í ár 70 ár síðan, at Steingrim kom at arbeiða saman við Thomas Dam. Tað var 1. april 1939, at Steingrim kom at arbeiða í virkinum hjá Ludvig Poulsen. Ludvig var deyður í 1938 og virkið fór á aðrar hendur. Í fyrsta umfari var tað danska fyritøkan Møll­ ers Enke, sum hevði mann, Frank Poulsen, í Føroyum at leiða fyritøkuna. Hann slapp ikki heimaftir og bleiv verandi alt kríggið. Thomas Dam fór at arbeiða hjá Ludvig Poulsen sama ár sum Steingrim. Hann hevði lært hjá Sam Olsen. Men eftir kríggið hendir tað, at Ludvig Poul­ sen fer til aðrar eigarar und­ ir navninum Maria Poulsen, sum framvegis er eitt kent handilsnavn. Í 1946 stovnar Thomas Dam handil undir navninum Thomas Dam & Co við undirnavninum Ludvig Poulsens efterf. Hann byrjar handil við ísinkram, har ítróttarhandilin hjá Thomas Dam nú er á Áarvegnum. Her kom Steingrim at arbeiða. Hann gjørdi alt møguligt, men tað týdningar­ mesta var at avgreiða við­ skiftafólk. Hetta gekk væl. Ein dagin kemur Thomas inn í handil­ in við einum knýti, innball­ að í eina Dimmalætting. Tá er hetta kr. 40.000 í reiðum peningi, sum skal brúkast til at keypa húsini hjá prest­ inum Grøn. Hesi hús skuldu hýsa einum nýggjum handli. Men býráðið ætlaði tá at breiðka Niels Finsens­ gøtu, so fyrst máttu húsini flytast. Hetta er handilin sum vit minnast við postalín og glasvørum, har Telebúðin er nú. Samstundis hevði Thom­ as Dam heilsølu, og tá kom Steingrim at ferðast nógv út á bygdirnar sum handils­ reisandi. Útróðrarmenninir fingu alt frá Thomas Dam Tað mesta sum var at gera var, tá íð útróðrarmenn fóru til Grønlands um várarnar. Tá skuldu teir hava útgerð til bátarnar, men umframt hetta komu teir ofta til oyð­ in pláss. Tí máttu teir hava alt við sær úr Føroyum. Tí vóru tað 100­tals lutir, sum teir skuldu hava við sær. Hetta fingu teir frá Thomas Dam. Fyrstu tíðina komu teir ein dag og skuldu hava alt dagin eftir. Hetta bar so ikki til í longdini. So varð ásett, at bíleggjast skuldu í góðari tíð, so útgerðin kundi vera klár, tá ið brúk var fyri henni. Eitt, sum nógv varð brúkt av, vóru serligir bakaraovnar við primussi undir, sum vóru væl umtóktir. Men knappliga boðar verksmiðj­ an frá, at hesir ovnar verða ikki framleiddir longur. Hon tilskilar tó, at um Thomas Dam bílegði 100 ovnar, so skuldi teir fram­ leiða hetta talið. Hetta ljóð­ aði sum ein stórur biti, men teir tóku kjansin og sluppu eisini av við allar ovnarnar. Thomas var ein góður for­ rætningsmaður. Hann hevði verið á handilsskúlanum Købmandshvile. Hann byrj­ aði við at hava egnan handil heima hjá sær sjálvum úti á Argjum, sum Poul Arne Joensen, tann gamli útvarps­ jólamaðurin, stóð fyri. Thomas Dam dugdi væl at fáa inntøkur, men hann dugdi eisini at ansa eftir útreiðslunum. Steingrim minnist, tá ið teir riggaðu til jólahandilin í 1941. Tað var sera ringt veður. Hetta var sama veðr­ ið, sum beindi fyri jólaskip­ inum í Fugloyarfirði. Eftir ein langan dag væntaði Steingrim, at Thomas fór at leiga ein hýruvogn at koyra teir til hús úti á Argjum. Men tað gjørdi hann ikki. Teir fingu spart nakrar krón­ ur við at fara til gongu út á Argir í hesum ringa veðrin­ um. Um slíkt arvast, so er nýggi formaðurin í Búskap­ arráðnum, abbasonurin Thomas Dam, tann rætti maðurin til jobbið! Ein søga, sum fortaldist um Thomas í síni tíð, var, at tá ið hann bað um eina kostnaðarmeting fyri eitt arbeiði, so tvífaldaði hann altíð talið í sínum metingum, og arbeiddi út frá tí. Gjørdist kostnaðurin minni enn hetta, so helt hann, at væl var sloppið. Hann hevur eisini verið realist! Í 1960 bygdi Thomas yviri í Jónas Bronksgøtu. Hann ætlaði at fara at fram­ leiða hegn, men hetta gjørd­ ist kortini av ongum. Har hevur eisini handil verið. Seinni hava teir eisini bygt uppi á Hálsi. So hóast Thomas Dam doyði í 1986, so livir hansara navn enn í besta blóma. Steingrim arbeiddi hjá Thomas til 1993. So sigast hann, at hann arbeiddi sam­ an við og fyri Thomas Dam í heili 53 ár. Hetta sigur nak­ að um trúfesti, sum er eitt eyðkenni fyri Steingrim. ó 100 ár síðan Thomas Dam varð føddur Steingrim og Thomas Dam byrjaðu í 1939 at arbeiða hjá Ludvig Poulsen, nú Maria Poulsen Mynd: Forminnissavnið 7970F012 Í 1946 byrjar Thomas Dam at handla í Niels Finsensgøtu og Steingrim fer at arbeiða hjá honum Mynd: Magna Restorff Thomas Dam var føddur 2. oktober 1909 á Argjum og Maria Dam var fødd 26. februar 1911 í Skálum, Vestmanna. Hennara dópsnavn var Johnne Marie Sofie Joensen. Vanliga varð hon nevnd Mia Steingrim greiðir í samrøðuni eisini frá sínum 53 árum saman við Thomas Dam nøvn