Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 4. januar 2010 7 lýsingar – tað er tryggast fyri okkum øll SHEFA 2 kaðalin er ein av landsins týdningarmestu samskiftis- kaðalum og liggur eftir havbotninum millum Føroyar og Stóra Bretland, har hann verður knýttur í samskiftisnet føroyinga við allan heim. Fiskiskip og onnur før, sum virka á leiðini, har SHEFA 2 kaðalin liggur, eiga at vísa størsta varsemi, so at tey ikki gerast føst í kaðalinum, tí tað kann bæði koma teimum sjálvum í vanda og nerva alt telesamskifti Føroya við umheimin. Til tryggleika fyri øll heita vit tí á fi skiskip og onnur før um at kunna seg um tær knattstøður, har kaðalin liggur. Sí annars fl eiri upplýsingar um SHEFA 2 kaðalin á heimasíðuni www.shefa.fo. Ansið eftir kaðalinum 61:18.321N 4:53.008W 61:18.497N 4:53.592W 61:19.612N 4:57.319W 61:19.752N 4:57.764W 61:19.779N 4:57.860W 61:19.922N 4:58.382W 61:20.145N 4:58.494W 61:20.288N 4:58.518W 61:20.292N 4:58.538W 61:20.279N 4:58.560W 61:20.243N 4:58.655W 61:20.192N 4:58.854W 61:20.154N 4:59.037W 61:20.159N 4:59.122W 61:20.178N 4:59.210W 61:20.460N 5:00.127W 61:21.388N 5:02.895W 61:21.715N 5:04.130W 61:21.721N 5:04.156W 61:21.781N 5:04.231W 61:21.964N 5:04.303W 61:21.984N 5:04.302W 61:21.984N 5:04.309W 61:21.883N 5:04.640W 61:21.888N 5:04.839W 61:22.052N 5:05.475W 61:22.124N 5:05.762W 61:22.196N 5:05.960W 61:23.021N 5:08.697W WGS84 knattstøður, har serligur vandi er fyri at koma fastur í SHEFA 2 kaðalin Við ynskjum um eini trygg og gleðilig jól Vit hava eitt næmingapláss til tín Arbeiðsloysisskipanin • Tinghúsvegur 14 Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn • Tel 349550 • Fax 349551 • als@als.fo • www.als.fo www.sansir.fo ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 18 fólk. Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri. Hevði tú viljað sitið í tóma stólinum? ALS leitar eftir einum skrivstovunæmingi, sum er miðvísur, gløggur, hugagóður, ágrýtin og opin. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi, við ágrýtnum starvsfólkum, sum fegin vilja geva tær eina góða næmingatíð. Tú hevur HH, HF ella studentsprógv. Tað er ein fortreyt, at tú dugir væl at brúka teldu. Uppgávurnar eru mangar, og tú kemur runt á øllum stovninum. Bæði í fyrisitingini, arbeiðsloysistryggingini og arbeiðsávísingini verður brúk fyri tær. Tú kemur at hava nógv samband við viðskiftafólk okkara, og krevur tað, at tú dugir væl at samskifta við fólk. Verður tú skrivstovunæmingur hjá ALS, lova vit tær eina fjøltáttaða útbúgving og hollar royndir, sum tú kanst brúka víðari alt lívið. Umsóknarfreistin er týsdagin 5. januar 2010 kl. 12.00, og tú kanst byrja skjótast tilber. Meira fæst at vita við at venda tær til Ernst Jacobsen, tel. 349550.