Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 1 - 4. januar 2010 Árni Dam sigur, at málið um Skálaberg ivaleyst hevur minkað nakað um hugin hjá føroyingum at geva russisku fiski­ monnunum, sum eru í Føroyum, jóla­ pakkar, men hann fegnast tó um, at russ ar framvegis eiga góðar vinir í Føroy um Jólapakkar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Russar halda ikki jól 24. desember, sum føroyingar gera. Tí er heldur ikki ov seint enn at lata russiskum fiskimonnum, sum eru í Føroyum, jólapakkar. Árni Dam sigur, at fólk framvegis eru vælkomin at lata jólakappar, og hann fegnast um allar teir pakkar, sum Faroe Agency higartil hevur fingið til russisku fiskimenninar. – Vit hava fingið einar 600 jólapakkar, men fram­ vegis vanta okkum einar 400. Vit koyra út eftir pakk­ um, um tað er landafast, og annars eru fólk vælkomin at bera okkum teir oman á skrivstovuna á niðastu hædd Yviri við Strond 4. Russiski aðalkonsulin í Føroyum heldur, at málið um Skálaberg hevur gjørt, at heldur færri jólapakkar eru latnir í ár enn undanfarin ár, men hann fegnast um og er takksamur fyri hvønn einstakan gevara. – Fólk kunnu bara lata okkum tað, tey vilja geva, so pakka vit tað inn sjálvi og lata fiskimonnunum pakkarnar. Hann sigur, at eini 10 út ­ lendsk skip eru í Føroyum í løtuni, harav tey flestu eru russisk. – Vit taka saktans ímóti pakkum alla hesa vikuna, og russisku fiskimenninir eru sera fegnir um hesar gávur, sum føroyingar hava verið – og framvegis eru – so óførir at lata teimum, sigur Árni Dan, stjóri á Faroe Agency og russiskur aðalkonsul í Føroyum.± Verða noydd til arbeiðis Danska fakfelagið FOA, sum umboðar fólk í ymsum almennum størvum, ber ótta fyri, at ein nýggj lóg fer at noyða fólk, sum eru langtíðarsjúkrameldað, at fara aftur til arbeiðis, áðrenn tey eru frísk. Sum er rindar ríkið 50 prosent av sjúkradagpengunum í upp til 52 vikur, men eftir teirri nýggju lógini skal ríkið bara rinda 35 prosent. Hinvegin skulu kommunurnar rinda meiri, og tað heldur FOA vera ein vansa við teirri nýggju lógini, tí kommunurnar vilja spara pengar. Deildin hjá FOA í Aalborg sigur seg hava kommunur í Norðurjyllandi royna at fáa fólk aftur til arbeiðis, hóast tey ikki er vorðin frísk. Norskt skip rænt Somaliskir sjórænarar rændu í gjár tað lítla tangaskipið «Pramoni», sum er skrásett í Noregi, og sum norskir og útlendskir íleggjarar eiga. Aftenposten skrivar, at 24 mans eru við skipinum. 17 teirra eru indonesar, fimm eru úr Kina, ein er´ur Nigeria, og ein er úr Vietnam. Ein talsmaður fyri teir norsku eigararnar sigur við blaðið, at felagið fer at kunna íleggjararnar í dag um tað, sum er hent. "Pramoni" er tryggjað hjá norska bankanum DnB NOR, og hann verður eisini kunnaður um málið í dag, sigur NRK. – Tað er ongantíð skilagott at brenna brýr. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, og ikki minst sam­ starvið millum Før­ oy ar og Rusland hevur givið báðum londunum nógv í sín lut, sigur Árni Dam og mælir Føroya fólki til at síggja málið um Skálaberg, sum nakað, ið kundi henda, um ringast vildi til SamStarv Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Árni Dam, stjóri á Faroe Agency og russiskur aðal­ konsul í Føroyum, er sera fegin um, at málið um Skála­ berg fekk eina eftir um ­ støðunum virðiliga loysn. Hann hevur nú vegna Faroe Agency sent takkar­ skriv til ymisku partarnar í málinum, har hann fyrsta lagi ynskir manningini á Skálabergi hjartaliga væl heimkomnari. – Vit vilja eisini takka russisku ambasaduni og russiska konsulátinum í Keypmannahavn fyri skjóta avgreiðslu av visa, bæði til fólk hjá JFK­Troli, advo­ kati, uttanríkismálaráðnum, fiskimálaráðnum og fiski­ veiðieftirlitinum. Í aðrar mátar takkar Faroe Agency í skrivinum øllum, sum fóru yvir til Murmansk at rætta eina hond í hesum máli. Málið nívdi Alla tíðina, meðan Skála­ berg varð afturhildin í Mur­ mansk og tær meiri enn fýra vikurnar, málið dró út, royndi Árni Dam at halda vónini uppi um, at londini bæði máttu finna eina virðiliga loysn. Málið nívdi mannin, sum hevur havt so nógv samstarv við russar gjøgnum so mong ár, sera nógv. – Tankarnir mólu rundan um alt tað góða samstarv, sum hevur verið, heilt síðan londini bæði undirskrivaðu sína fyrstu fiskiveiðiavtalu á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin seinast í sjeytiárunum – og fram til dagin í dag, ásannar hann. Føroyar vóru fyrsta land um okkara leiðir, sum und­ ir skrivaðu eina slíka fiski­ veiðiavtalu við russar, og Skálaberg er fyrsti trolarin, sum russar hava tikið. Árni dylur ikki fyri, at hetta mál tóktist drúgt og tógvið at loysa, og sjálvur ásannar hann eisini, at tað nógvar løtur sá svart út fyri virðiligari loysn millum londini. – Russar løgdu jú hald á skipið, men við góðum stuðli frá mongum síðum, bæði her heima, í Danmark, Ruslandi og fyri so vítt eisini úti í heimi gjørdist endaliga úrslitið eftir um ­ støðunum tað, sum eg alla tíðina vónaði. Árni Dam dylur heldur ikki fyri, at hann sum russ­ iskur aðalkonsul í Føroyum er ómetaliga harmur um, at málið um Skálaberg skuldi gerast so drúgt – og at tað skuldi elva mongum so nógvan trega. Hyggja frameftir Hann heldur, at báðir partar nú eiga at leggja hetta mál aftur um seg og við góðum treysti fara undir framhald av tí góða samstarvi, sum verið hevur millum londini øll hesi mongu ár. – Tað er ongantíð skila­ gott at brenna brýr. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, og ikki minst hetta samstarv hevur givið báðum londun­ um nógv í sín lut, sigur hann og mælir Føroya fólki til at síggja hetta mál, sum nakað, ið kundi henda, um ringast vildi til. Árni Dam heldur, at vit sum føroyingar eiga at hava øll tey mongu ár í huga, tá eingin kuril hevur verið í samstarvinum millum lond­ ini bæði. – Samstarvið við russar hevur havt stóran týdning fyri báðar partar í gjøgnum mong ár, og einki er at ivast í, at soleiðis fer tað eisini at verða í framtíðini, um vit duga at leggja málið um Skála berg aftur um okkum, leggur hann aftrat. Faroe Agency við takkarskrivi um Skálaberg-málið - Samstarvið við russar hevur havt stóran týdning fyri báðar partar ígjøgnum mong ár, og einki er at ivast í, at soleiðis fer tað eisini at verða í framtíðini, um vit duga at leggja málið um Skálaberg aftur um okkum, sigur Árni Dam, russiskur aðalkonsul í Føroyum Enn vanta jólapakkar til russiskar fiskimenn - Russisku fiskimenninir eru sera fegnir um jólagávurnar, og vit taka saktans ímóti pakkum alla hesa vikuna aftrat, sigur Árni Dam, russiskur aðalkonsul í Føroyum