mánadagur 4. januar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 1 - 4. januar 2010
Dimmalætting
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hóast Dimmalætting nú,
sambært Árna Gregersen,
hevur ein positivan grund
rakstur – nakað, sum ikki
hevur verið í nógv ár – stað
festir stjórin, at felagið ikki
megnar at forrenta skuldina
í felagnum, og tí verður
arbeitt við eini loysn, sum
skal hjálpa upp á skuldina í
felagnum.
– Tað verður arbeitt við
eini loysn, so vit fáa skuld
ina niður, og tað kann gerast
upp á fleiri mátar, sigur
Árni Gregersen.
Stjórin leggur afturat, at
hetta helst merkir, at nýggir
eigarar eru á veg til Dimma
lætting, men um verandi
partaeigarar verða við í
framtíðini dugir Árni Greg
ersen ikki at siga.
Sosialurin hevur roynt at
fáa fatur á fleiri verandi
partaeigarum,
men
hesi
hava ikki tikið telefonina í
morgun.
Verandi í húsinum
Tað hevur verið graml um,
at Dimmalætting er á veg
oman í býin at hava arbeiðs
pláss, men hesum avsannar
stjórin.
– Tað er ongin planur at
fara beint nú, sigur stjórin.
Hann leggur tó afturat, at
tað verða eigararnir, sum
koma at avgera, hvussu
hetta fer at verða í fram
tíðini.
Samtakið heldur
Somuleiðis hevur ljóðað, at
samtakið
Dimmalætting,
sum er blaðið, helvtin av
Føroya Prent, ein partur av
prentmiðstøðini og Sp/f
Peba fór at detta sundur,
soleiðis at blaðið bleiv fyri
seg, men soleiðis verður
heldur ikki sambært Árna
Gregersen, sum eisini stað
festir, at tað verður nakað,
sum komandi partaeigarar
nir koma at avgera.
Eisini hevur ljóðað, at
starvsfólk á Dimmalætting
skulu hava tikið seg saman
at yvirtaka blaðið og reka
tað, men sigur stjórin í
hvussu so er seg ikki vita
nakað um.
– Tað havi eg onki hoyrt
um, sigur Árni Gregersen,
og leggur afturat, at er tað
so, so er tað nakað starvs
fólkini gera í loyndum.
Eins tryggur
og onnur
Síðan Árni Gregersen bleiv
stjóri á Dimmalætting, hev
ur samtakið millum annað
keypt Vinnuvitan og Viku
blaðið, sum bæði fóru av
knóranum, umframt, at fel
agið hevur havt eina alsamt
vaksandi
skuld.
Nakað,
sum endaði við, at Ársins
Neyðrakett, sum Dimma
lætting plagar at lata, varð
skotin av Árna Gregersen
sjálvum.
Í ár eru stórar broytingar
hendar, men felagið hevur
framvegis eina risa stóra
skuld, hóast grundraksturin
nú er vendur.
Men stjórin kennir seg
ikki beinleiðis ótryggan í
sessinum.
– Eg føli meg líka trygg
an, sum ein og hvør stjóri
nú ger, metir Árni Greger
sen.
Nýggir eigarar á veg í Dimmu
Dimmalætting í tølum
(í tkr.)
2004
2005
2006
2007
2008
Bruttovinningur
13473
7832
9345
10354
7224
Úrslit áðrenn rentur
1951
-4303
-3674
-3921
-11491
Ársúrslit
1085
-1161
-1261
-218
-25503
Eginpeningur
30842
29681
28420
28202
1072
Ogn íalt
36648
33408
32353
32319
23447
Trygdarevni
84
89
88
87
5
Gjaldførislutfall
375
404
297
261
26
Sambært stjóranum á Dimmalætting, Árna Gregersen, eru broytingar á
veg í eigaraviðurskiftunum í felagnum, so felagið megnar at gera nakað
við skuldina á umleið 25 milliónir krónur. – Vit rokna við eini loysn
tíðliga í ár, sigur stjórin
Sum sæst á hesi myndini hevur Dimmalætting havt stórt hall í fleiri ár á rað.
Sambært stjóranum er grundraksturin tó positivur í 2009, og arbeitt verður við
eini loysn á vaksandi skuldini
Kelda: Vinnuvitan.biz
Dimmalætting hevur eina
lutfalsliga risa stóra skuld,
men sambært stjóranum er
grundraksturin nú positivur,
og hann roknar somuleiðis
við, at ein loysn verður funnin
á tíggjutals millióna skuldini í
nærmastu framtíð
Flogfar gleið útav
Eingin fekk skaða, tá eitt rutuflogfar hjá týska
flogfelagnum Air Berlin gleið út av flogbreytini í
Dortmund leygardagin. Flogfarið, sum er av slagnum
Boeing 737, skuldi júst fara á flog til Las Palmas, tá
flogskiparin varnaðist eitt tekniskt brek. Hann gjørdi av at
steðga, men av tí at hjólini læstust, gleið flogfarið út av
breytini. 171 fólk vóru í flogfarinum, men eingin teirra
fekk nakran skaða av tilburðinum. Ein talskvinna fyri
flogvøllin segði seinni, at flogfarið gleið útav, tí flogbreytin
var so hál. Tað hevur kavað illa nógvastaðni í Týsklandi í
seinastuni, og kavin hevur órógvað samferðsluna.
Forseti í fongsul
Í Peru hevur hægstirættur staðfest dómin ímóti fyrrverandi
forsetanum Alberto Fujimori, og tað merkir, dómurin upp á
25 ára fongsul stendur við. Fyrrverandi forsetin varð
dømdur í apríl í fjør fyri at hava loyvt smáum herdeildum
at burturflyta andstøðingar og onnur, tá hann var forseti.
Alberto Fujimori situr longu í fongsli, tí hann hevur fyrr
fingið seks ára fongsul fyri valdsmisnýtslu. Fujimori var
forseti í Peru frá 1990 til 2000, tá hann brádliga fór frá. Í
2005 rýmdi hann til Kili, men myndugleikarnir har sendu
hann aftur til Peru í 2007.