Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 1 - 4. januar 2010 Níggju veðurlomb brunnu inni Fýrverk festi eld í eitt hoyggjhús í Hvalba leygardagin, og húsið brann í grund Eldur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Seinnapartin leygardagin kom eldur eítt eitt meira enn hundrað ára gamalt seyða- og hoyggjhús í Giljum í Hvalba. Eingin streymur var inni í húsinum, og tí var greitt, at eldurin mátti vera komin uttaneftir. Tað vísti seg eisini, at nakrir dreingir høvdu spælt við fýrverk, og eitt heksaýl var av óvart farið gjøgnum okk urt op inn í húsið. Inni í húsinum var eitt nú plast at balla við og gamalt hoyggj, og tí stóð húsið beinanvegin í ljósum loga, og eingin kundi tí fara inn. Úrslitið av tí var, at níggju veðurlomb brunnu inni. Í húsinum vóru somu leiðis sláimaskinur, balli maskina og onnur útgerð. Tað fór alt fyri einki. Árend í busskýli Ein kvinna varð undirdíkt í glas splintrum, tá ið ein bilur rendi á bussskýlið, har hon stóð við Sjógv í Kollafirði FErðsluóhapp Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Fleiri ferðsluóhapp hava verið um ársskifti, og í einum føri kundi havt end að heilt galið. Ein 29 ár gomul kvinna stóð mikudagin við kufferti og bíðaði í buss skýlinum við Sjógv í Kollafirði. Ein bilur kom koyrandi norðureftir, í hálkuni misti bilførarin tamarhaldið á bilinu, sum fór tvørtur um vegin og rakti busskýlið. Kvinnan fekk fleiri skein ur, og glasspiltur regnaðu niður yvir hana. Skýlið fór í smildur. Tveir menn verða skuldsettir fyri at hava sligið tveir aðrar menn nýggjársmorgun harðskapur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Nýggjársmorgun var aftur rok í býnum í Havn, og í tveimum førum gekk tað hart fyri seg, Hetta er tað, sum politiið veit um. Ein ungur maður fekk nev an frammaná tríggjar ferð ir, og ein annar varð bæði skallaður og sligin. Hesin misti báðar fram- tenninar, og nøsin brotnaði. Politiið veit, hvørjir teira báðir vóru, sum slerdu, og teir verða skuldsettir fyri harðskap. Obama-dukka hongd Trygdartænastan hjá amerikanska forsetanum, Secret Service, kannar nú eitt mál, nær ein svørt dukka við navninum Barack Obama á er funnin hongd í suður- statinum Georgia. Dukkan hekk uttan á einum bygn- ingi í høvuðsgøtuni í býnum Plains, og hon bleiv tikin niður, so skjótt myndugleikarnir fingu boð um hana, skrivar Reuters. Blaðið Atlanta Journal-Constitution skrivar, at løgregluovastin í Plains vil ikki gera nakra viðmerking til málið, men vísir til Secret Service. Býurin Plains er annars kendur sum heimbýur hjá fyrr- verandi forsetanum Jimmy Carter. Ágangur ímóti lesandi India leggur avstralsku myndugleikarnar undir at venda tað blinda eygað til ágangin ímóti indiskum ungfólki, sum lesa í Avstralia. Fyrradagin varð ein 21 ára gamal indiskur lesandi álopin og myrdur í Melbourne. Indiska stjórnin sigur, at talan var um eitt rasistiskt morð, men tað avsanna teir avstralsku myndugleikarnir. Umleið 70.000 indarar útbúgva seg í Avstralia, og seinasta summar mót- mæltu teir tí, sum teir lýstu sum ágang og fremm anda- hatur. Aftan á morðið leygardagin stúra teir fyri meiri ágangi ímóti útlendskum lesandi, skrivar Reuters. Eitt leygarkvøld í november varð ein 17 ára gamal drongur smildraður sundur í býnum í Havn. Hann veit ikki hví, og mamman er forfard harðskapur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Eftir so at siga hvørt viku- skiftið sigur politiið frá harðskapi í Havnar gøtum. Vit fáa bara at vita, at so og so nógv eru farin á skaða- stovuna. Av og á frættist eitt sindur meira um harðskapin, tí fleiri harðskapsmál enda í rættinum. Ein mamma, um Sosial- urin hevur tosað við, vil feg in greiða frá, hvussu hon upplivdi tað, tá ið 17 ára gamli sonur hennara varð illa bukaður eina leyg arnátt í november mán aði. Av leið ingarnar vóru skelk andi. Hetta kvøldið fór hann til Havnar saman við tveimum vinmonnum í føðingardag, og seinni fóru teir allir ein túr í býin. – Eg var ikki har, so eg kann ikki vita, hvussu tað hendi. Men sonurin segði mær, at hann eina ferð fór frá hinum aftur um eitt hús at pissa. Har stóðu nakrir aðrir dreingir, og ein nokt- aði honum at pissa. Bygda- frell varð hann kallaður. Mitt í øllum kom ein annar og slerdi son mín, sigur mamman. Tá komu Náttarravnar og skiltu teir at, og sonurin fór so gangandi oman gjøgnum býin. Sligin í andlitið − Tá gjørdi sonurin tað býtta, at hann fór niðan aftur og spurdi, hví hann ikki kundi sleppa at pissa. Tá kom hin, sum hevði sligið hann, eina ferð aftrat eftir honum og slerdi hann við nevanum fleiri ferðir beint í andlitið. − Jú, teir vóru allir ávirk- aðir, men harfyri er tað meningsleyst at gera seg inn á eitt annað menniskja, sigur mamman. Hon visti ikki av nøkrum. Hon hevði avtalað við sonin, at um hann ikki kom heim og gisti í Havn, skuldi hann siga henni frá. Um tvey-tíðina um náttina sendi hann henni eitt sms og segði, hvar hann skuldi gista. Fekk hjálp frá vinmanni Tá ið drongurin varð sligin niður, varð beinanvegin ringt eftir sjúkrabili, og ein eldri vinmaður beiggja hans ara fór við honum á Lands sjúkrahúsið og seinni til politiið at melda tilburð- in. − Morgunin eftir ringdi hann til mín og bað meg koma eftir sær. Hann segði eisini, hvat var hent, sigur mamman. Illa farin − Sonur hennara sá alt ann- að enn væl út. Nøsin var brot in, kjálkabeinið somu- leiðis. Stór blóðsamling var í andlitinum, og armar og bein vóru skurslað. Hann hevði ilt í øllum kroppinum. Eg veit ikki, um hann eisini hevur verið sparkaður, með an hann lá niðri. Blóð var á klæðunum, sigur mamm an. Hon var illa við av hend- ingini. Tað tók sína tíð at lekja sárini aftur. Men tað kanska ringasta var eftir enn. − Tað er ræðuligt soleiðis at gera seg inn á eitt annað menniskja, men avleið ing- arnar vóru óhugnaligar. Drong urin læsti seg inni í sær sjálvum við øllum tonk unum, tí hann setti sær spurn ingin, hví slíkt skuldi raka júst hann, sigur mamm an. Hon hevði altíð lagt dreing inum eina við at ansa sær, tá ið hann fór í býin, og tað hevur hon eisini mint hann á eftir tilburðin. Hann hevur verið ein túr í býin aftur, og tað var upp á ein annan máta. Av tí at drongurin hevði tað so ringt við seg sjálan eftir alhølvingina, fingu tey gjøgnum barnaverndina bor ið so í bandi, at hann slapp at tosa við sálar frøð- ing. Tað hjálpti væl, heldur mamman. Vandamikið Hon er lukkulig um, at drong urin ikki var sligin í høvdið, og at tenninar vóru heilar. Tá ið hann var aftur á Landssjúkrahúsinum segði læknin við hann, at hann mátti ikki fáa fleiri slík sløg. − Sum tit vita, verða boks arar ikki klókari við tíð ini, segði læknin. − Mamman ætlar sær við dronginum, tá ið málið kem ur fyri í rættinum, og hann skal vitna. − Sum eg skilji tað, er hattta bara ein av fleiri slík- um hendingum. Tað er nógv fyri, at slíkt skal vera ein partur av býarlívinum í Havn. Fyri at verja sonin og av ótta fyri hevnd, leggur hon ikki í at stíga fram navn- givin. Karráur harðskapur Tvey grov harðskapsmál Nógvur meingsleysur harð skapur er javnan í býnum í Havn