mánadagur 4. januar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 4. januar 2010
17
viðmerkingar
Tvætlut veganøvn
Eg síggi, at Heini O. skrivar í Norðlýsinum, at tað er
nakað tvætl at ein kona skal fara undir at granska í
veganøvnum. Og tað sama ekkóar úr Annfinni Kalls
berg. Íðan, so mangt er tykkið sum maðurin, sigur
orðatakið. Eg haldi avgjørt ikki, sum málfrøðingur, at
tað er tvælt at fara undir at granska í veganøvnum.
Tvørturímóti er tað týdningarmikið, og skal eg stutt
koma inn á tað niðanfyri.
Men tað sum Heini O. her ger, tað er, at hann fær
fokus lagt aðrastaðni. Tað er sosum líkamikið, um 1.5
mill. verða brúkar til veganavnagranskingina. Men
við at fáa øði í grindina, soleiðis sum hann her ger,
so fer sumt fólk bara at hugsa um hesa einu verkætl
anina, og ikki um, hvar broytingar veruliga kunnu
gerast, t.d. ymiskar bygnaðarbroytingar sosum at
leggja stovnar saman. Har kunnu pengar veruliga
sparast. Eg sigi, at hann fær øði í. Og so er. Lesið
bara summar viðmerkingar í Norðlýsinum. At hann
soleiðis leggur fokus aðrastaðni, tað er eitt politiskt
knep, sjálvandi, og eitt populistiskt úttalilsi. Nú fara
fólk bara at hyggja at hesum eina, veganavna verk
ætlanini, og ikki at, hvar peningur veruliga kann
sparast. Sum tær nevndu bygnaðarbroytingarnar. Og
skal sparast eftir, hvar mest tvass verður sagt, so
hugsi eg alt fyri eitt um tingið.
Aftur at hesum, megnar Heini O., við úttalilsi
sínum, sum kanska onkur hevur lýttað honum í
oyrað, at spæla uppá lokalpolitikkin: nú er tað Havn
in mótvegis Norðuroyggjum, tí henda granskingin
skal eitast, soleiðis sigur hann, at vera nakað fyri at
halda havnafólki í arbeiði. Altso, álvaratos.
Føroyskt er týdningarmikið fyri tann føroyska
samleikan. Skjótt kunnu flest øll verða einig um tað,
og granska vit í Føroyum ikki í hesum, hvør skal so
gera tað? Og gera vit ikki tað, og hava málið, so
kunnu vit sosum vera eitt amt í Danmark. Gransk
ingin av veganøvnum stendur ikki einsamøll. Hon er
partur av eini heild, og henda heildin gevur innlit í,
hvussu málið virkar, og førir tað aftur við sær, at
onnur fáa ymisk tól at arbeiða við, tá ið víðari skal
granskast.
Bara til endans, skal eg siga, at eg haldi, at tað er
nógv ov lítið givið til granskingina av føroyskum, tí
sum mál, altso sum skipan, har tað verður miðla
komplekst ímillum form og merking, er føroyskt líka
vert at granska í sum onnur mál.
Og so haldi eg eisini, at henda konan fyrst skal
leggja fram úrslitið av granskingini, áðrenn bæði A.
Kallsberg og Heini O. fara at siga nakað um, at hetta
er tvætl. Ja, eg tori næstan at svørja uppá, at tað fer at
síggjast betri tá, um hetta er tvætl ella um tað er væl
úr hondum greitt.
Sonderforschungs
bereich
Mehrsprachigkeit
Universität Hamburg,
MaxBrauerAllee 60
22765 Hamborg
Hjalmar P.
Petersen
Ongin eigur longur at
góðtaka politiska
meiningsloysið og
uttanumtosið í landsins
stjórn. Í nýggja árinum
skulu vit ikki vera
málleys, men krevja hug
og sjón aftur í samfelagið
Meðan peningurin fossar
úr landskassanum við
ongum máli ella miði,
rennur eisini øll meining
og alt innihald úr politisku
skipanini. Tað hevur verið
gongdin alt síðani ABC
flokkarnir fóru undir sítt
valdspolitiska gerðabýti í
2004, har øll langtíðarmál
og hugsjónir vórðu sett til
viks. Bert viljin at tøma
landskassan. Tráanin eftir
at profilera einstaklingar í
landsstýris og nevndar
sessum. Og hegnið at geva
øðrum skyldina – hava
síðani drivið verkið.
Støðan undir núverandi
sambandsleiðsluloysi er
bert fyribils hástigið av
hesi gongd, har ábyrgd og
mál so støðugt seyra
burtur.
Málleysur gamlaárskvøld
Nýggjársrøða hjá Kaj Leo
Johannesen staðfesti eitt
politiskt trotabúgv og
meiningsleyst uttanumtos.
Og hóast eg ikki hevði
væntað mær meira, so
noyðist eg at viðganga, at
eg varð málleysur gamla
árskvøld. Ikki bara av
politiska málloysinum í
røðuni, nú vit fara inn í eitt
nýtt áratíggju við royndum
av so miseydnaðum poli
tikki heima og so risastór
um avbjóðingum í heimin
um.
Men serliga av, at onnur
helvtin av røðuni hevði
onki samband við veru
leikan. Og hin hevði onki
samband við sannleikan.
Kaj Leo Johannesen
tekur onga ábyrgd á seg av
fíggjarliga óskilinum í
landinum ella av, at øll
lyftir og fráboðanir hjá
sitandi samgongu eru
brotin. Ístaðin gevur hann
samgonguni heiðurin av
nøkrum málum, sum onki
hava við hesa samgonguna
at gera.
Verri er, at hann fjalir
veruleikan um politisku,
búskaparligu og sosialu
støðuna við at nýta orð
sum samhaldsfesti, ábyrgd
og næstrakærleika, hóast
landsstýrið undir hansara
leiðslu bara hevur nartlað
burturav hjá veikastu
bólkunum, og hevur sett
ábyrgdina fyri komandi
ættarliðum til viks.
Ongir reformar, íløgur
ella samstarv
Ringast er, at hann roynir
at billa fólki inn, at
íløgurnar í landinum eru
tær størstu í mong ár, og at
samgongan miðar eftir
reformum, breiðum semj
um og samstarvi við
andstøðuna. Hetta passar
heilt einfalt ikki. Eitt
samdøgur nýtti samgongan
til at skrumbla eitt fíggjar
lógaruppskot ígjøgnum
fyri jól, har ein líggi bara
varð settur á. Hetta kundi
ein telda gjørt uppá ein
hálvan tíma. Løgtings
samtyktin hjá samgonguni
sjálvari um rakstrar og
íløgukarm varð brotin, og
lógin um játtanarskipan
landsins somuleiðis. Aftur
rakar líggin bert tey veik
astu økini – og samstundis
vórðu íløgurnar minkaðar
við 100 milliónum og
arbeiðsskapandi virksemi
lúkað burtur. Almennu
íløgurnar hjá landi og
kommunum verða í 2010
væl minni enn undanfarin
ár.
Ongin roynd hevur verið
gjørd at finna nakað
samstarv við andstøðuna.
Tvørturímóti hevur sam
gongan felt øll uppskot um
skilagóð átøk og um
langtíðarløguætlan.
Øllum hesum hevur Kaj
Leo Johannesen lógarásetta
ábyrgd fyri. Men higartil er
hann sloppin undan at
verða settur til svars fyri
nakað og kann reingja
veruleikan, sum hann vil.
Vit mugu taka til máls
Hetta eigur ongin at góð
taka longur. Tann veruliga
vandastøðan er, at ein
meiriluti letur sjónleikin
halda fram. At øll tykjast
verða rurað í blund av
uttanumtosinum og missa
evnini at seta ábyrgdar
persónar til svars. Og at
skyna á, hvat er gykl, hvat
er hykl og hvat er veruleiki
í politiska rúminum.
Ístaðin sleppur politiska
leiðslan at siga hvat sum
helst – og tá atfinningar og
ítøkilig mál eru um at
stinga seg upp, so verður
bert skotið í flokk og sagt:
“Politikararnir eru so og
so”. Ella: “Á, soleiðis
hevur tað altíð verið.” Alt
verður bert koyrt í ein pott
og vavt í ein greyt.
Men vit skulu ikki fara
málleys inn í 2010 og eitt
nýtt áratíggju. Fólk mugu
taka til máls og krevja, at
vit fáa hug og sjón inn
aftur í føroyskan politikk.
Løgmaður eigur at leggja
frá sær og lova eini
politiskari leiðslu framat,
ið ger upp við gerðabýtis
og rosshandilspolitikkin
einstaklingar og minnilutar
í samgongum. Tann nýggja
leiðslan skal sum minsta
mark seta sær hesi 10 mál í
nýggja áratígginum:
10 mál fyri 2010
1. Føroyar skulu gerast ein
grønur miðdepil í Norður
atlantshavi, sum megnar at
umsita tað ovurstóra
náttúrutilfeingið, ið vit
eiga, burðardygt og
megnar at gagnnýta og
leggja um til varðandi
orkukeldur
2. Ein fiskivinnureformur
verður framdur við
uppskotinum hjá Tjóð
veldi um tilfeingisbúð
sum grundarlagi.
3. Ikki varðandi inntøkur
og eingangsinntøkur
skulu í Búskapargrunn,
har avkastið verður
nýtt til framtíðaríløgur.
4. Vinnupolitikkurin skal
skapa javnar kapp
ingartreytir millum
nýggjar og verandi
vinnur og eggja til
íverksetan.
5. Altjóða universitet,
gransking, útbúgving
og mentan eru fremsta
íløguøkið komandi
1015 árini. Annað er
okkara altjóða infra
kervi út í heim við
flogvølli, tele og
orkusamskifti,
heilsusamstarvi við
okkara grannalond,
handilsavtalum og
altjóða samstarvi á
øllum týðandi økjum.
6. Føroyingar samtykkja
egna grundlóg og taka
á fólkaatkvøðu avgerð
um at skipa seg sum
sjálvstøðugt land – og
hetta er fortreytin fyri
at fremja settu málini.
Annars kunnu vit sita
og togast í 2030 ár
afturat, har vit hvørki
eru fuglur ella fiskur í
heiminum og skeldast
um, hvør skal fíggja
okkara lív og vælferð.
7. Ongin fíggjarlóg verður
samtykt uttan at hon
hevur eina greiða
langtíðarætlan fyri
raksturin av hvørjum
málsøki sær – t.e. at
hvørt játtanarøki skal
minka ella vaksa so og
so nógv næstu 10 árini.
8. Rættartrygd og
rættindini hjá sosialt
og fíggjarliga veikastu
samfelagsbólkunum
eru fremsta ýtið í at
endurskoða almennu
sosial og heilsuskip
anirnar.
9. Ongin størri íløga
verður samtykt uttan
so, at hon er partur av
langtíðarætlan, ið
røkkur minst 10 og
helst 15 ár fram.
10. Ongi mál verða
skrumbl að ígjøgnum
samgongur og ting. Øll
mál skulu hava veru
liga fólkaræðisliga
viðgerð og øll saklig
atlit lýsast.
Ætla vit at vera málleys í 2010?
Høgni
Hoydal