mánadagur 4. januar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 1 - 4. januar 2010
Øll arbeiðarafeløgini
hava nú sagt sátt
málan við arbeiðs
gevararnar upp og tað
er lítið at ivast í, at eitt
av krøvunum verður
at lønin skal hækka
Sáttmála
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er lítið at ivast í, at eitt
krav verður, at lønin skal
hækka.
Tað er toluliga greitt, nú
øll tey fimm arbeiðara fe
løgini hava gjørt av at siga
sáttmálan við arbeiðs gev
ararnar upp.
Sáttmálarnir fara úr gildi
á midnát tann 30. apríl og
skulu sigast upp fyri fýra
mánaða ávaring.
Og nakað fyri jól fekk
Føroya Arbeiðsgevarafelag
skriv frá øllum fimm ar
beið arafelagnum, har sátt
málin varð uppsagur.
Ingeborg Vinther, for
kvinna í Føroya Arbeið ara
felag, sigur, at øll arbeið
ara feløgini hava sagt sátt
málan upp í felag og ætlanin
er eisini, at tey skulu sam
ráðast um nýggjan sáttmála
í felag.
Umframt Føroya Arbeið
arafelag, er talan um ar
beiðs manna og arbeiðs
kvinnufelagið í Havn og og
bæði arbeiðarafeløgini í
Klaksvík.
Ringt at siga
Feløgini fara nú at tosa
saman um, hvørji krøvini
til ein nýggjan sáttmála
skulu vera.
Og av tí, at tey ikki hava
tosað saman enn, er Inge
borg Vinther varin at siga
nakað um, hvørji krøv
kunnu koma upp á tal.
Men hon sigur, at ímillum
krøvini verður allarhelst
eisini krav um hægri løn.
– Tað er ongin loyna, at
keypiorkan er minkað og at
tað er blivið verri at fáa
end arnar at røkka saman, tí
alt dýrkar, staðfestir for
kvinnan í Føroya Arbeið
arafelag.
Hon sigur, at nú fara fe
løgini at fyrireika eitt sam
ráðingarupplegg og at út
vega skjalatilfar, sum skal
stuðla upp undir krøvini
Her kann viðmerkjast, at
hon hevur áður sagt fyri
Sosialinum, at umframt
sjálva tímalønina, heldur
hon, at tað er neyðugt at
hækka ymar viðbøtur, sum
hava staðið í stað í fleiri ár
fyri ávís arbeiði, nú skulu
hækkast.
Føst løn á
fiskavirkjum
Men Ingeborg Vinther stað
festir eisini, at tað verður í
øllum førum eitt krav, at ein
fastlønarsáttmáli skal gerast
fyri tey, sum arbeiða á
fiskavirkjum.
– Hetta er eitt krav, sum
vit ikki hava slept og sum
fer at verða ført fram eina
ferð afturat, sigur hon.
Hon leggur afturat, at
hetta er eitt av teimum týð
andi krøvunum frá verka
mannafeløgunum.
Seinast gjørdu tit ein trý
ára sáttmála. Er tað sannlíkt,
at tit gera ein so drúgvan
sáttmála einaferð afturat?
– Tað er ilt at siga fyrrenn
feløgini hava tosað saman,
men eg vænti tað ikki, sigur
Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at skal so
drúgv ur sáttmáli gerast,
skal hann í øllum førum
vera serliga góður.
Oljuprísurin upp
Tekin um framgongd í amerikanska búskapinum
gera, at oljuprísurin hækkar, og í morgun hækkaði
prísurin níggjunda handilsdagin á rað, skrivar
Bloomberg News. Í morgun kostaði ein tunna av
amerikanskari WTIolju, sum skal latast í februar,
80,11 dollarar, og tað er 75 cent meiri oman fyri
prísin nýggjársaftan. Tann dagin hækkaði prísurin
8 cent. Bloomberg News skrivar, at burtursæð frá
21. desember er vísitalið hækkað støðugt síðani
tann 14. desember. Tann dagin var prísurin
knappliga 70 dollarar fyri tunnuna.
Blair fyri skotum
Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair
stendur nú aftur fyri skotum fyri avgerðina at gera
innrás í Irak í 2003. Hesaferð er tað undanmaður
hansara í Downing Street, John Major, sum hartar
hann. Hann sigur, at hann tók undir við innrásini í
Irak, men at hann gjørdi tað út frá teimum upplýs
ing um, sum Blair kom við, men sum seinni hava víst
seg at vera sera ivasamar. Í samrøðu við BBC sigur
John Major millum annað, at eitt nú vísti tað seg, at
upplýsingarnar um hópoyðingarvápnini hjá Saddam
Hussein hildu ikki, tá saman um kom.
Prísurin fyri at liva
hækkaður yvir 30%
Tá ið fólk siga, at tað er blivið dýrt at liva, er tað ikki
tikið úr leysari luft.
Tí tað vísa tey turru tølini eisini.
Tølini vísa, at hesi síðstu 11 árini er tað blivið yvir
30% dýrari at liva.
Hetta sæst í eini uppgerð frá fíggjarmálaráðnum til
Løgtingið um gongdina í prístalinum frá 1. januar í
1998 til 1. januar í fjør.
Her eru tølini ikki útgreinað á nakran hátt fyri ymsar
vørubólkar, men tilsamans vísa tey eina stóra øking, tí
sum tað sæst í talvuni er prístalið fyri 1. januar í 1998
sett til 100, men tann 1. januar í 2009 var tað komið
heilt upp á 134,4%.
Sostatt er tað blivið 34,4% dýrari at liva hesi síðstu 11
árini.
Minka í fjør
Tað sæst eisini á talvuni, er prístalið hesi 11 árini vaksið
2,7% um árið í miðal.
Men ein uppgerð frá Hagstovuni vísir eisini, at hetta
síðsta árið er prístalið aftur lækkað eitt aftur.
Frá triðja ársfjórðingi í 2008 til triðja ársfjórðing í
fjør, tá ið seinasta uppgerðin varð gjørd, er prístalið
lækkað 3,1%, men tað var serliga seinasta ársfjórðing í
2008, at lækkingin var, eftir at príshækkingin í matvørum
og brennievni var komin í hæddina og síðani eru teir
lækkaðir aftur. Í 2009 er prístalið ikki lækkað nógv,
serliga tá ið 1. Ársfjórðingum var farin aftur um bak.
1998 100,0
1999 105,6
2000 109,6
2001 115,7
2002 115,3
2003 117,9
2004 117,5
2005 119,9
2006 120,9
2007 124,4
2008 131,8
2009 134,4
Arbeiðsfólk fara
at krevja hægri løn
Prístalið
Tað er ongin loyna, at tað er blivið verri hjá verkafólki at fáa endarnar at røkka saman og Ingeborg Vinther sigur, at tað er uttan
iva at síggjast aftur í krøvunum, sum verða sett arbeiðsgevarunum, nú allir lønarsáttmálarnir eru sagdir upp