mánadagur 4. januar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 1 - 4. januar 2010
Ein listfrøðingur held
ur, at hann nú hevur
gitt gátuna um, hví
Vincent van Gogh skar
annað oyrað av sær
Myndlist
Snorri Brend
Í grein í danska blaðnum
Jyllandsposten verður greitt
frá teori’unum hjá list
frøðinginum Tim Bailey um
kenda hollendska málarin.
Bailey vísir fyrst og
fremst
til
listarverkið
”Skriviborð við leyki” frá
1889, sum van Gogh málaði
ein mánað eftir at hann skar
oyrað av sær.
Tað sermerkta á myndini
er, sambært Bailey brævið
sum liggur á borðinum.
Hann hevur sera nágreiniliga
og í smálutum granskað
myndina og poststemplini á
brævbjálvanum.
Og út frá hesum er hann
komin fram til, at brævið er
skrivað av bróður hansara,
Theo van Gogh, sum júst
varð vorðin trúlovaður.
Vincent van Gogh, sum
var fíggjarliga og mentalt
bundin av bróðuri sínum,
gjørdist so uppøstur av
tíðindunum, at hann sama
kvøldið valdi at skaða seg
sjálvan.
Nógvar teori’ir eru annars
settar fram um avskornað
oyra hjá van Gogh. Ein av
teimum seinastu er tann hjá
týskum granskarum, sum
halda at tað var listarligi
starvsfelagi hansara, Gaug
uin sum var hann sum í
roynd og veru skar oyrað av.
Ein onnur teori sigur, at
van Gogh í einum epilepsi
herðindi skar seg so illa,
meðan hann rakaði sær, at
hann dagin eftir avgjørdi av
skera alt oyrað av sær.
Undir Gøtueiði/Runavík: Eitt av enda málunum
við arbeiðinum í Runa víkar kommunu er at
gera sítt til, at talið av ferðsluóhappum gerst so
lítið sum gjørligt.
Í november skrivaðu kommunan og Landsverk undir avtalu
um eina so nevnda ferðslu trygdarætlan fyri vegastrekkið
Undir Gøtueiði og út til Mýraveg í Runavík. Hetta er eitt
vegastrekki við rættiliga nógvari ferðslu.
Henda ætlanin fyri ferðslu trygdina skal vera liðug 1.
apríl í ár. Ein almennur fundur hevur verið um hetta málið,
og verður ein aftrat í mars mánaði.
sb.
Tí skar
hann oyrað
av sær
Tryggari ferðsla gjøgnum bygdirnar
Kendi listamálarin Vincent
van Gogh var bundin av
bróðuri sínum
Brævið, sum liggur høgrumegin á skrivaraborðinum, sigur
søguna um at bróður Vincent van Gogh hevði trúlovað seg
Garva skinn á Stóru Dímun
Á Stóra Dímun eru tey nú farin í holt við at garva skinn, eins og
tey hava gjørt undanfarin ár. Nakað nýtt er, at tey so smátt hava
tikið nýggja bygningin í nýtslu. Ein part av loftinum hava tey
innrættað til at turka skinnini, skrivar Sandoyarportalurin. Ætlanin
er at savna øll garvitólini í nýggja vinnubygninginum. Hin
helmingurin av bygninginum skal nýtast til slátur. Nú vit aftur
hava stóra skinngoymslu, hava vit eisini lagt eitt breitt úrval av
skinnum á søluteigin á heimasíðuna hjá oynni, www.storadimun.fo.
Íløgur fyri 9,9 mió
í Sørvági
Bygdaráðið í Sørvági hevur samtykt fíggjarætlanina
fyri 2010. Av hesi sæst, at tey í ár ætla at gera íløgur
fyri slakar 10 mió krónur, harav íløgan í nýggja
musikkskúlan fer við sløkum tirðingi av íløgunum,
góðar 3,1 mió krónur. Byggibúningin fer í ár at kosta
2,6 mió, meðan tey fara at fríða í kommununi fyri 1,1
mió krónur.