Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 1 - 4. januar 2010 Svøltandi guðfrøðingur Síðani nýggjársdag hevur guðfrøðingurin Arne Ib Nielsen hevur svøltað seg, og tað ætlar hann sær at halda fram við, til hann hevur fingið at vita, hví hann ikki kann fáa prestastørv í Grønlandi, sum tað vísir seg at vera torført at fáa prestar til. Arne Ib Nielsen sigur við grønlendskar fjølmiðlar, at hann hevur fingið órættvísa viðferð frá myndugleikunum. Men tað avsannar landsstýriskvinnan Mimi Karlsen (myndin), sum umsitur kirkjumál. Hon sigur við Sermitsisq, at umsóknirnar frá Arne Ib Nielsen eru viðgjørdar sambært reglunum, og at hann hevur fingið svar samsvarandi reglunum. Dýrar tekningar Ein uppgerð hjá Århus Stiftstidende vísir, at løgreglan í Århus og har um vegir hevur brúkt umleið 30.000 arbeiðstímar til ymsar uppgávur í sambandi við tær sokallaðu Muhammeds- tekningarnar. Tað merkir, at fýra løgreglumenn hava arbeitt við málinum hvønn einasta dag tey seinastu fimm árini, skrivar blaðið og leggur afturat, at tá eru teir nógvu arbeiðstímarnir hjá løgreglufregnartænastuni PRT ikki taldir uppí. Løgregluovastin í Eysturjyllandi, Bent Preben Nielsen, sigur við blaðið, at talan er um at verja fólk, og tá er tað ikki ein spurningur um tímatal. - At eg ikki skal hava hildið fíggjar­kar­m- ar­nar­ fyr­i tr­iðja ár­s- fjór­ðing í fjør­ havi eg staðiliga víst aftur­, og skal kjak um leistin leggjast út sum sam- star­vstr­upulleikar­, so kemur­ tað púr­a óvar­t á, at tað skal før­a uppsøgn við sær­, sigur­ Jón Br­ian Hvidtfeldt, tíðindaleiðar­i í Kr­ingvar­pinum, sum í síðstu viku fekk ætlanar­skr­iv fr­á Anniku Mittún Jacobsen ÆTLANARSKRIV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað kom púra óvart á Jón Brian Hvidtfeldt, tíðinda- leiðara í Kringvarpinum, at hann, tá hann kom til arbeiðis aftur millum jól og nýggjár, fekk ætlanarskriv frá stjóranum, Anniku Mit- tún Jacobsen. - Í mínari verð er avgjørt einki so drastiskt farið fram millum meg og stjóran, at tað skuldi verið grund til eina uppsøgn. Í einum dyna- miskum leiðarasamstarvi eru altíð ávísar friktiónir, og tað eiga tað at vera, tí annars er eingin meining við einum leiðaratoymi, sig- ur tíðindaleiðarin í Kring- varpinum. Hann sigur, at serliga tá hugsað verður um, at hetta er ein samanlagdur stovnur, sum skal finna síni bein at standa á. - Tá samstarvstrupulleikar verða nevndir í ætlanarskriv- inum, so er tað eingin av grundgevingunum, sum eg kan taka undir við. Tað kost- ar at reka eina tíðindadeild, og eg kom til eina saman- lagda tíðindadeild, sum áður hvør í sínum lag var krumtappurin á hvør sínum stovni við hægstu raðfesting. Tað sum vit síðani hava gjørt, er at royna at menna deildina í samanlagda stovn- inum, sigur Jon Brian Hvidt- feldt. Mist álitið Ein onnur grundgeving fyri ætlanarskrivinum er, at tíð- indaleiðarin skal hava nýtt pening út yvir fíggjarkarmin fyri triðja ársfjórðing 2009. - Men hesum havi eg bæði munnliga og skrivliga staðiliga víst aftur, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Hann sigur, at út frá hes- um báðum pástandum hev- ur Annika Mittún Jacobsen so valt at siga hann úr starvi. - Sagt verður í ætlanar- skrivinum, at stjórin ikki hevur álit á, at eg megni at reka tíðindadeildina fyri tann pening, sum hon ætlar at játta til endamálið fyri 2010, sigur Jón Brian Hvidt- feldt. Hann ivast í, um ætlanar- skrivið er nóg væl umhugsað, tí leygardagin boðaði kringvarpsstjórin frá, at hon tók yvir fyribils starvið sum tíðindaleiðari, men sunnudagin boðaði hon so aftur frá, at hon hevði givið Inga Rasmussen tænastuboð um at taka við starvinum sum fyribils tíð- indaleiðari. Starvsfólkið stuðlar Men hóast Annika Mittún Jacobsen hevur mist álitið á Jón Brian Hvidtfeldt, so eru tað onnur, ið ikki hava. - Eg skilji, at starvsfólkið á samanløgdu tíðindadeild- ini hevði ein innanhýsis fund nýggjársaftan, og at tey har gjørdu av at senda eitt mótmælisskriv til kring- varpsstjóran. Og tað sigur seg sjálvt, at slíkt fløvar, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Síðani Annika Mittún Jacobsen tók við sum kring- varpsstjóri fyri 21 mánaðum síðani, segði hon øllum ver- andi átta deildarleiðarunum úr starvi, og síðani tá eru tríggir antin farnir ella sagd- ir upp. Jón Brian Hvidtfeldt er sostatt tann 11. í røðini. Ætlanarskrivið er dagfest 29. desember 2009, og hann hevur 14 daga freist at svara. - Eg havi søkt mær løg- frøðiliga hjálp, og sjálvt um freistin er stutt, so havi eg longu valt at mótmæla upp- søgnini. Eg meti ikki, at eg havi fingið eina rættvísa viðferð, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Skuldi ætlanarskrivið verið tikið aftur, væntar Jón Brian Hvidtfeldt framvegis, at hann kann arbeiða saman við Anniku Mittún Jacob- sen. - Eg plagi ikki at vera ímintur, so tað man eisini fara at ganga, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, sum er settur frá sum virkandi tíðindaleiðari, inntil ein endalig avgerð er tikin. Avvísir øllum ákærum Jón Brian Hvidtfeldt er fyribils settur út í kuldan av Kringvarpsstjóranum Mynd: Jens Kristian Vang